Pettson fær vitjan á jólum
Pettson gamli og fressurin Findus hava stákast upp undir jól. Nú er bara eftir at fara at fella jólatræið og keypa jólamatin. Men tá verður tað, ið ikki mátti henda. Pettson dettur og meiðir sær fótin, so hann sleppur ikki av fetanum. Hetta høvdu verið eini ræðulig jól, hevði Pettson ikki fingið vitjan, ið hann ikki hevði droymt um.
Pettson og Findus á ævintýraferð (6)
Í hesari savnsútgávuni eru fimm væl umtóktar søgur. Harafturat fert tú at læra meira um, hvørjir Pettson og Findus í veruleikanum eru, og so eru stuttlig ítriv. Eisini eru skitsur av tekningunum í bókini, so tú sært, hvussu myndirnar taka skap. Akkurát tað rætta til tey, ið eru forvitin at vita meira um heimin hjá Pettsoni og Findusi – og framúr gáva til allar Pettsonfjepparar, ið aldrin fáa nóg mikið av sniflum og Findusi og øðrum stuttligum verum.
Pettson tjaldar
Fressurin Findus finnur eitt samanrullað tjald uppi á loftinum, og Pettson minnist, hvussu tað var at sova í tjaldi við eitt kvirt fjallavatn. Tað verður nú ikki sum ætlað, men bæði Findus, Pettson og hønurnar sleppa at royna at sova í tjaldi - heima í garðinum.
Pingvinin
Búi fær eina gávu. Í eskjuni er ein pingvin, sum einki vil siga. Búi roynir, alt hann kann, at fáa hana at tosa, men nógv skal til!
Pippi skipar fyri útferð
Pól, hin kuli giraffurin
Skemtlig og skálkalig bók um hin kula giraffin, Pól, sum roynir okkurt annað, enn hann er vanur. Ein søgu um at bróta frá og gera okkurt heilt annað enn tað, tú ert vanur.
Reiggjan (23)
Tvíburarnir ynskja sær reiggju, men mamman og pápin siga kortanei. Ein dagin gera tey sær kortini eina reiggju og hava ein fantastiskan dag. Men hví sleppa tey ikki at fáa reiggju?
Revaveiðan
Pettson gamli, fressurin hjá honum, Findus, og nakrar hønur búgva í einum lítlum bóndagarði. Ein dagin fáa tey vitjan av grannanum, Gustavsson, sum ætlar sær at fara á revaveiðu. Hvat Pettson og Findus halda um hesa ætlanina, og hvat teir finna upp á fyri at bjarga bæði honum og revi, kanst tú lesa um í hesi stuttligu bókini.
Revur og jólavættur (23)
Náttin er stjørnuklár, og Mikkjal revur smýgur sær fram til garðin, har menniskjuni búgva. Ikki varnast tey, at hann kemur tøssandi - men tað ger garðvætturin. Og hønurnar - nú mugu tær ansa sær! Men jólavætturin blíðkar tann svanga revin og gevur honum burtur av greytinum, sum børnini hava sett til hansara. Spenningur og gandakendur jólahýrur til bæði børn og vaksin.
Rok í veltuni
Nú er vár, og Pettson heldur, at tíðin er komin at seta niður epli og sáa grønmeti. Tað er nú ikki akkurát tað, ið fressurin Findusi dámar best. Hann vil heldur seta frikadellur niður, og tað ger hann so. Nú er bara at vatna og bíða. Men alt verður øðrvísi, enn teir høvdu væntað. Fyrst eru tað hønurnar, ið oyðileggja veltuna, so er tað ... ja, hvør man tað vera? Hóast tað eru nógv spor og ongi epli eftir í jørðini, so er tað ikki lætt at finna tann seka...
Rossini á Skoradali
Søgan um greðingin Reyða, sum livir sítt fría lív á Skoradali, men sum ein dagin verður tikin og fluttur til kolanám í Onglandi, har hann livir undir jørð. Søgan kom fyrstu ferð á prent í Følv í 1972 og síðan prentað í søgusavninum Brøgd og bjørg í 1978. Bókin fekk Norðurlendsku barnbókavirðislønina í 1991 og kom út á íslendskum, týskum og donskum.
Sangbók til skúlabrúks
Í bókini eru nakrir av okkara kendastu barnasangum, 78 í tali, bæði eldri klassiskir sangir sum t.d. Hans A. Djurhuus hevur skrivað og nýggir sangir: T.d. Eg átti mær ein grønan bil, Góða mamma, eg vil sova, Snar, Í ánni siglir skipið mítt, Másin sigur pli, pli, pli, Veturin kom við kulda og kava o.m.a.
Si og Sú síggja
Tær báðar verurnar Si og Sú og meldurin av lívi á havsins botni.
SimmSalaBimm
Søgan er um drongin Kaspar, sum keðir seg so óalmindiliga illa, og tað kenna nógv børn til. Hann fer upp á ovasta loft og finnur eina eskju. Á eskjuni stendur: Simmsalabimm - kom og ganda! Hvør kann tá halda seg aftur? Í hvussu so er ikki Kaspar, og lesarin fær at síggja, at Kaspar og gandastavurin taka púrasta ræðið á einum annars keðiligum heystardegi.
Sjókæti frá A-OY
Skapa tær saman við tapirinum!
Tað er lætt at broyta sítt vakra skap, tá ið tú ert í føðingardegi. Men at fáa rætta skapið aftur er ikki bara sum at siga tað - serliga um tú ert ein lítil tapirur, fullur í kaku. Les um, tá ið Mimbo Jimbo, Gepardurin, Krokodillan, Mumbo Jumbo, Austin og Minna og øll hini stríðast við at fáa Tapirin aftur í sítt fulkomna TAPIR-SKAP!















