Tað tykist, sum tað aldri fer at eydnast fátæku Cosette at flýggja frá teimum harligu Thénardier-hjúnunum. Hon er bara átta ára gomul, men tey noyða hana at arbeiða nógv og hart hvønn dag. Jean Valjean hevur lovað mammu hennara, at hann skal bjarga gentuni, men Javert, løgregluovasti, er í hølunum á honum. Fer tað at eydnast tí ágangandi ovastanum at fongsla Jean Valjean? Og um hann fer í fongsul, man so Cosette nakrantíð fáa frælsið?
Farbróður David Balfour, tann óreini og grammi Ebenezer Balfour, selur David sum træl og vónar harvið at vera sloppin undan honum fyri allar tíðir. Men David fær hjálp frá Alan Breck, ið er friðleysur og uppreistrarmaður, at krevja sín rætt og fáa hendur á góðsinum, Shawhúsinum, ið farbróðirin hevur stolið frá pápa Davidi. Hetta er søgan um ein lágskota og ein háskota og ótrúliga ævintýr teirra....
Tvær heilar vikur sunnanfyri. Hvítur sandur, bláur sjógvur. Tað kitlar í búkinum á Beintu, og Sára er glaðari, enn hon hevur verið leingi. Nú verður alt ørvísi!
Malja sleppur ikki inn í holuna hjá dreingjunum. Teir siga, at hon luktar. Karin heldur dreingirnar vera óreinar. Hon heldur tað verða synd í Malju. Men so ger Malja nakað býtt. Nú veit Karin nóg illa, hvat hon skal halda. Er tað framvegis synd í Malju?
Jóal og Ina møtast ein dagin. Tey hava ikki sæð hvørt annað fyrr. Tey gerast vinir. Ógvuliga góðir vinir. Kanska betri enn góðir vinir. Jóal ig Ina er ein vøkur søga um vinalag, kærleika - og um at onkuntíð eru tey vaksnu bara til fortreð.
Visti tú, at kaninir eru í øllim heimspørtum? At kanin kann snara nøsini í allar ættir, og tá ið hon trampar við afturbeinunum, ávarar hon aðrar kaninir um, at vandi er á ferð? Flest øll elska kaninir. Tær eru hugnaligar, spælisjúkar og lættar at ansa. Men um tú vilt hava eina kanin, mást tú vita, hvussu tú skalt ansa hesum fitta dýrinum.
Hvussu loypur krokodilla á? Hví berjast áarross? Og hvussu drepur eiturkoppur fong sín? Í hesi bókini finnur tú svarini og fært nógva aðra spennandi vitan um vill og vandamikil dýr. Dýr kunnu vera vandamikil av ymiskum orsøkum. Tey kunnu vera bangin, svong ella royna at verja familju sína. Nøkur dýr eru bara vandamikil fyri onnur dýr, og nøkur eru eisini vandamikil fyri fólk.
Tað er myrkt. Gutti hevur lisið um eina hvíta hond. Eina hvíta hond, sum sveimar í myrkrinum. So tekur ein hond í hann.
Símun eigur nakrar óhugnaligar skortar. Hann kløkkar Atla. Tað er stuttligt. Men so fer hurðin upp...
Pál hjálpir pápa sínum. Teir skulu seta eina song saman. Eina heilt nýggja song. Men okkurt er galið.
Pápi Pál finnur eina purru. Hjálp konuni, Pál, sigur hann. So hjálpti eg hundinum. Hann er eisini skaddur.
Mangt løgið er, sum vit ikki duga at greiða frá. Vit hoyra um fólk, sum siga seg tosa við andar hjá deyðum fólkum. Onnur hava fingið ymiskt týdningarmikið at vita í dreymi. Bókin Hinumegin, leiðir okkum á eina hugtakandi ferð gjøgnum hesar loynidómar . Vit hoyra um eina kvinnu, sum segði seg minnast ræðuleikar fyri 800 árum síðan. Tónaskøld, sum halda fram at gera tónleik, eftir at tey eru deyð, og nógv, nógv annað. Tú verður kløkkur og undrast!
Elsa og tey koyra í bili. Tey koyra inn í ein tunnil. Nær endar hann? So steðgar bilurin...
Tað er ein góðan summardag. Katla og Stina svimja í sjónum. Knappliga er ein drongur horvin. Man hann vera druknaður? Katla og Stina kanna málið.
Skalt tú eitast at vera brandmaður? sigur Regin við Eirik. Tú ert tann løgnasti lortungin í øllum heiminum. Men Eirikur vil ikki vera løgin. Hann vil vera djarvur! Tí stjelur hann svávulpinnar og setir eld á grasið. Tí hann ætlar at sløkkja tað við vatnslanguni. Men so gongur alt púra galið!
Henry fer ti Suðurafrika at leita eftir beiggja sínum, George, sum hann gjørdist óvinur við fyri nógvum árum síðani. Komin til Suðurafrika, finnur Henry út av, at George er farin at leita eftir námum Sálomon kongs, sum sigast at vera full í diamantum . Á ferðini eru Henry og fylgi hansara fyri mongum vandamiklum hendingum; teir enda í eini oyðimørk, síðan í bítandi kulda, og verða umringaðir av krígsmonnum. Fer tað at eydnast Henry at finna beiggja sín?