Ein bátur rennir á brúnna beint við verksmiðjuna í lítlu bygdini. Vanja, Sívar og Marni uppdaga, at olja er á sjónum, og at hvítu svanirnir eru dálkaðir av svartari olju. Kann tað verða verksmiðjueigarin, sum stoytir olju á sjógv? Ella er tað Ludvík, løgni hjálparmaðurin hjá honum? Tá ið eingi vaksin trúgva teimum teimum børnunum, mugu tey taka málið í egnar hendur.
Heini býr á einum vøkrum, gomlum garði. Garðurin er langt burtur frá øðrum gørðum. Hena dámar væl grannan, flogskiparan, hóast hann er løgin. Ein dagin lærir flogskiparin Heina at flúgva. Tú skalt bara lata eyguni aftur, so kanst tú flúgva um allan heim. Men Kári, vinur hansara, vil eisini læra at flúgva. Og hann vil ikki geva Heina flogbrillurnar aftur....
Tá ið Elias var smádrongur, droymdi hann seg út í heim at spæla hondbólt. Hansara stóri barndómsdreymur var einaferð at sleppa í hvítu troyggjuni hjá THW Kiel, og nú sleppur hann at spæla við týska stórfelagnum. So skjótt vinmennirnir og hann vóru lidnir í skúlanum, fóru teir í Hoyvíkshøllina at spæla. Teir brúktu nógar tímar í høllini. Hetta er ein orsøk til, at Elias er so góður hondbóltsspælari.
Visti tú, at foreldur í Fraklandi fáa heiðursmerki, um tey klára at uppala fýra børn? Ella at 3000 slott eru í Belgia? Og at tað eru fleiri hitarúm enn bilar í Finnlandi? í Evropa er mangt, sum er løgið!
Eitt vandamikið sombivirus er í umferð. Milo er fangaður í djóragarðinum, har pápi hansara arbeiðir. Tjúkku múrarnir kring djóragarðin halda sombiunum úti. Men øll eru ikki í tryggleika. Nøkur fólk eru fangað í bygninginum yvir av djóragarðinum. Hvussu skal Milo bjarga teimum uttan sjálvur at verða etin av sombium? Sombigaråurin er ein spennandi ræðusøga til allar sombifjepparar, og hon er løtt at lesa.
Hvat er heimsins fittasta djór? Ein kettlingur? Kanska ein oyðimarkarrevur ella ein japanskur dvørgaflogíkorni? Tað eru nógvir mátar at vera fittur. Finn títt yndisdjór!
Hvat er heimsins vandamesta dýr? Ein krokodilla? Kanska eitt áarross ella ein hvíthávur? Heimurin er fullur í vandamiklum dýrum. Vita, hvat tú heldur vera mest ræðandi.
Neo og Niria eru komin á rúmdarstøðina á Sikso. Tey vilja finna foreldrini, men rúmdarstøðin er manntóm. Eingin veit, hvar foreldur teirra eru. Tey fara út at leita eftir teimum. Men so renna tey seg í stóran vanda.... Deyð jørð er ein spennandi rúmdarrøð, sum er løtt at lesa. Hetta er onnur bókin í røðini.
254 almenn fløgg eru til í heiminum, hóast londini eru færri í tali. Í hesi bókini eru myndir av øllum heimsins fløggum og savningar- og eyðkennismerkjum hjá nøkrum av kendastu felagsskapunum. Tú kanst lesa um, hvussu tey eru vorðin til, og hví tey síggja út, sum tey gera.
Eirr vandamikið sombivirus er byrjað. Milo er fangaður í djóragarðinum, har pápi hansara arbeiðir. Tjúkku múrarnir kring djóragaðrin halda sombiunum úti. Men ein dagin finna Milo og vinirnir spor av blóði. Er tað eitt sombi, sum er sloppið inn?
Kaia drálar framman fyri hurðina inn til nýggju floksstovuna. So turkar hon hendurnar upp í kovboybuksurnar. Tær eru sveittutar. Tær ristast eisini eitt sindur. Nær heldur hetta uppat? Hey, Blondi. Tú stendur fyri! Tað er Heri. Kaia hevur ilt í búkinum. Hon var eisini eyknevnd í gamla skúlanum. Tað var ikki stuttligt.
Gunnar og Gunnvá finna eina eskju. Í eskjuni er ein kettlingur. Kettlingurin Frísi, og honum tørvar eitt nýtt heim. Kanska onkur í bygninginum, har tey búgva, vil hava ein kettling? Og kunnu ein ormur og ein ketta búgva saman?
Alt tú vilt vita, og eitt sindur afturat, um meyrur.
Í mong hundrað ár var hann hildin at vera ein hetja, men var hann tað? Síðan dagarnar hjá Magnusi Heinason hava fólk verið ymisk á máli um hann. Var Magnus Heinason ein hetja, sum fekk ein órættvísan deyða, ella ein brotsmaður, sum fekk revsingina, hann hevði uppiborið? Magnus Heinason vaks upp í Føroyum í 16.øld,
Tey rændu børnini eru afturkomin í øllum góðum, og tað lætnar fyri andanum hjá íbúgvunum í Rosenhill. Men er ikki okkurt løgið við hesum børnunum? Bera tey seg ikki eitt sindur undarliga at? Og hví skuldi rænarin bara knappliga slept teimum aftur? Lisa og hinar superhetjurnar eru sannførdar um, at her ruggar ikki rætt, og tær gevast ikki, fyrr enn tær eru komnar til botns í málinum!
Í dag er bara eitt slag av menniskjum til. Men einaferð í tíðini vóru fleiri sløg. Eitt av hesum sløgunum vóru neandertalarnir. Vit eru nær skyld við tey. Neandertalarnir doyðu út fyri umleið 40.000 árum síðan. Men sumt, sum eyðkendu tey, livir enn í okkum.