Súni hevur funnið uppá ein robott, sum hann kallar Tólar. Tólar dugir alt møguligt. So fara teir at keypa fyri Súna, og Tólar kemur við. Inni í handlinum við seymum og skrúvum endar galið, tí Tólar heldur tær longu skrúvurnar vera mat!
Tóra og kjattið er viðkomandi bók um happing á netinum. Tóra fær eini boð í postkassan, hon veit ikki, hvør sendir henni boðini, men so við og við verður hon sannførd um, at tað er onkur í hennara egna flokki. Tíbetur hevur hon Sadboy at kjatta við.
Torkil hevur lagt døtrum sínum eina við, at tað er vandamikið at fara einsamallar frá húsum.Gentur mugu ikki ríða einsamallar,tí ikki allir vallarar hava góðar ætlani.Kortini fer Katrin einsamøll á rossabaki í kirkju ...Tá ið ein vallari seinni kemur til garðin hjá Torkili og tekur reyða serkin, ið Katrin var í um morgunin, upp úr pjøkanum,verður Ása ræðslusligin. Torkils døtur er nýskrivað søga, ið byggir á kvæðið Torkils døtur.Evnið í søguni er frá miðøld.
Tá ið Tornarósa verður doypt, gloyma kongur og drotning at bjóða einum sera týdningarmiklum gesti - tí einu álvuni. Sekstan ár seinni gongur ynski hjá hesi óndu álvu út...
Strutsurin snýsti inn, so nógv hann orkaði. Tú veitst, sum tá tú snorar. Tú tímir ikki at blæsa tað út, men snýsir tað inn í staðin. So siga tey vaksnu: Úlakk, so ólekkurt. Far og snýs tær! Tá ið strutsurin snýsti, bleiv snorið styttri. Hann tók eina avgerð. Hann vildi vita, hvat var í hinum endanum.
Í bókini eru 17 fitt, smá rím: Mánaferðin hjá Lítluni - Allir seyðamenn í Hesti - Veltipetur - Knút - Trapputrinis og mong onnur skemtilig rím.
Enja veksur upp hjá Jens og konuni Martu, sum kallar hana trøllabarn. Fólk í bygdini ræðast Enju, tí hon hevur evni at síggja meira enn onnur. Í fyrstu søguni má Enju flýggja, tí Marta ætlar at melda hana fyri vaktarmonnum hjá kongi.
Tá ið Lilja fær nýggjar brillur, sær hon knappliga alt. nú passar alt tað, hon altíð hevur hildið. Allastaðni eru trøll. Í hvørjum skoti og aftan fyri hvørt horn, sjálvt í postkassunum. Sjálvt ikki heima slepst undan trøllum. Og Lilja má hjálpa trøllunum.
Tula er ein bamsa, sum Ása eigur. Eli finnur hana á bønum, og hon er bæði vát og køld.
Søgan er um Tummas, sum ikki torir at leggja seg at sova, tí hann hoyrir eitt ljóð. Tað ljóðar, sum onkur gongur á gólvinum. Man tað vera ein tjóvur? Ella grønir menn frá Pluto?
Elsa og tey koyra í bili. Tey koyra inn í ein tunnil. Nær endar hann? So steðgar bilurin...
Turbo eitur í veruleikanum Búi. Ein dagin á vetri fær Turbo ein ringan dag. Alt byrjar við, tá ið hann rennir á ein hund, men tað ringasta er, tá ið Sámal og hann fara upp at berjast og Turbo smekkar til, men í nøsina á skúlastjóranum!
Søgan er um Turbo. Í veruleikanum eitur hann Búi, men eingin sigur tað. Viðhvørt fer hann ein skjótari veg í skúla - framvið eitt spøkilsishús. Og einaferð sær hann eitt spøkilsi.