22 sannar gátur um uppfinningar
Søgurnar í bókini eru frá veruleikanum og snúgva seg um ótrúligar uppfinningar. Søgurnar eru skrivaðar sum gátur, sum tú kanst loysa. Les, hygg og hugsa. (Prei: Alt, tær tørvar at vita fyri at loysa gáturnar, er í tekstinum ella á myndunum.)
Hvat veitst tú um dýr ?
Veitst tú til dømis, hví tikarin hevur strípur? Ella hvørjum fugli merst er til av í Føroyum ? Ella hví grísum dámar at rulla seg í runu? Ella hvat ígulfiskur ger, tá ið hann verður bangin? Ella hvat hendir, tá ið hávur missir eina tonn? Í hesi bókini kanst tú stuttleika tær saman við familjuni við at seta spurningar og fáa svar um alskyns dýr. Tit kunnu finna út av, hvussu nógv tit vita, tit kunnu kappast ímóti hvørjum øðrum.
Napoleon
Napoleon var ikki meira enn níggju ára gamal, tá ið hann var sendur heimanífrá á herskúla í Fraklandi, og longu 22 ára gamal var hann oberstur í franska herinum. Men at klára seg framúr væl í herinum var ikki nóg mikið. Skjótt hevði hann valdið í øllum Fraklandi, hann gjørdist keisari - og hann ætlaði eisini at fáa valdið í øllum Evropa.
Nelson
Alt tað, Nelson minnist, hevur honum longst eftir at sleppa til sjós. Tá ið pápabeiggi hansara bjóðar honum arbeiði umborð á skipinum, Raisonnable, tekur hann av. Frá tá av fær hann eitt gott starv fyri og annað eftir og hevur eftir stuttari tíð hægsta starvið í bretska herflotanum.
Ólekkurt
Slímut snor, stinkandi prumpar, sprænandi skræpa og ljóðið av einum knívi, sum verður skavaður eftir einum tallerki. Heimurin er fullur av ymiskum ólekkrum! Hvat er ordiliga ólekkurt? Og hví er tað so ólekkurt? Í hesi bókini fært tú nøkur av svarunum.
Sombigarðurin 5 - Álop
Eitt vandamikið sombivirus er í umferð. Milo er fangaður í djóragarðinum, har pápi handara arbeiðir. Tjúkku múrarnir kring djóragarðin halda sombiunum úti. Ella tað hava teir gjørt higartil. Men eina nátt vaknar Milo av einum rópi. Sombiini eru sloppin inn í djóragarðin. Og nú mugu øll stríðast fyri lívinum. Sombigarðurin er ein spennandi ræðusøga til allar sombifjepparar, og hon er løtt at lesa.
Tann ósjónligi maðurin - Bygd á søguna eftir H.G.Wells
Ber tað til at gerast ósjónligur? Hvussu kennist tað, tá eingin sær teg? Hvat kanst tú finna uppá at gera uttan at verða avdúkaður? Í hesi spennandi endursøguni av óhugnaligu søguni eftir H.G.Wells kanst tú lesa um, hvussu fólkini í eini lítlari bygd í Onglandi royndu at fáa fatur á fyrsta ósjónliga manninum í heiminum.
Donny
Donny hatar skúlan. Hann skulkar og hongur út í býnum. Ein dagin kemur hann til at læna pengar frá einum dreingi. Men av einum dreingi í einum banda. Donny angrar beinavegin, men alt fer av lagi og verður enn verri. Hvussu sleppur hann sær burtur úr støðuni?
Klótuklubbin 2 - Smáttan, sum hvarv
Á garðinum, har Vanja býr, verða nógv av dýrunum sjúk. Samstundis hendir okkurt við tí tómu smáttuni í skóginum, har Vanja og Sívar altíð hava spælt. Hvør er tað, sum tekur gamlar smáttur niður og byggir nýggjar? Og hví liggur so nógv burturkast og flýtur í náttúruni? Smáttan, sum hvarv er onnur bókin í røðini um Klótuklubban, eina detektivstovu við veðurlagi og umhvørvi sum serøki.
Heini og Bára
Heini býr á einum vøkrum, gomlum garði. Heina dámar Báru sera væl. So væl, at hann verður forelskaður í henni. Kári, vinur hansara, argar hann við tí, men hann hjálpir kortini Heina við at skora Báru. Men veit Kári yvirhøvur, hvussu mann skorar gentur?
Antin ella 100 truplar tvístøður
Antin ella? Hvat vilt tú helst? Tvístøður eru ógjørligar at loysa! Hvat vilt tú heldur: gera tvey kilo av oyravoksi ella tvey kilo av snoribollum um vikuna? Stuttligt og gott, tá ið tú skalt bjóða vinunum av!
Djóralív
Stuttlig fakta um familjulívið hjá djórum! Visti tú, at sjóhestapápin verður upp á vegin, og at summi hávasystkin eta hvørt annað? Ella at kjafturin á eini krokodillu er heimsins tryggasta stað, um tú ert ein krokodilluungi? Í bókini Djóralív møtir tú nógvum ymiskum djórafamiljum.
Gentan í kistuni
Í einum stórum og gomlum húsum stendur ein kista. Men eingin veit, hvat er í kistuni. Fyri meiri enn hundrað árum síðan búði ein glað familja í húsunum, men nú vil eingin búgva har. Øll rúmini standa tóm, uttan á loftinum, har kistan stendur. Men ein dagin verður kistan latin upp.
Deyð jørð: 3 - Úlvar í rúmdini
Neo og Niria sluppu undan úlvunum á Sisko. Nú eru tey á veg á eina nýggja støð. Men eru foreldrini har? Og sluppu tey veruliga undan úlvunum?
Heimurin hjá Rosu 2 - Á veiðiferð
Rosa leitar í bønum. Mia mús sær Rosu leita í bønum. Mia veit, at Rosa leitar eftir eini mús....
Heimurin hjá Rosu 1 - Grannalagið
Nógv dýr búgva í grannalagnum. Har eru kettan Rosa, kettlingurin Reyða Rita, fressurin Grái, hundurin Manni, Mia mús og Sørin spurvur. Øll mugu ansa sær, uttan Rosa....















