Í 2020 kom koronavirusið til Føroya. Skúlarnir lótu aftur, og børn vórðu send heim. Men hvat er eitt virus í grundini? Hví gerast vit sjúk av virusi? Og hvussu kunnu vit verja okkum ímóti virusi? Tað kanst tú lesa meiri um í hesi bókini.
Vit skuldu verið leyvur. Leyvur eru sterkar og djarvar. Tær eru floksdjór og ansa eftir hvørji aðrari. Tá ið ein leyva ýlir, hoyrist tað níggju kilometrar burturi. Soleiðis áttu vit at verið. Vit skuldu ikki latið onnur lopið ræðslu á okkum. Tá ið tað kemur fram, at nýggja gentan í flokkinum hevur eitt stórt loyndarmál, verður Malan noydd at taka eina trupla avgerð. Er hon nóg djørv at standa ímóti trýstinum frá flokkinum og stuðla nýggju vinkonuni?
Eg havi fingið nokk av hesum lortinum! Eg Hati,hati,hati tað! Mamma og babba hugsa bara um seg sjálv, og so skal eg bara gera, sum tey siga. Hundans! Nøkur lorta foreldur! Mamma og pápi Bellu skeldast. Tað er ikki til at halda út at lurta eftir. Ein dagin hendir tað, sum Bella hevur óttast mest. Foreldrini skulu skiljast, og Bella skal flyta.
Nora og mamman hava tað gott. Einaferð vistu tær ikki av hvør aðrari. Mamman vildi so fegin hava eitt barn, men hon hevði ongan pápa at fáa barn við. Nora átti hvørki mammu ella pápa. Besta Nora veit, er at hoyra søguna um, hvussu mamman fann hana.