, , , , , ,

Kular røtur, sangir

Skjótt gongur tíðin. Men Kular Røtur eru ikki gularøtur. Tær spillast ikki eins og vanligar røtur og plantur, og tíðin hevur víst, at sangir sum “Hon er omma mín”, “Karin”, “Vera” og “Tey kalla meg Babe” eru vorðnir fólkaogn. Í sangbókini við gyltari permu eru 29 sangir við nótum og besiffringum, sum Magni Husgaard hevur gjørt. Edward Fuglø hevur sniðgivið og myndprýtt og prentvirkið Cre8 hevur brotið um og greitt bókina til prentingar.

90,00 kr. 150,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Langa Lina langomma (32)

Langomma hevur ikki altíð verið langomma. Hon hevur eisini verið omma, mamma og eitt barn - líka sum eg, hugsar lítli drongurin, ið er so heppin at eiga eina fitta langommu, sum fegin vil nana og siga frá søgum.

130,00 kr. 149,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Litbók - Sólja og Súla á sólferð

Lítla litbókin er til tín at skapa og prýða tína egnu søgu. Góða sólferð saman við Sólju og súlu kring heimin.

50,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Lítla barnabíblian (24)

Ein dýrgripur av søgum sagdar fyri smábørnum. Her verður sagt frá um Nóa ørk, lítla dreingin Móses, Dávid og Goliat, Dábjal og leyvurnar, og um Jesus.

150,00 kr. 180,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Lítla Gunvør og kálvurin

Søgusavn við fimm upprunasøgum og tvey og tjúgu týddum søgum. Upprunasøgurnar eru - Haruungin, Ein jólamynd, Lítla Gunnvør og kálvurin, Kettan og músin og Gloym meg ei.

10,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Lív heldur á

Pápi Páll fer burtur í haga og kemur aftur við eini ær, ið hann leggur við ketlin at fáa hita. Páll fær hana ikki úr huganum og fer at hyggja til ærina um morgunin, og tá sær hann eitt pinkalítið lamb standa á gólvinum.

20,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Lív og dýrini

Fýra søgur um lítlu Lív og øll dýrini, henni dámar. Lív og dýrini er barnabók í fýra samanhangandi pørtum. Bókin kann sigast fyri 3 ára gomlum børnum og eldri.

14,00 kr. 10,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Loftar tú mær? (37)

Aftan á døgurða verða tey send út í garðin: lítlibeiggi, systir og stóribeiggi. lítlibeiggi uppi í trænum, systirin við drekanum og stóribeiggin við brunnin. Trý børn, sum á hvør sín hátt syrgja langommuna, sum ikki er til longur. Burtur er tað heita klemmið, tann glaða røddin og tað tryggasta brosið. Men tey hava hvørt annað....

132,00 kr. 149,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Lokki litaval

Yrkingasavn fyri børn og barnsligar sálir. 35 stuttligar yrkingar og vakrar myndprýðingar.

55,00 kr. 60,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Loppugras, yrkingar

Savn við tólv yrkingum. Heimligar, skemtiligar og samstundis sniðfundigar yrkingar, ið hóska væl saman við tekningunum. Við bókini fylgir fløga við løgum til átta yrkingar.

160,00 kr. 180,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , ,

Loyndarmálið hjá Gudmundi

Bókin er um Gudmund, sum eitt summarið hittir tvíburagentuna Jóhannu. Jóhanna vísir Gudmundi á eitt loyndarmál í skóginum. Tað verður loyniliga staðið hjá teimum báðum í skóginum og saman vitja tey staðið nærum hvønn dag og lata hugin reika.

120,00 kr. 140,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Loyndarmálið hjá pápa

Pápi hevur eitt loyndarmál – eitt loyndarmál, sum vit bæði, Siri og eg, ikki mugu gretta orð um. Og eitt kann eg siga tær! Tað er verri enn loyndarmálið hjá flest øðrum húskjum. – so nógvar ferðir verri!

140,00 kr. 160,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Loyndarmálið hjá varúlvinum (28)

Tað er eldur í skóginum í Eldsala. Alt bendir á, at eldurin er ífestur, at onkur ger tað við vilja. Samstundis hoyrir Herbert óhugnalig ýl í skýmingini, og stór hundalíknandi skepilsi lúra ímillum trøini. Vinirnir Herbert og Sally verða drigin inn í eitt loyndarmál, sum er vandamiklari enn nakar av teimum hevði ímyndað sær. Kunnu tey bjarga Eldsala? Bókin er sjálvstøðugt framhald av bókini Sombifepur.

179,00 kr. 199,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , ,

Loyndarmálið í Angkor, BFL

Dávur og tey eru í Kambodja. Tá sera virðismiklar standmyndir hvørva úr Angkor, setir politiið mammuna í fongsul og skuldsetir hana fyri stuldur, og børnini mugu stríðast við náðileysar skálkar, óvuliga svangar krokodillur og mutraðar politistar.

133,00 kr. 145,00 kr.
Legg í kurv