Ein nýggj superhetja er í býnum. Øll børnini í skúlagarðinum tosa um framúrskarandi Reyða skortin, ið dugir at flúgva og berjast ímóti bølmennum. Tey hava onga hóming av, at hetta í veruleikanum er teirra egni, happaði floksfelagi, Lisa. Eftir at handbók fyri superhetjur" á bókasavninum, er Lisa farin í holt við at venja at venja 101 kynstur - men nú stendur hon fyri størstu avbjóðing higartil. Ferðmikið, spennandi og vakurt um eina lítla gentu, sum tekur málið í egnar hendur.
Lisa trívist ikki í nýggja skúlanum. Nakrir dreingir happa hana, og hvønn dag flýggjar hon undan teimum og krógvar seg á bókasavninum. Ein dagin kemur hon fram á eina bók, ið er um, hvussu tú kanst gerast superhetja við teimum 101 kynstrunum, sum eru lýst í bókini. Kann hetta veruliga lata seg gera? Ferðmikið, spennandi og vakurt um eina lítla gentu, sum tekur málið í egnar hendur.
Ein tjóvur er í flokkinum. Sofía og Anita mugu finna út av, hvør tað er. Tað verður nógv ørvísi, enn tær høvdu ímyndað sær frammanundan.
Elin og tey í flokkinum fara á seturskúla. Har hittir hon Beinir, sum gongur í einum øðrum skúla. Hann er hægri enn hinir og er ljóshærdur. Hann heldur um hondina á Elini undir borðinum og spyr, um tey skulu hittast undir eikitrænum seinni í kvøld. So hendir okkurt snópisligt, og Elin rýmir heim mitt um náttina, men tá ið hon kemur heim, sær hon okkurt, sum er nógvar ferðir verri. Mamma Elina hevur fingið sær nýggjan sjeik, og hann eigur eina dóttur, sum eitur Kristina.
Símun og Nói vilja bjarga humlum frá deyðanum. Teir hava ein klubb. Alda sleppur at verða við.
Símun og Nói lúra eftir stóru dreingjunum við revaholuna. men so verða teir avdúkaðir!
Tá ið sólin setur, og tað fer at skýma, gera nógv dýr seg til reiðar at sova, meðan onnur vakna.
Ørnir eru ovurstórar! Tær eru sterkar og glúpskar, hava ótrúlia sjón og eru skjótar og kongaligar, tá tær flúgva. Í hesi bókini kanst tú lesa um, hvussu tær liva, hvat tær eta, og hvussu tær uppala ungar sínar.
Bjarni býr saman við ommuni úti á bygd. Í skúlanum gongur Lenny Karlsson í sama flokki sum hann. Kenny ger seg inn á Bjarna og vinin, Flanagan. Tað er tí, teir vilja herða seg, so teir kunnu standa ímóti sløgunum frá Lenny og kanska sláa aftur. Men hjálpir tað teimum at herða seg, ella mugu teir gera annað? Bjarni hevur lært seg nøkur gandaorð frá ommuni........
Símun hevur fingið pappageykin Pippus; hann er hansara. Nói vil eisini hava ein pappageyk, men Pippus letur ikki nakran ráða yvir sær bara soleiðis.
Ásu dámar ikki tey níggju húsini. Tey eru ísakøld, og tað hendir ymiskt løgið her. Ein fremmandur drongur situr í baðikarinum. Í køkinum stendur ein maður. Men tað hoyrist ikki eitt ljóð frá teimum. Er tað bara Ása, sum skilir, at tað spøkir her?
Leyvur eru stórar! Tær eru størstu ketturnar í heiminum og eru sterkir og vøddamiklir veiðarar. Tær hava hvassar tenn og eru ofta í bólki, tá ið tær veiða. Í hesi bókini kanst tú lesa um, hvussu tær liva, hvat tær eta, og hvussu tær uppala ungar sínar.
Omman hevur ein trupuleika. Rómin er burtur... Tíbetur dugir Óli at leita. Óli leitar eftir sporum og prógvum. Hvør man hava stolið róman?
Djóra-Djóni sigur frá síni yndis fjalladjór. Frá kinkilluni til snjóleopardin. Visti tú? At kinkillur brúka oyruni at sleppa sær av við hitan? At andeskondorar er tað fuglaslagið í heiminum, sum livir longst? At pandur kunnu viga upp í 160 kilo?
Nanna sær Mark fara spakuliga inn í bunkarin. Himmalin uppi yvir henni tykist ljósur samanborið við holið, har hon stendur. Skýggini fara spakuliga frmavið, og av og á hoyrist eitt likkugól; annars er friðaligt. Hon setir seg at húka og starir inn í myrku gongina. Nakrir veikir ljósglottar siga henni, at Mark framvegis er har inni.Nakrir fuglar fara flákrandi og látandi beint uppi yvir holinum, og tað fær hana at reisa seg upp. Hvat hevur rætt teir? Hon heldur ondini og lurtar.
At yvirliva er um at koma livandi frá vandum, frá ýlandi stormum til at liggja og reka úti á opnum havi. Les ótrúligar,sannar søgur um fólk, ið eru stødd einsamøll úti á nøkrum av vandamiklastu støðunum á jørðini, og sum koma undan við lívinum við einføldum kynstrum og hegni.