Betta leikar í um songartíð
Tá ið Betta skal í song, leikar hon í! Hóast hon er troytt og er næstan um at sovna, so má hon líka spæla á floytuna, mála eina blómu og koyra við bilinum og tokinum.Minnist tú Bettu?Gorilluna,ið fekk skalið av bananini og tí varð frá sær sjálvari. Tíbetur kom harra Tukanur henni til hjálpar, flusti bannina og fekk Bettu at sissast.
BOB
Bókstavirnir
Myndabók við føroyska stavraðnum og ørindi til hvønn bókstav, ið ber uppá rím.
Bone
Two dogs have to deal with their jealousy in this wordless book. Suptle expressions and gestures speak volumes as we witness their growing envy. A twist on the last page, however, puts both dogs on the same side.
Borgin handan havið
Ása er væl við høvdingasonin Torfinn. Hann fer á víkingaferð, men kemur ikki aftur. Øll halda hann vera deyðan, men so ein dagin daga skipini úti í havsbrúnni og Ása er eydnurík. Men fer hon at tora at siga honum frá, hvaðani hon er komin?
Bukkarnir Brúsi fara at ferðast (21)
Einaferð vóru tað tríggir geitarbukkar, sum allir itu Brúsi. Teir skuldu suðureftir at ferðast. – Eru trøll í heitu londunum? spurdi Lítlibrúsi. – Nei, segði Miðlingabrúsi. – Bara í Føroyum og kanska í Noregi. – PASSAR tað? spurdi Lítlibrúsi. – Ja, segði Miðlingabrúsi. Men Lítlibrúsi tók vatnpistólina við sær, bara fyri at kenna seg tryggan. Tú kanst aldrin vita …
Bukkarnir brúsi í baðilandi
- Kunnu vit ikki heldur fara har? spyr Miðlinga Brúsi. - Tað er so keðiligt uppi í feitilendinum. - Please, sigur Minsti Brúsi. - So noyðast vit ikki at ganga yvir um brúnna heldur. Tað er so keðiligt við hasum trøllinum. Størsti Brúsi játtar, og bukkarnir Brúsi fara í Baðilandið. Men heldur tú, at teir sleppa undan trøllinum? Ein stuttlig myndabók um bukkarnar Brúsi sagt og teknað á øðrvísi hátt.
Bukkarnir Brúsi og jólamaðurin
Dinosauravinir 1 - Eggið (19)
Tíðliga ein morgunin verður Rasmus Rex vaktur av besta vinmanninum Trygva Troodoni. Trygvi hevur stórtíðindi: Eggið hjá mammu hansara fer skjótt at klekja! Rasmus og Trygvi fara eftir sniðgøtuni ígjøgnum Mýriskógin fyri at náa at síggja tað. Men var tað nú so snilt? Í skóginum møta teir nøkrum nokk so óhugnaligum dinosaurum, og tá teir koma vegin fram, verða teir rættiliga bilsnir av tí, sum kemur úr egginum …
Dinosauravinir 5 - Bestu vinir (18)
Trygvi vakir altíð Rasmus. Men ein morgunin kemur Trygvi ikki. Hvat er hent? Rasmus noyðist at fara einsamallur inn í tann óhugna - liga mýriskógin at leita eftir sínum besta vini. Og tað verður ikki júst frægari av tí, sum Babba Rex fortelur honum: at onkur hevur sæð ein løgnan og óhugnaligan flogdinosaur í skóginum.
Dinosauravinir 6 - Sjóskrímslið (18)
Dinosauravinir 7 - Loyndarmálið
Familjurnar hjá Rasmusi og Trygva fara at ferðast saman. Tey fara at vitja abba Trygva, sum er uppfinnari og býr í einum helli. Men hví er hann ikki inni, tá tey koma? Og hvørji eru loyndarmálini, sum goyma seg í hellinum?
Dinosauravinir 8 - Jólagávan
Abbi Troodonur hevur sent Trygva eina ordiliga stóra og loyndafulla jólagávu við verðsins besta yvirraskilsi í. Trupuleikin er bara, at bæði pakkin og postboðið, sum skuldikoma við honum, eru burtur! Finna Rasmus og Trygvi jólagávuna áðrenn jólaveitsluna? Og passar tað, at ein risastórur rovdinosaurur lúrir í mýriskóginum?
Djarvi Djóni (20)
Í hesari bókini hevur Djóni trupulleikar av ymsum slagi. Tað kann vera í forskúlanum, á spæliplássinum ella heima. Hetta eru trupulleikar, sum børn uppliva í gerandisdegnum. Les bókina saman við barninum og lær at loysa trupulleikan eftir lítlari løtu við at hugsa øðrvísi. Djarvi Djóni er ein bók, har børn kunnu læra seg, hvussu einfalt tað kann vera at handfara svárar kenslur við at hugsa á ein nýggjan hátt.
Dog, Cat and Mouse
Drongurin í grønum gummist.
Ein drongur í grønum gummistivlum dettur ein dagin á ein rustaðan nagla. Hann noyðist beint á skaðastovuna at seyma holið í pannuni aftur. Tíbetur er har ein lækni í grønum tuflum ...















