Emil í Lønnibergi, 1 partur
Í Lønnibergi búði ein lítil smádrongur, sum æt Emil. Hann var ein ordiligur kúllur. Hann var ikki so fittur sum tú, minni enn so, men fittur var hann kortini, tá ið hann ikki græt. Hann hevði stór, blá eygu, runt andlit og gult, purlut hár. Ja, hann líktist einum eingli, men hann var eingin eingil. „Altíð finnur hann upp á okkurt skálkabragd, hasin drongurin,» segði Lina, sum eisini búði í Kattholti í Lønnibergi júst sum Emil.
Av Matterhorn í Leirvíkstún (9)
Hvussu fótar tú tær í landinum, har tú búsetur teg? Hvussu lærir tú málið? Á hvønn hátt heldur tú fast við tað, tú hevur við heimanífrá, og hvussu gevur tú børnum tínum lut í tí, samstundis sum tú vilt gerast partur av landinum, tú hevur valt at búseta teg í?
Reiggjan (23)
Tvíburarnir ynskja sær reiggju, men mamman og pápin siga kortanei. Ein dagin gera tey sær kortini eina reiggju og hava ein fantastiskan dag. Men hví sleppa tey ikki at fáa reiggju?
Langa Lina langomma (32)
Langomma hevur ikki altíð verið langomma. Hon hevur eisini verið omma, mamma og eitt barn - líka sum eg, hugsar lítli drongurin, ið er so heppin at eiga eina fitta langommu, sum fegin vil nana og siga frá søgum.
Gita, hvussu góður eg eri við teg (40)
Hetta er ein bók, sum bæði foreldrum og børnum dámar so sera væl ... Øll vaksin vilja fegin lesa hana umaftur og umaftur, tá ið tað er songartíð!
Harry Potter. Eitt gandakent ár (12)
Myndprýðingarnar hjá Jim Kay av søgunum um Harry Potter eftir J.K. Rowling hava rúnabundið eitt heilt ættarlið. Í hesari glæsiligu útgávuni vera nógvar av hansara gandakendu myndum úr myndprýddu útgávunum, nýggjar tekningar og ikki fyrr sæddar skitsur settar saman við 366 ógloymandi sitatum frá bókarøðini.
Mín jólabók 2021 (22)
Fangaður í kjafti tikarans - og aðrar ræðuligar søgur um djóraálop
Norman elskar tikarar og aðrar stórar kettur so nógv, at hann vil eiga tær. Tí keypir hann bæði leyvur og tikarar og hevur tey í heimagjørdum girðingum. Norman heldur, at hann hevur eitt serligt samband við djórini, og at tey ongantíð fara at leypa á nakran. Men ein dagin, tá ið ein drongurkemur á vitjan, endar heilt galið ...
Heykur fer til lækna
Eg eiti Lea, og hvølpurin hjá mær eitur Heykur. Í dag skulu vit til djóralækna, tí Heykur skal koppsetast. Allir hvølpar skulu koppsetast. Eg má lata sum einki, so Heykur ikki verður óróligur. Men eg veit eisini, at eg verði bangnari enn Heykur, tá hann fær sproytuna.
Hvussu hvalurin fekk háls
Einaferð fingu hvalir etið alt, og tað gjørdu teir. Hetta er søgan um, hvussu alt broyttist.
18 Duldarfullar gátur
Hvat er loyndarmálið við Bermudatríhyrninginum? Hvussu bar tað til, at Frælsisgudinnan hvarv? Hvat gjørdi gandakallurin Jasper Maskelyne fyri at lumpa nasistarnar? Í hesari bókini eru átjan gátuførar søgur úr veruleikanum. Tær eru sagdar sum gátur, so vita, um tú klárar at loysa tær. Les, hygg og gita.
Søgan um Robin Hood
Tann óndi sjeriffurin í Nottingham er so ríkur, at hann kann gerast kongur. Bara ein maður kann steðga honum - tað er tann djarvi friðloysingurin, Robin Hood. Men fer tað at eydnast Robini Hood at bróta inn í borgina hjá sjeriffinum og stjala alt ríkidømið hjá sjeriffinum?
Kavbátar
Hvat verða kavbátar brúktir til? Nær vóru fyrstu kavbátarnir bygdir? Hvussu sleppur manningin til rýmingar, um okkurt er áfatt? Og hvussu gjørdu kavbátar sítt til at vinna báðar heimsbardagarnar? Her kanst tú lesa um ymisk sløg av kavbátum, frá kjarnorkuriknum risum til evarska lítil robottfør. Tú kanst lesa um spennandi tilveruna umborð á kavbáti og falda síðurnar út, so tú sært ein kjarnorkuriknan kavbát innan.
Herskip
Nær sigldu fyrstu bardagaskipini í kríggj? Hvussu skjótt kunnu herskip sigla tvørtur um aldur? Hvørji fyri vápn eru umborð á herskipum? Hvat er størsta herskipið á sjónum? Frá sjóbardøgum til nútímans stríð við tøkni - í øldir hava herskip rátt á heimsins høvum. í hesi bókini sleppur tú umborð á kendastu herskipini í heiminum.
Loynigentan (30)
Alda hevur afturvendandi marrur um systur sína, ið tók lívið av sær. Um alt blóðið í baðikarinum og henda rama luktin. Alda má læra seg at finna stevið eftir hesa ræðuligu hending. Men tankin, ið alla tíðina vitjar aftur, er: hví tók Brynja, henda lívsglaða gentan lívið av sær? Hvat var tað, ið hendi?















