, , , , ,

Joakim

Beint sum hann vaknaði, visti Joakim, at alt var ikki, sum tað átti. Mamman gekk og sníkti seg úti á gongini. Kamarshurðin var afturlatin, pápin farin á sjúkrahús við ringum nervum. Hetta var ein dagin í september.

23,00 kr. 25,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Ilt er at vita

Mia er fimtan ár og mótmælir reglunum heima. Ein dagin hittir hon Jens á motorsúkklu, og tá hendir so nógv. Mia er stuttlig og frek, men hon er eisini fitt og løtt at særa, og hon vil fegin gera okkurt gott.

45,00 kr. 50,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Í stríputari troyggju

Tey vaksnu loyva sær at siga alt, tey vilja. Men ein dagin fær Mia at vita nakað um mammuna, sum hon ikki kannn tosa við nakran um. Men so fer hon at tosa við læraran, Mikkjal, ið Mia torir at líta á.

45,00 kr. 50,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Í bardaga við ísin

Anda býr í Grønlandi og dámar at veiða. Ein dagin noyðist pápin at fara til Nuuk á sjúkrahús at fáa heilsubót fyri lungnasjúku. Anda og beiggin Golos sleppa til útróðrar við gamla Otto. Seinni fara teir at veiða á ísinum og koma rættiliga illa fyri.

13,00 kr. 10,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Í abbasa húsi

Tóta er átta ár og býr á ovuru hæddini í einum húsum, sum standa mitt í býnum. Í kjallaranum búgva abbin og omman. Tóta er skilagóð og viðhvørt eitt sindur frek. Besta vinkonan er Ása og hon er fødd í Korea.

40,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Heðin, Marjun og tjøldrini

Søgan er skrivað sum ein dagbók hjá einum tólv ára gomlum drongi. Hann eygleiðir eitt tjaldurspar og skrivar upp alt tað henn leggur til merkis.

35,00 kr. 30,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

GR 9-60

Hvør hevur ábyrgdina av motorbátinum GR 9-60? Er tað Anda, sum eigur bátin, ella er tað Markus, sum hevur riggað hann til? Hetta er tað, ið menninir báðir spyrja hvør annan, tá ið motorurin steðgar úti á havi. Spurningar eru aftast í bókini.

6,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Gullregn

Tá ið blikkeskjan fyrstu ferð verður grivin niður, er hon tóm. Aðru ferð eru 800.000,- kr. í. Fýra børn finna blikkeskjuna. Tey gera av at krógva hana, til tey frætta, hvussu nógv verður latið í finnngarløn. Men tað er torført at semjast um eina ætlan og at goyma pengarnar. Heldur ikki er tað lætt at halda seg burtur frá einum manni, sum, ið hvussu er, ikki er løgreglumaður....

60,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Fangi norðbúgvanna

Fólk í hópatali drukna í óveðrinum. Teirra millum mamma Lothar. Ein munkur úr Skt. Jósefs kleystrinum bjargar honum og Lothar flytir inn á kleystri. Seinni verður Lothar tikin av víkingum, og vit fylgja ferð hansara til Danmarkar.

25,00 kr. 20,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Enn meiri um Jón Odd

Knappliga ein dagin flytir Karmal abbin inn til teirra, og við sær hevur hann eitt áhugavert kuffert. Karmal abbi hevði siglt á øllum heimsins høvum, og altíð hevði veðrið verið ringt. Við hvørt fór abbin túr við tvíburunum.

30,00 kr. 60,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Eitt skip kom á Bjørgvin í 1349

Bókin er um Svartadeyða, og vit hoyra um Bjarta, ein 14 ára gamlan drong, sum upplivir at sorgarleikurin rakar Bjørgvin - Bergen - og um hvussu hann flýggjar niðan í fjøllini, har hann hittir Jostadalsrýpuna.

35,00 kr. 30,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Børnini í trænum, heft

Lena, Scott og Stoff hava bygt sær hús uppi í einum træi. Knappliga kemur grimdarregn og áarføri, og vatnið stendur langt upp á træið. Tey trý royna at bjarga sær tvørtur um ánna eftir einum træi, men fara rekandi oman eftir ánni ímóti einum fossi.

13,00 kr. 10,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Vinur ella fíggindi? heft

2. heimsbardagi er. Tveir dreingir flyta úr London og koma at búgva á einum bóndagarði, langt burtur frá fólki og langt burtur frá kríggi, flogførum og bumbum. Men eitt kvøldið, meðan teir eru einsamallir við hús, dettur eitt týskt flogfar niður á heiðini aftan fyri garðin.

10,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Glasbúrið, heft

Nikolaj Nuffield er eitt undur barn, sum ferðast við foreldrunum víða um heim at spæla klaver við gitnum orkestrum og tónleikastjórum. Men tá foreldrini verða minslað í ferðsluvanlukka verður Nikolaj sendur út á bygd til ein skyldmann at vera.

13,00 kr. 10,00 kr.
Legg í kurv