19 meir og minni ósannlíkar søgur. Tað, sum ljóðar veruligt, kann vera fullkomiliga skeivt. Í bókini fært tú meira at vita um millum annað víkingar, fyrra heimsbardaga og olympisku leikirnar.
Sára og Heri eru einsamøll. Tey hoyra ein fugl. Hann letur fýra ferðir. Tá fær Sára eitt hugskot.
Dávur og familjan eru og ferðast í London. Tað er ein hugnaligur túrur, til ein gamal kunningur biður um hjálp. Dávur ivast í, um tey áttu at hjálpt honum, tí knappliga enda tey í einum gomulum líkkjallara.
Ria og Julia skulu sova hjá Malju. Karin sleppur ikki, tí hon er sjúk. Hon sleppur heldur ikki at skreiða. Og tá ið hon endiliga verður frísk, er kavin farin. Men fer hon so at sleppa at sova hjá Malju?
Strutsurin snýsti inn, so nógv hann orkaði. Tú veitst, sum tá tú snorar. Tú tímir ikki at blæsa tað út, men snýsir tað inn í staðin. So siga tey vaksnu: Úlakk, so ólekkurt. Far og snýs tær! Tá ið strutsurin snýsti, bleiv snorið styttri. Hann tók eina avgerð. Hann vildi vita, hvat var í hinum endanum.
Hubert beit seg í undirvørrina. Hann var eingin ketta. Men hann vildi so fegin hava onkran at tosa við. Han leyg: Jú, jú, sjálvanid eri eg ein ketta. Gott! Eina løtu helt eg teg vera ein dumman hund! "Ha, ha, ha," flenti Hubert fjáltraður inni í myrkrinum í lítla húsinum. Tað fór at gerast trupult at greiða frá, at hann var ein hundur.
Hevur tú hoyrt hesa: Tvær tomatir gingu yvir um ein veg. Tá ið báðar komu yvirum, segði onnur tomatin við hina: Hey, nú oyðilegði tú alla skemtisøguna! Tú kanst lesa fleiri skemtisøgur í bókini.
Ida og Uni lata lúkuna upp og lova Dís út úr búrinum. Babba, Dís er rýmd. Hon er vekk! rópar Ida.
Mina býr á eini trøð saman við Æsu og lombum hennara. Ein dagin kemur ein lastbilur, og úr lastini kemur eitt stórt, svart dýr. Tey standa sum kánus. Hvat er hatta? spyrja tey.
Alvi venur eina fintu. Hon er sera flott. Men fintan er ring. Tí bólturin er stórur. - og rundur
Alvi skjýtur. Jákup er í mál. So komi Fríði og Suffía. Tey vilja spæla við. Man Suffía duga at sparka?
Karin og vinkonurnar spæla mussispæl saman við dreingjunum í pútirúminum. Karin vil fegin mussa Leiv, men ikki fríggja, soleiðis sum Julia ger. Men knappliga kemur Stóri-Andras upp í spælið, og nú heldur Karin ikki, at tað er so stuttligt longur...
Líkist heilin á dreingi heilanum á gentu? Hvat hendir, tá ið tú verður forelskað/ur? Hvussu minnist vit? Hvat hendir hvar í heilanum, og hvussu virkar tað? Í hesi bókini kanst tú lesa um alt tað fantastiska,sum hendir í heilanum, kryddað við stuttligari teknirøð, tekningum og myndum. Skrivað hava Espen Dietrichs, sum er professari í nervafrøði, og Eirik Newth, sum er serfrøðingur í stjørnualisfrøði.
Elsa er flutt til ein annan bý. Hon saknar gomlu vinir sínar og følir seg einasamalla. Elias livir á eggini og ger tað, sum honum lystir. Hann kemur frá einum heimi við misbrúki og er á veg út í kriminalitet. Elsa og Elias siga søguna úr tveimum sjónarhornum. Tey bæði ungu liva heilt ymisk lív, men ongin teirra trívist í skúlanum, og ein dag hittast tey á einum bonki. Kanska hava tey meira í felag, enn tey halda ...
Ida og Uni eiga eina kanin, sum eitur Dís. Ein dagin verður Dís vekk.
Alvi og Jákup sparka. So skorar Alvi. Sjálvmál. Hvør hevur vunnið? Alvi ella Jákup?