Bókaklubbin - Um okkum

Innkeypskurv

íalt

Um Bókaklubban

Í 1986 var Bókaklubbin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags settur á stovn. Endamálið var at geva fólki høvi at ogna sær bíligar bøkur, av tí at tað fáa staðni í landinum vóru og enn eru bókhandlar. 

Bókaklubbin er býttur í fimm bólkar: smábarnabøkur, myndabøkur, tekstbøkur til yngri børn, tekstbøkur til eldri børn, og ung.

 

Gerst limur í Bókaklubbanum - og fá fyrstu bókina ókeypis! 

Vælkomin í Bókaklubban.

Við Bókaklubbanum fært tú ALTÍРeina bók, sum hóskar JÚST til tín. 

Teknar tú barnið hjá tær, sum lim í Bókaklubbanum, fært tú fyrstu klubbabókina ókeypis

Fyll navn, adressu og aldur á barninum inn í teigarnir HER og tit fáa eina bók sendandi.

Átta klubbabøkur um árið

Bókaklubbin sendir átta umfør við klubbabókum út um árið.

Ynskir tú IKKI at fáa klubbabókina í tínum aldursbólki ber til at býta hana um við eina aðra bók í staðin.

Vilt tú býta um, boðar tú frá við at senda teldupost til bokaklubbin@bokaklubbin.fo 

Á bokaklubbin.fo ber altíð til at keypa fleiri bøkur. Har er ALTÍРopið!

Treytir

Tað ber bert til at keypa bøkur á heimasíðuni, um ein er limur.

Bókaklubbin hevur 3 mánaðir umbýtingarrætt - vit vilja, at tú er nøgd/ur við títt keyp!

Tað ber til at hava støðg á limaskapinum í 3 umførum.

Limir kunnu strika haldið, tá teir eru innritaðir.

Ókeypis at vera limur í Bókaklubbanum

Tað kostar einki at vera limur í Bókaklubbanum. Tú rindar einans fyri bøkurnar, sum tú fært.

Klubbabøkurnar eru rættiliga ymiskar, bæði tá ið talan er um teir ymisku bólkarnar, síðutal o.a., og hetta sæst sjálvandi aftur á prísunum. T.d. kostar pappbókin Djór á bønum við 12 síðum til yngsta bólk 150,- krónur, og Mist Kall til elsta bólk á 296 síður 280,- krónur. 

Hvat kosta bøkurnar?

Á bokaklubbin.fo kanst tú velja millum 1000 føroyskar bøkur. Allir prísir eru íroknaðir postgjald, og bøkurnar kosta altíð minni enn í bókahandlunum, tá tær liggja í tínum postkassa.

GG! Tú fært altíð bøkurnar áðrenn gjaldi verður trekt av. Um tú hevur gjaldskipan vil tað siga, at bøkur, sum tú hevur fingið í februar verða goldnar í mars.

Kunning við tíðindabrævi

Øll kunning frá Bókaklubbanum verður send út við tíðindabrævi. Í tíðindabrøvunum verður millum annað greitt frá komandi klubbabókum og nýggjum bókum, umframt at upplýst verður um góð bókatilboð, tiltøk og annað.