Gruffalo, heft
Ein mús fer sær ein túr í skógin, har hittir hon fyrst ein rev, sum spyr hana, hvagar hon fer. Músin er skjót at siga, at hon fer at hitta gruffalo. Og nú fær søgan ferð, tí øll dýrini, hon hittir ræðast gruffalo, sjálvt um tey ongantíð hava sæð hann. Men hvussu við músini, man hon ræðast gruffalo?
Gruffalodiddan (40)
Men eitt kvøldið við kulda og kava lurtar Gruffalodiddan ikki eftir ávaringunum hjá pápanum og sníkir seg út í kavan. Tí tann Stóra Ónda Músin er ikki til ... ha?
Haruungin Nelus (28)
Nelus býr í einari djúpari holu ovast uppi undir Malarbrúnni í Keldufjalli í Svínoy.Honum dámar væl at spæla í kavanum,men ein dagin hendir nakað ógvusligt....
Hey, abbistabbi!
Abbistabbi sveipar síni fýra abbabørn burtur úr gerandisdegnum á ævintýraferðir við gandakumpassini hjá sær ... Kom við, tá tey ríða á flogfiskum tvíspora undan óðum neytum og flýggja frá skalvalopum. Kom og les um abbastabba - ein óræddur rannsóknarfari, ið dugir meira enn at mata seg ... Heimsgitni tónleikarin Paul McCartney tekur lesaran við á ævintýraferð kring knøttin og heim aftur til songartíð.
Heyst - meldurbók
Tá vetur, vár og summar eru farin afturum, verður heystligt í Meldurbýnum. Øll hittast til tónleik og dans í býarveitsluni, og í Mentanarhúsinum verður graskarkapping. Børnini heilsa nýggja barnagarðinum vælkomin við stórari lanternuskrúðgongu. Í Heystmeldurbókini vísir Rotraut Susanne Berner okkum aftur nógvar søgur: gær og gamlar kenningar, eina brúðleypsferð, og tá eitt burturvilst húsdjór kemur afturíaftur.
Hilbert (20)
Hilbert vil hava Bob at hjálpa sær. Tá Bob kemur, hongur Hilbert í luftini og veit ikki, hvussu hann skal sleppa niður aftur. Tíbetur hevur Bob eina gularót ...
Hilda og Monsi (20)
HIlda og Monsi eru vinir. Men ein dagin hvørvur Monsi inn í Álvaheyggj....
Hin dagin tá ið Rebekka var Ra
Til børn í barnagarðsaldri. Søgurnar snúgva seg um ein drong og eina gentu, sum ein morgunin vakna og eru hitt kynið. Javnstøðunevndin hevur tikið stig til útgávuna fyri at skapa orðaskifti um kynsleiklut og javnstøðu.
Hin klóka æðan
Myndabók, ið er grundað á eina sanna søgu úr Hesti. Um eina fitta ommu, ið hjálpir tveimum oljudálkaðum æðum.
Hundatúrurin
Hugsa tær at sleppa ein túr við stóra hundinum hjá ommuni? Bara ein lítlan túr út at pissa. Far ikki ov langt! Nei. Bara ein lítlan túr. Og tú mást ikki vera ov leingi burtur! Minst til tað! Hvussu leingi man tað vera? Tað er ikki gott at vita. Og hvør er tað í veruleikanum, sum gongur túr við hvørjum?
Hvalagongan (18)
Tá allir hvalirnir í havinum fara úr sínum heimi og gera landgongd, verða fólk ørkymlað. Skjótt deila øll svimjihyl, tokini eru øgiliga trong, og eingin fiskur er eftir á matstovunum. Inntil ein klók, lítil genta ger av at spyrja hvalirnar, hví teir hava gjørt landgongd og eru komnir í bygd og bý ... Ein sterk og hugvekjandi bók eftir kenda, australska Nick Bland, sum skrivar og myndprýðir barnabøkur.
Hvar er Bus-Álvur
Nú er Álvur vorðin stórur og skal fara í skúla í morgin. Men hví er hann so tigandi og fáligur og als ikki so glaður, sum hann er vanur?
Hvat er inni í mær?
Hvat gevur mær mítt skap? Hvussu kann eg flyta meg? Hvat ger blóð? Og hvar fer maturin, eg eti? Nú fara vit at kanna tað?
Hvussu krógvi eg eina leyvu (30)
Hvar kann ein øgiliga lítil genta krógva eina øgiliga stóra leyvu? Ikki er tað lætt, men Iris má royna so frægt, hon kann. Tí mammur og pápar kunnu gerast ógviliga løgin av at hava eina leyvu í húsinum. Men hvussu leingi kann Iris krógva leyvuna?
Í morgin fari eg aftur at spæla við babba
Hvønn dag fái eg muss, tá ið eg fari út. Hvønn dag sleppi eg at ringja til mammu og babba. Hvønn dag sakni eg tey. Pápi Ára er sjúkur og má fara á sjúkrahúsið í Danmark, og mamman fer við honum. Ímeðan kemur omman at vera hjá Ára og lítlusystrini. Tað er leingi at bíða, og omman er fitt, men hon er ikki mamma og babba. Nær koma tey heim aftur? Ein innilig og vónrík søga um at hava foreldur, sum gerast sjúk.
Í skýmingini
Hetta er savn við skjaldrum, ævintýrum og søgn, sum Sofía hevur hoyrt ommu sína siga frá. Útgávan kom á fyrsta sinni út í 1948, men er nú økt við skjaldum, søgum og myndum.















