At vita sær, at henda dynamittstongin kundi senda teir høgt upp til himmals og niður aftur, sendi ein óhugnaligan skjálvta gjøgnum teir fýra dreingirnar. Teir vita, at tað er vandamikið, teir tora illa, og kortini gera teir tað: Festa í fjúsið og tveita dynamittið í eitt ruskílat. Einki hendir, og teir rýma. Men so kemur ein lítil drongur gangandi ...
Vit fara við Frankenstein ígjøgnum ymisk fjallalendi og yvir fryst høv. Klárar hann at steðga framferðini hjá tí fjandans drápsmanninum? Er hann til reiðar at gera tað, ið ódjórið biður hann um? Tað er Mary Shelley, ið upprunaliga hevur skrivað, og Gill Tavner, sum hevur umskrivað søguna.
Rustur sum viður og vindur er ikki bara ein stuttlig bók, men eisini ein bók á tremur av gløggum eygleiðingum. Og í hvussu nógvum føroyskum skaldsøgum hevur høvundurin samrøðu við standmyndina av Rasmusi Effersøe á Tinghúsvøllinum um at blíva pakkaður inn í wc-pappír og mangt annað?
Beinta er forelskað í Dánjali. Flokkurin velur, at Sára, bestu vinkona Beintu, og Dánjal skulu fara á skeið saman. Ikki er tað lætt, tá besta vinkona tín fer at ferðast við tí, tú ert forelskað í...
Í Eg spyrji fer Emma at ganga saman við Kristjani og so vil Hanna eisini hava ein sjeik, akkurát sum Emma. Hon ger sær ein langan lista við dreingjum, sum hon so fer at skriva til. Í Tori eg? eru tær báðar floksferð, men Emmu leingist heim, helst tí at Kristjan hevur gjørt tað liðugt. Hon fer avstað, og Hanna verður ógvuliga kedd, men so kemur Sjúrður, og so verður Hanna glað aftur.
Hóast Ró og Rói eru sum dagur og nátt, so eru tey góð við hvørt annað. Ein dagin gera tey av at býta um klæðir og býta um navn, og so fara tey í skúla.
Sára vil ikki spæla við Minnu, tí hon skal spæla við Hera. Men tá ið Heri kemur er hann ikki einsamallur ... Knappliga fer Sáru at leingjast eftir Minnu.