So svørt sum íbinviður
Tey skulu seta sjónleik upp í studentaskúlanum og Lumikki fær høvuðsleiklutin sum Snjóhvíta. Tá ið tey fara undir at venja, byrjar Lumikki at fáa loyndarfull elskhugsboð.Men skjótt broytist elskhugurin til bannseting og ástarorðini til deyðshóttanir. Lumikki noyðist at loysa gátuna og finna út av hvør sendir hóttanirnar, annars endar leikurin kanska við blóðbaði.
Harry Potter 1, heft-og Vitramannasteinurin
Harry Potter varnast, at hann er dugir ganda. Hann hevur verið illa viðfarin heima hjá stjúkforeldrunum, men tá ið hann kemur á Hogwarts, skúlan fyri gandakynstur og galdralist, ásannar hann undrandi, at hann er víðagitin gandakallur.
Óendaliga vera (23)
Skaldsøgan flytur seg hegnliga millum samtíð og fortíð í lýsingum av hendingum og persónum í Havn og á bygd í 20. øld og á okkara døgum. Persónslýsingarnar eru sterkar, og myndamálið er neyvt og beinrakið. Samtíð og fortíð, trupuleikar og spurningar hjá fleiri ættarliðum ranna saman í eina heilskapaða og hugfangandi søgu um svik, tøgn, longsul og kærleika.
Tey, sum ikki eru til
Pappírleys menniskju búgva alla staðni; tey, sum ikki eru til. Samuel veit, hvat tað vil siga at lata alt frá sær við vón um eitt nýtt og betri lív í Evropa. Hann hevur gjørt tað fyrr; tá ið hann flýggjaði úr Vesturafrika til Kanariuoyggjarnar. Ta Tað ferðina royndi Emilia at hjálpa at hjálpa.Kortini varð hann funnin og sendur aftur.Tað seinasta, Emilia gav honum, áðrenn hann varð noyddur av stað,var ein pappírslepi við bústaði hennara á. Nú stendur Samuel uttanfyri húsini,har hon býr í Bærum.
Kroppur, kenslur og kynslív (28)
Henda bókin er til tey ungu, sum vilja vita meira um alt, sum hevur við kroppin, kenslur og kynslív at gera. Bókin er um kroppin, útsjónd, kærleika og tað, sum kann vera pínligt at tosa um. Bókin er ein faktabók, men eisini ein bók um tað, sum tú hevur inni við teg sjálva/n, og um hvat er rætt fyri teg.
Half Wild (18)
Hvítheksir jagstra hann, og svartheksir hata hann. Nathan er hvørki, og gávan hann hevur fingið frá pápanum er ein nýggj, vill megi, sum hann ikki hevur tamarhald á. Størsta hóttanin móti honum er kanska Nathan Byrn sjálvur.
So hvít sum snjó
Eftir tær óhugnaligu hendingarnar í Helsinki, sum vit lósu um í So reyð sum blóð, er Lumikki farin til Prag at halda frí og sleppa burtur úr øllum rokinum í Helsinki. Men hon fær ikki leingi frið. Stutt eftir hittir hon gentu, sum sigur seg vera hálvsystir hennara, og hóast Lumikki ikki fær seg at trúgva hesum, so verður hon drigin at hesari gentuni og samstundis drigin upp í álvarsliga brotsgerð, har trúgv og pengar stýra einum óhugnaligum spæli.
Gátuførar hendingar-Hinumegin
Mangt løgið er, sum vit ikki duga at greiða frá. Vit hoyra um fólk, sum siga seg tosa við andar hjá deyðum fólkum. Onnur hava fingið ymiskt týdningarmikið at vita í dreymi. Bókin Hinumegin, leiðir okkum á eina hugtakandi ferð gjøgnum hesar loynidómar . Vit hoyra um eina kvinnu, sum segði seg minnast ræðuleikar fyri 800 árum síðan. Tónaskøld, sum halda fram at gera tónleik, eftir at tey eru deyð, og nógv, nógv annað. Tú verður kløkkur og undrast!
Mangt stuttligt kann henda
Bók fyri umleið 10 ára gomul og eldri. Julius, sum misti mammu sína, tá ið hann var lítil, klárar illa upp við stjúkmammuna. So illa, at hann verður sendur út á bygd at venja. Hann berjist mangan bardagan við seg sjálvan og tey, ið eru rundan um hann. Tapir ofta, men vinnur eisini teir sigrar, sum eru avgerandi í lívinum, hóast teir vekja minni ans enn mistøkini og ósigrarnir.
So hon starir inn í veggin
Savn við 12 stuttsøgum. Tilveran kann eta teg upp, um tú ikki tekur røttu avgerðirnar. Ógvuliga forvitnisligir tekstir, har evnini eru tikin úr nútíðini, og lesur tú væl, lata tær seg upp fyri tær.
Mín jólabók 2015
Jólabókin í ár er full av søgum og ítrivi, og sum altíð hava nógvir ymiskir myndprýðarar sett sín dám á bókina. Adventssøguna eigur Ingun Christensen. Hon eitur Sparijól og er um hesa ørskuna,sum vit verða fangað í um jóltíðir, at vit noyðast at keypa og keypa og keypa.Ein søga ella eitt ítriv er til hvønn dagin líka fram til jólaaftan.
Skuggamyndir
Harry Potter 1 v/myndum - vitramannasteinurin (8)
Fyrsta myndprýdda útgávan av gandakenda klassikaranum hjá J. K. Rowling er ein skreytbók, ið er ein sonn fragd fyri eygað. Hon er hon ætlað bæði trúðføstum fjepparum og nýggjum lesarum, tí hóast søgan er tann sama, so geva stórfingnu litmyndirnar hjá evnaríka listamannin Jim Kay tær eina heilt aðra lesiupplivingin.so geva stórfingnu litmyndirnar hjá evnaríka listamannin Jim Kay tær eina heilt aðra lesiupplivingin.
Elias 12 og hon,sum eitur Elsa
Elsa er flutt til ein annan bý. Hon saknar gomlu vinir sínar og følir seg einasamalla. Elias livir á eggini og ger tað, sum honum lystir. Hann kemur frá einum heimi við misbrúki og er á veg út í kriminalitet. Elsa og Elias siga søguna úr tveimum sjónarhornum. Tey bæði ungu liva heilt ymisk lív, men ongin teirra trívist í skúlanum, og ein dag hittast tey á einum bonki. Kanska hava tey meira í felag, enn tey halda ...
Ótrúliga søgan um Sally Jones
Hetta er ein søga um óloyst brotsverk í fjarum, tokusveiptum býum. Hetta er ein søga um lúnskan óndskap í fepurheitum frumskógum og um trúfast vinalag á brúsandi heimshøvum. Hetta er ein søga um longsul, vónir og nívandi svik.
Half Bad (21)
Fyrsta bók í einum tríverki um Nathan Byrn, sum er hálv hvítheks, hálv svartheks Nathan dugir ikki at lesa, men hann dugir so mangt annað, m.a. at lekja seg, um hann hevur fingið ein skaða. Hann hevur verið hildin í búri, til hann er vorðin fjúrtan ár, men nú er hann komin út og er farin at leita eftir Mercury, svartheksini, sum etur dreingir.















