Bókaklubbin - Útisetar

Innkeypskurv

íalt

Útisetar

Ókeypis flutningur til limir kring heimin!

Bank Nordik og Smyril Line stuðla Bókaklubbanum soleiðis, at limir uttanlands ikki rinda nakran eykakostnað fyri flutningin úr Føroyum. Útisetar rinda sostatt sama kostnað fyri bøkurnar sum limir í Føroyum.
                               
Heldur ongin eykakostnaður verður lagdur afturat, um fleiri bøkur verða bílagdar.
GG: Tíverri ber ikki til at rinda fyri limaskap umvegis útlendskan banka. Í staðin kanst tú nýta gjaldskort ella rinda umvegis føroyskan banka.

  

Trýst her og tekna teg sum lim í Bókaklubbanum.

 
MVG: Nýggjar ES-reglur gera, at meirvirðisgjald verður lagt á allar vørur úr londum, sum ikki eru í ES. Hetta merkir, at bókaklubbalimir uttanlands skulu rinda MVG, um teir keypa bøkur umvegis nethandilin hjá Bókaklubbanum uttan um føstu bókaklubbaumførini. Einki MVG verður lagt aftrat teimum átta vanligu umførunum í Bókaklubbanum.
Til ber at bíleggja bøkur á bokaklubbin.fo uttan at rinda MVG, við at viðmerkja, at tær skulu sendast saman við vanliga bókaklubbaumfarinum.
(Dagført februar 2023)