Eg eri Malala
Malala er vorðin ein altjóða ímynd fyri friðarstríð og er tann yngsta, sum nakrantíð hevur fingið Friðarheiðursløn Nobels. Í hesari bókini við endurminningum og myndum, greiðir Malala frá sínum merkisverda lívi.
So reyð sum blóð I
Tá ið Lumikki ein dagin kemur fram á nógvar pengaseðlar, sum hanga blóðdálkaðir á einum snóri í myrkarúminum í skúlanum, verður tann reglan brotin. Lumikki verður knappliga drigin inn í ta innasta av finsku undirverðini, fangað í eitt vandamikið net av mutri, sviki og drápi. Hon er ikki longur eygleiðari, sum hon ynskir at vera, men er sktoskiva. Og hon noyðist at lumpa ein eirindaleysan drápsmann. Hetta er fyrsta av trimum bókum í eini skakandi spenningsrøð.
Lykilin
Minni enn ein mánaður er farin síðan sorgarleikin, sum fór fram í fimleikarhøllini í studentaskúlanum í Engelsfors, men Tær útvaldu fáa nóg illa tíð at koma fyri seg aftur Skjótt vendist verð teirra upp og niður aftur. Loynidómar skulu avdúkast og óndskapurin steðgast. Tíðin er um at renna út, og Tær útvaldu kunnu bara vera vissar í einum - at alt fer at broytast.
Erebos
Tá ið 16 ára gamli Nick fær ein pakka, undrast hann á, um pakkin kann forklára løgna atburðin hjá floksfelgunum fyri tíðina. Í pakkanum er gátufulla telduspæli Erebos. Spælireglurnar í Erebos eru strangar: spæl altíð einsamallur, ikki snakka um spælið og sig ongantíð nøkrum tín kallinavn.Forvitni vinnur á Nick, og hann verður skjótt bundin at spælinum. Men Erebos veit nógv um tey, sum spæla og fer at manipulera lív teirra.
Mín jólabók 2014
Í bókini eru nógvar nýskrivaðar søgur, sum bæði royndir og óroyndir rithøvundar hava skrivað. Bókin er ein kalendarabók, har antin ber til at lesa eina søgu ella gera eitt ítriv til hvønn einstakan dag, somuleiðis er ein framhaldandi adventssøga. Bókin er myndprýdd øll, sum hon er.
Ferðin til Amerika
Søgan er um tey bæði systkini Sean og Annie, sum líða hungur og hall í Írlandi. Pápi teirra er farin yvir til Amerika og skuldi geva boð frá sær aftur, men tey hava onki hoyrt. So verður gjørt av, at børnini skulu sjálv av stað, tí mamman kann ikki fara við teimum.Frásøgan er tí um vandamiklu ferðina hjá børnunum yvir til Amerika, hvussu tey bjarga sær yvir um amerikansku preriuna saman við góðum og minni góðum fólki, og at enda koma fram og uppliva nakað heilt óvæntað.
Eitt løgið skip
Regndropar falla við viðbreknum smellum. Við eini feiandi rørslu tekur Elo skipið fram aftan bak og rættir tað upp móti Súsannu. - Halt kipp, altso! Súsanna fer eitt fet aftur eftir hæli og hevur aðra hondina fyri bringuna. Gráir regnblettir breiða seg á tí hvíta seglinum. - Hetta hevur tú ikki sjálvur gjørt, ha? Súsanna hyggur tortrúgvin at Elo. - Alt sum tað er. Stoltleikin bukar í kroppinum. Hon ristir á høvdinum. - Tað er heilt ótrúliga vakurt, Elo!
Barsakh
Barsakh er søgan um tvær verðir, sum koma saman. Um fimtan ára gomlu Emiliu úr Noregi og átjan ára gamla Samuel úr Ghana. Emilia er og ferðast við familjuni á Kanariuoyggjunum, og ein dagin, hon er farin at renna, sær hon ein bólk av flóttafólkum umborð á einum báti. Hetta eru menniskju, sum hava ofrað alt fyri at kunna byrja eitt nýtt og betri lív í Europa. Eitt av hesum fólkunum er Samuel. Skjótt skal lív teirra broytast fullkomiliga.
Skipsvrak-Gátuførar hendingar
Vanja og Villi
Vanja gongur í 8. flokki og Villi er nýggi drongurin í flokkinum. Bókin er um vinskap og ta ráu happingina, sum gongur fyri seg innan skúlans gátt og uttanfyri. Vanja er ein, sum ikki góðtekur happing, og tað fær hon at føla.
Hon sum róði eftir ælaboganum
Forelskilsi, vinalag og svik eru øll evni, sum verða viðgjørd í nýggju ungdómsbókini hjá Rakel Helmsdal, sum eisini egnar seg til vaksna lesaran
Horvin - Gátuførar hendingar
Hungursleikirnir III - Boðkveg
Katniss Everdeen er enn á lívi, hóast hon tvær ferðir hevur tikið lut í Hungursleikunum. Men Gale er flýggjaður, og Capitol hevur fangað Peeta. Í Sýsla 13 verður uppreistur fyrireikaður. Men skal uppreisturin eydnast, má Katniss seta sítt lív í veð. Hon er tann, sum skal taka ábyrgdina av, at ein hópur av fólki letur lív. Hon skal tryggja framtíðina hjá Panem, tí hon er Boðkveggjan.
Mín jólabók 2013
Í bókini eru nógvar nýskrivaðar søgur, sum bæði royndir og óroyndir rithøvundar hava skrivað. Bókin er ein kalendarabók, har antin ber til at lesa eina søgu ella gera eitt ítriv til hvønn einstakan dag, somuleiðis er ein framhaldandi adventssøgu . Bókin er myndprýdd øll, sum hon er.
Jólagávan hjá Monu
Mona veit, hvat hon skal gera, hon finnur bara eina kettu sjálv. Men tíverri gongur ikki alt, sum hon ætlar. Kettan hvørvir, men Mona hevur fingið eina súkklu í jólagávu, so hon kann bara fara at leita eftir kettuni við súkkluni.
Dámar- Hata horuna
Søga fyri ung. Tær báðar Jonna og Gloria eru vinkonur. Tær sleppa at ganga í frið í skúlanum, líka til tær hava verið í einari veitslu, og mynd av Gloriu verður løgd út á netið, og ein bólkur verður gjørdur, sum eitur Hata horuna. Jonna velur at hevna hetta, og tað fær álvarsamar avleiðingar, bæði fyri Jonnu og Gloriu, men eisini fyri happaran.















