Eitt vandamikið sombivirus er í umferð. Milo er fangaður í djóragarðinum, har pápi hansara arbeiðir. Bara her eru teir tryggir. Uttanfyri bíða sombiini. Men ein dagin kemur eitt sombi inn í djóragarðin. Og nú má Milo stríðast fyri at yvirliva saman við vinunum Samir og Afiu
Eina kalda vetratnátt bankar eitt lítið barn á dyrnar hjá Kurra. Gentan rættir honum eitt bræv, har tað stendur, at hon er ókenda dóttir hansara. Men Kurri er ikki hvør sum helst. Hann er limur í tí illa gitna ránsmannaharkaliðnum Gávutjóvarnir...
Ebba er heima hjá Bartali, tá ið tey knappliga síggja tvey lýsandi gul eygu í einum vindeyga í kjallaranum. Hvør býr í kjallaranum?
Endiliga sleppur Karla við á sína fyrstu uppgávu sum gávutjóvur. Bofvén-madamman hevur givið boð um, at tjóvarnir skulu finna eitt gamalt skattakort, sum skal leiða til ein ótrúligan sjórænaraskatt.
Bartal gistir hjá Ebbu. Stuttligt, hugsar Ebba, tí tey sleppa at vera uppi so leingi tey vilja. Ebba hevur gjørt tað so hugnaligt við poppkorni, saft og øðrum, og so fara tey at síggja ein film, men Bartal sær ikki út til at hugna sær, og tá ið tey skulu í song, er einki sum tað plagar
Ein einsamallur prinsur ætlar at gifta seg, men hvussu kann hann finna eina rættiliga prinsessu? Tú finnur svarið í hesum fitta, endursagda ævintýri eftir H.C.Andersen, sum er um eina rættiliga høga song og eina evarska lítla ertur.
Tá ið Eyð er á veg í nýggja skúlan, verður hon ov sein og ger av at ganga gjøgnum kirkjugarðin. Har hittir hon Unn. Unn er stuttlig, men hon er køld og bleik, og tað kemur ikki roykur úr munninum á henni, hóast tað er kalt úti ... Man tað bera til, at Unn er eitt spøkilsi?
Vit skuldu verið leyvur. Leyvur eru sterkar og djarvar. Tær eru floksdjór og ansa eftir hvørji aðrari. Tá ið ein leyva ýlir, hoyrist tað níggju kilometrar burturi. Soleiðis áttu vit at verið. Vit skuldu ikki latið onnur lopið ræðslu á okkum. Tá ið tað kemur fram, at nýggja gentan í flokkinum hevur eitt stórt loyndarmál, verður Malan noydd at taka eina trupla avgerð. Er hon nóg djørv at standa ímóti trýstinum frá flokkinum og stuðla nýggju vinkonuni?
Ella er saman við happaranum Damiani. Ein dagin kemur hann ikki í skúla. Hvar er hann? Skjótt er halloween-veitsla í gamla sláturhúsinum. Alvi, sum er ungdómsráðgevi, biður Ellu hjálpa til. Men hvat er hetta fyri veitsla, sum Alvi skipar fyri? Hví skulu eingi foreldur vera vakt? Og hvar verður av Damiani?
Størsti brotsmaðurin í Rosenhill, Wolfgang, situr í fongslinum. ;´Men tað merkir ikki, at Lisa og Maks einki hava at gera. Ein dagin hendir nakað ræðuligt. Børn fara at hvørva um næturnar. Eitt fyri og annað eftir, uttan nakra ábending. Fólk í býnum verða ørg - hví finna Reyði skorturin og Villa býflugan ikki børnini? Samstundis roynir Lisa at læra Niklas og Robert superhetjukynstur, men hetta gongur ikki væl. Brádliga eru øll ímóti Lisu. Hvønn kann hon nú líta á?
Hvar búgva fólkini úti í rúmdini, og hvussu koma tey hagar? Hvussu er tað at arbeiða, eta og sova í rúmdini? Í hesi bókini finnur tú svarini og ørgrynnu av spennandi upplýsingum um lívið í rúmdini.
Eg eiti Lea, og eg havi altíð vilja átt ein hund. Eg havi lisið um hundar og lært meg alt, sum tú eigur at vita um hundar. Eg havi plága mammu og babba hvønn dag. Eg havi gjørt altfyri at fáa ein hund. Og veitst tú hvat? Ein dagin hendi tað! Eg fekk ein hund. Heykur flytit inn til okkara.
David flýggjar. Hann fjalir seg langt burtur frá familjuni, meðan hann roynir at finna prógv, sum kunnu fáa pápan út úr fongslinum. Men nógvar løgnar hendingar eru í býnum. Fólk bera seg at sum sombi. Sum er tað onkur, sum stýrir teimum. Skjótt er ein heilur herur av viljaleysum trælum í hølunum á Dávidi. Hvussu skal hann megna at vinna á einum manni, sum brúkar ósek sum livandi skjøldur?
Tað eru nógv túsund sløg av smákyktum til. Visti tú, at tað bara er honmýggjabitin, sum sýgur blóð? Ella at grindalokkur er ein risamýggjabiti? Og at grátt undir steini hevur táknur? Og hevur tú nakrantíð hugsað um, hvussu nógv eygu ein eiturkoppur hevur? Um klukkur duga at flúgva? Ella um reyðmaðkur skríður líka væl aftureftir sum frameftir? Les meiri um, hvussu hesi og onnur smákykt liva.
Ein sjúka breiðir seg um allan heimin. Er honvandamikil? Fara nógv at doyggja? Fáa vit hjálp, um vit gerast sjúk? Í hesi bókini kanst tú lesa um nógvar heimsfarsóttir, og hvussu tær ávirka okkum. Eisini um koronu í Føroyum.
Bók, sum er stuttlig og løtt at lesa.