Eitrandi dýr
Hví eru summi dýr eitrandi? Hvat hendir, tá ið ein ormur bítur? Hví stinga vespur? Hvat er tað mest eitrandi dýrið í sjónum? Í hesi bókini fært tú svarið og meiri at vita um vandamikla heimin við eitrandi dýrum.
Vakurleikin og ódjórið
Tá ið pápi Bellu hentar eina rósu í urtagarðinum á einum slotti, møtir hann einum ræðuligum ódjóri. Djarva Bella setir sær fyri at bjarga pápanum... men hvat bíðar henni á gandaða slottinum?
Birita og summargávan
Fýra vikur í summarhúsinum uttan vinkonur! Hetta verður tað keðiligsta summarið, hugsar Birita. So hittir hon Kristinu, og alt sær út til at verða gott. Men summargávan frá Kristinu ger alt so trupult.
Póldjór - Heimurin hjá Djóra-Djóna
Djóra-Djóni sigur frá sínum yndis póldjóri. Frá hvítrevinum til náhvalin. Visti tú? At ternan flýgur umleið 71.300 km á hvørjum ári? At tenninar á bóghvítuhvalinum gerast 10 cm langar? at pingvinin heldur eggið heitt við at hava tað á fótunum og fjala tað við fjaðrahúðini?
Handbók fyri superhetjur 3.partur - Einsamøll
Samstundis er hvør einasti ránsmaður og tjóvur í býnum Rosenhill bangin fyri at hitta loyndarfullu superhetjuna. Øll uttan tann vandamiklasti skálkurin, Wolfgang. Hann er móður av at verða hóttur av Reyða skortinum, og hann hevur sett sær fyri at steðga superhetjuni, einaferð med alla.
Handbók fyri superhetjur 4.partur - Úlvurin kemur
Vandamiklasti skálkurin í býnum, Wolfgang, hevur rænt borgarstjóran og vil hava Reyða skortin afturfyri. Leingi hevur hann roynt at fanga Lisu, og nú tykist hann vita júst, hvussu hann skal bera seg at. Lisa veit ikki síni livandi ráð - skal hon bjarga sær sjálvari, ella geva seg upp í hendurnar á rænaranum fyri at bjarga borgarstjóranum? Men brádliga fær hon óvæntaða hjálp. Spurningurin er bara, um Lisa kann líta á nýggju vinirnar?
Paul, the Cool Giraffe
Paul's friend think he's really cool. They don't know why, he just is. But when he gets bored og being a vegetarian, his experimantal diet could be step too far for the other giraffes.
Bone
Two dogs have to deal with their jealousy in this wordless book. Suptle expressions and gestures speak volumes as we witness their growing envy. A twist on the last page, however, puts both dogs on the same side.
Flat Rabbit
When a dog and a cat find a flattened rabbit on the road, they try to figure out what happened and what to do next. After much thought, they come up with a plan and work all night to make it happen ... A gentle story about llife, death, kindness and compassion.
The Battle for the Good Grass
The rabbits skip, hop and play in the finest, softest and greenest grass in the country. But the dogs chase the rabbits, because dogs chase everything. The rabbits come up with a plan to get rid of the dogs. There is just one problem...
Dog, Cat and Mouse
The Tree
Hilbert and Bob are friends. But one day Hilbert tells Bob something so surprising that Bob doesn't quite know whether to believe what he says...
Wilbert (EN)
Rat is playing hide and seek with her friend wilbert. When Crocodile joins in, she comes across a bit of a problem.
Fitta kiskan (20)
Lítla barnið sær eina kisku. Sum hon er fitt! Kiskan ger so nógv stuttligt og er so sera mjúk.
Bardagin um Salajak (18)
Høgt uppi í norðri, í fjallaborgini Salajak, vaknar kongliga vittruliðið og strekkir sínar veingir út eftir vetrardvalan. Teimum leingist eftir kjøti, feskum kjøti … Samstundis rýma tríggir beiggjar av garði sínum fyri at fara í part við herin, sum skal steðga óndu gerðunum hjá vittrunum. Ein ferð, sum førir teir móti tí botnleysu avgrundini aftan fyri Salajak, har gudinnan Hel hevur valdið - Jarmaland.Svøríki í 1300-talinum - ein tíð við kríggi og valdsstríði.
Høgni verður ein høsnarungi
Høgni við Tutlá hevur eitt ótrúligt loyndarmál. Hann kann broytast til eitt dýr. Øll sløg av dýrum, í veruleikanum: eina loppu, eina dúgvu, ein nashyrning … Tað er bara tað, at tað bara hendir, tá ið hann er stúrin, og beint nú hevur Høgni nógv at stúra fyri: beiggjanum (sum liggur á sjúkrahúsi), Foreldrunum (sum eru frá sær sjálvum av ótta) og- Foreldrunum (sum eru frá sær sjálvum av ótta) - Og fortreðgeraranum í skúlanum (sum hevur valt sær Høgna sum syndabukk).















