Óloyst brotsverk
Rokstríðsmaðurin
Skaldsøga um 16 ára gamla Tobias, sum stríðist móti øllum. Familjan er farin í upploysn, og tá hann ein dagin verður sligin niður, gerst lívið enn meira fløkjasligt.
Søgan um njósning
Børn á markinum
Bókin snýr seg um børn, ið eru á markinum til eitthvørt og ikki altíð av egnum ávum. Og stendur tú á markinum, hevur tú eitt val: hvønn veg fert tú? Tað valið kanst tú sum lesari gera, meðan tað er verri hjá børnunum, ið her verða lýst.
Onki
Pierre Anton fer ein dagin upp í eitt træ og noktar at koma niður aftur. Hann byrjar at tveita blommur eftir floksfeløgnunum og rópa at onki hevur týdning. Agnas og hinir floksfelagarnir mugu savnað prógv um, at okkurt hevur týdning.
Hungursleikirnir II - Festir í
2 av 3 bókum um Kartniss, sum heilt óvæntað hevur vunnið árligu Hungursleikirnir saman við Peeta. Vandi er fyri uppreistri, og ræðslusligin finna Katniss og Peeta út av, at eru tey, sum hava fest í! Og øði er komið í Capitol, sum vil hava hevnd ...
Seiko
Dansa fyri lívinum
Lýsingin av teimum báðu ungu er týðilig og væl skrivað: hann við snúsinum og sjóluktinum, hon við tí sterka dansikroppinum, sum bæði kann verða steinharður og kettumjúkur. Tey stríðast bæði fyri lívinum á havinum og fyri at bjarga kærleikanum ...
Havoc - Nú vendist ikki aftur
Framhald av Malice, partvís teknisøga. Tað eydnaðist Seth at flýggja úr Malice, tí ræðuliga heiminum inni í einari teknisøgu, men vinkonan Kady er enn fangað har. Nú má hann gera alt fyri at koma aftur og bjarga henni...
Sirkulin
Eina nátt, tá ið mánin á gátuføran hátt verður litaður reyður, verða seks ungar kvinnur førdar til eina oydna viðarlund. Tær vita ikki, hvussu tær eru komnar har. Men uttan hvørja aðra koma tær ikki undan við lívinum.
Tanka - strok, Nr. 2 - 2011
Hópur av stuttligum uppgávum og spennandi høvuðsbrýggi kryddað við spennandi krimisøgu og gaman, sum fær teg at ringja teg saman í skellilátri.
Hungursleikirnir I
Fyrsta av trimum bókum um 16 ára gomlu Katniss, ið sleppur at berjast fyri lívinum í eindirleysu Hungursleikunum, har bara ein kann vinna...
Sannleikans stund
Frida líður av álvarsamari eygnasjúku og ger av at flýggja frá øllum. Hon ferðast til Italia at síggja tað vakrasta í verðini. Her hittir hon listanørdin Jákup, ið lærir hana at síggja við nýggjum eygum.
Mín jólabók 2011
Ítrivini er soleiðis, at tað helst ikki skal kosta ein harragarð at gera tey, og saman við øllum teimum nýskrivaðu søgunum er jólabókin í ár ein heildaruppliving sum kann gera bíðitíðina fram til jóla eina spennandi og hugnaliga tíð.
Happy
Ein søga um sorg, einsemi og happing. Søgan er um gentuna Mo, sum kemur nýggj í ein flokk; í staðin fyri at siga frá, hvaðan hon kemur og hvat hon hevur upplivað, byrjar hon at lúgva og finna uppá søgur.















