Brúgvin
Jess er 10 ára gamal og trívist ikki heima. Men so flytir Leslie inn í grannahúsini, og hon er heilt øðrvísi enn aðrar gentir. Hon lærir hann at liva sítt egna lív.
Barn undir krígnum, innb.
Søgan fer fram undir 2. heimsbardaga og er um eina familju, sum býr á Tvøroyri. Børnini Lisa, Mia og Jákup uppliva nógv spennandi og óhugnaligt. Bretar herseta Føroyar, og børnini gerast vinir við hermannin Jack.
Antonia og Morgunstjørnan
Maðurin, sum leit á Kalifornia
Í teknirøðini er inngangur um John Colter og søguna á vesturlandinum í USA um 1804-05.
Buddy Longway Chinook
Teknirøð um Buddy Longway
Vinur mín, mánin
Ein myndasøga um ein lítlan drong, sum fer út at rógva eitt kvøldið og sær mánan. hann tekur mánan heim við sær at spæla við, og so ein dagin fer drongurin aftur út at rógva og sær sólina. So kunnu tit ætla, hvat hann so finnur uppá.
Tá ið sólin skuldi seljast
Søgan er um eina prinsessu sum skal giftast, men pápin skal velja hvørjum hon skal giftast við. Har koma tríggir hermenn, tveir verða sendir avstað aftur beinavegin, men tann triði nevndi sólina í sínari røðu, og tá blotnaði kongurin.
Tá ið eg var lítil
Í savninum eru sjey smáar søgur: Hygg sólin, mamma Haran við reyða hálsklútinum Eiturkopurin og flugan Lítli Mortan Mús Ein sólskinsdagur uppi í veitini Tann lítli vætturin Elin og dukkurnar
Tað vakrasta lagið
Ein kongur vil hava fatur á fuglinum, sum syngur so vakurt og ásannar, at tað er floytuna hjá fuglamanninum, hann hevur hoyrt.
Snøkil og Snáka á vetri
Snøkil og Snáka
Si og Sú síggja
Tær báðar verurnar Si og Sú og meldurin av lívi á havsins botni.
Sangbók til skúlabrúks
Í bókini eru nakrir av okkara kendastu barnasangum, 78 í tali, bæði eldri klassiskir sangir sum t.d. Hans A. Djurhuus hevur skrivað og nýggir sangir: T.d. Eg átti mær ein grønan bil, Góða mamma, eg vil sova, Snar, Í ánni siglir skipið mítt, Másin sigur pli, pli, pli, Veturin kom við kulda og kava o.m.a.
Pettson fær vitjan á jólum
Pettson gamli og fressurin Findus hava stákast upp undir jól. Nú er bara eftir at fara at fella jólatræið og keypa jólamatin. Men tá verður tað, ið ikki mátti henda. Pettson dettur og meiðir sær fótin, so hann sleppur ikki av fetanum. Hetta høvdu verið eini ræðulig jól, hevði Pettson ikki fingið vitjan, ið hann ikki hevði droymt um.















