Drongurin, sum rópti so illa (62)
Drongurin rópar, og øll hini halda fyri oyruni. So fer høvdið á honum knappliga at vaksa, og hann sveimar burtur sum ein ballón. Hvar fer hann, og man hann nakrantíð koma heim aftur? Kom við dronginum, sum rópti so illa, á eina óvæntaða ferð. Á ferðini er ongin tekstur, tí søgan er í myndunum og í tínum egna hugflogi.
Drotningin, sum dugdi alt
Dugir tú onki, Pettson? (27)
Findus dugir næstan alt. Men hvussu við Pettsoni? Hygg, hvussu Findus bjóðar Pettsoni av at gera alt møguligt løgið. Men tað er eitt, sum eingin dugir betur enn Pettson. Sjálvandi.
Eg bestemmi! (23)
Ingrid Olsson lýsir í Eg bestemmi! akkurát, hvussu tað er, tá mann sum barn verður noydd at spæla við onnur børn. Til dømis børnini hjá nýggja sjeikinum hjá mammu. Tá er ikki lætt at finna seg til rættis saman við øllum hinum. Men tíbetur kunnu óvæntað vinaløg spyrjast burturúr! Eg bestemmi! er ein fjálg og stuttlig gerandissøga við myndum eftir myndprýðaran Anete Melece.
Eg elski teg longu í morgin (21)
Einki er sum fyrr, tá lítlibeiggi kemur. Mamma fær ikki sitið undir Magnusi longur. Og lítlibeiggi dugir so illa at spæla. Magnus leingist til Fyrr. Tað vísir seg, at tað eru tað fleiri, sum gera. Ein omma til dømis. Saman fara tey á ævintýrferð. Eg elski teg longu í morgin eftir Moni Nilsson og Katarina Strömgård er ein søga um systkinakærleika, sum sleppur at vaksa í síni egnu ferð.
Eg eri ein prinsessa
Eg havi fingið lýs!
Ein stuttlig og kunnandi bók um at basa einum óynsktum gesti. Henda fitta bókin lýsir skriðandi gestin á ein stuttligan hátt, og hon kunnar eisini um viðgerð móti óynskta gestinum.
Ein beiggi ov nógv (20)
Sára orkar ikki at vera fitt við Steinar. Hann er alt ov lítil og so ræðuliga troyttandi og forkelaður. Men eftir at mamma hansara doyði, flutti hann inn hjá Sáru og teimum. Knappliga fær Sára at vita, at hon hevur fingið ein beiggja. Hann er har alla tíðina og oyðileggur alt, sum fyrr hevur verið gott. Sára orkar hetta ikki. Familjan kann ikki hava tað soleiðis. Tað er tá, at hon fær eitt genialt hugskot, sum kanska fer at broyta alt.
Ein eydnufluga - søgur um Alvu og Lias (32)
Hvat hendir, tá vit fáa sár, eru bangin ella sjúk? Hoyr, hvat læknin sigur á faktasíðuni aftan á hvørja søgu!
Ein jólaeingil vitjar
Tummas hvøkkur við, serliga tí at hann býr á aðru hædd. Hann heldur tað vera bæði ein tjóvur ella ein vampýrur, men so vísir tað seg at vera ein eingil, og hann grætur.
Ein vættur fór at ferðast
Myndabók gjørd yvir yrkingina um vætturin, sum ferðaðist um allan heim, tí hann vildi hitta verðins størsta mann. Yrkingin, sum á donskum eitur: En lille nisse rejste, varð skrivað í 1845.
Eitt hav av kærleika
Pingvinin er á veg at vitja vinin, Bjørnina. Við sær hevur hon eitt kuffert, eina lanternu og eitt stórt loyndarmál. So stórt, at hon helst hevði viljað vent heim aftur beinaveg. Fylg tínum hjarta og tínum dreymum. Gev øllum, sum tú ert góð/góður við, bókina.
Eta gras
Eg eiti Imani Lillian Mau, og mær dámar alt. Klintra ovast upp í trø, telja upp í hundrað og eitt og fara eftir vatni hinumegin fjallið. Onki kann steðga mær!
Ferðin hjá Mosamollis
Í søguni um Mosamollis er ongin tekstur at halda seg til. Lat títt egna og barnsins hugflog sveima við henni runt á ferðini og lat myndirnar hjálpa tær at gera tína heilt egnu søgu.
Findus flytur út
Pettson gamli ilskast um, at Findus vekur hann hvønn morgun klokkan fýra. Findus ger morgunfimleik og hoppar í songini, men Pettson vil sleppa at sova, til hann vaknar. So fær Findus síni egnu lítlu hús, og tað halda báðir vera frálíkt í fyrstuni ..















