Út í rúmdina
Hugsa tær, at fólk hava verið á mánanum? Alva droymir eisini um at fara út í rúmdina. Men noyðist hon at bíða, til hon verður stór?
Deyð jørð: 1 - Ferðin til Sikso
Jørðin doyði fyri tíggju árum síðan. Neo og Niria eru uppvaksin í einari rakett í rúmdini. Mamma og pápi teirra fóru avstað fyri fleiri árum síðan. Tey skuldu byggja eina støð á einari aðrari gongustjørnu. Nú eru Neo og Niria á veg til støðina. Men fara tey at finna mammuna og pápan?
Stóribeiggi
Hugsa tær at hava ein stórabeiggja? Ein, sum altíð tímit at sparka saman við tær. Men eru allir stórubeiggjar soleiðis? Og hvat við teimum, sum bara hava strævnar lítlusystrar?
Sombigarðurin 2 - Tann deyða leyvan
Djór kunnu ikki verða sombi. Ella kunnu tey? Tey vaksnu góvu leyvunum eitt deytt sombi. Men taå skuldu tey ikki havt gjørt. Tí nú er okkurt púra galið við leyvunum. Og knappliga eru Milo, Samir og Afia í stórum vanda.
Gammurin Polly rýmir-Tey í skrímslag.
Hjálp! Gammurin Polly er sloppin út gjøgnum eitt opið vindeyga. Hvar man hon vera farin? Kanska finnur hon kjøt - helst frá livandi dýrum...
Hara og Skjaldbøka
Eg eri so skjót! reypar Hara. Hm! sigur Skjaldbøka trútin. Skulu vit renna um kapp? Men hvør vinnur? Tað sigur hendan framúr livandi endurfrásøgnin úr Esops dømi tær.
Krákus sigur Bíða! (44)
– Hey, Krákus, skulu vit fara at súkkla? – BÍÐA, Mamma Mu! Havi ikki tíð. Eg má líma.
Har heimurin endar (20)
Hvørt summar verða Quill og vinir hansara settir út á ein fjarskotnan drang úti á havinum at taka fugl. Men hetta summarið kemur eingin út aftur eftir teimum. Sjálvandi kann tað ikki vera annað enn heimsins undirgangur, ið ger, at teir sita strandaðir – kaldir og svangir og krøkja seg í lívið á einum alráðandi og deyðiligum havi. Hvussu skulu teir yvirliva?
Rustaði heimurin 2 - Motorhjarta ((40)
TEY FÝRA SYSTKINI – Píl, Petur, Bowie og Ramona hava strítt seg ígjøgnum rusklandið Danmark. Men nú, tá tey endiliga eru komin harfrá, kenna tey nærum ikki heimin aftur, sum hann var. Børnini mugu siga bæði bottum og kensluleysum vaksum sannleikan um eina verð fulla av ruski og fake news. Tey hava tørv á øllum sínum vinum, bæði nýggjum og gomlum.
Eg elski teg longu í morgin (21)
Einki er sum fyrr, tá lítlibeiggi kemur. Mamma fær ikki sitið undir Magnusi longur. Og lítlibeiggi dugir so illa at spæla. Magnus leingist til Fyrr. Tað vísir seg, at tað eru tað fleiri, sum gera. Ein omma til dømis. Saman fara tey á ævintýrferð. Eg elski teg longu í morgin eftir Moni Nilsson og Katarina Strömgård er ein søga um systkinakærleika, sum sleppur at vaksa í síni egnu ferð.
Lítla kráka samlar (40)
Krákur samla og draga heim í reiðrið. Men henda lítla krákan fær ikki afturhald, so brátt verður næstan ikki pláss fyri henni sjálvari í reiðrinum – og als ikki pláss til vinir.
Enn livir Emil í Lønnibergi (18)
Emil, tað er hann, sum býr á Kattholti í Lønnibergi og sum ger skálkabrøgd næstan hvønn dag alt árið. Hvørja ferð, tá hann hevur gjørt eitt skálkabragd, situr hann innilæstur á verkstaðnum og telgir sær ein lítlan, stuttligan træmann. Nú standa 369 træmenn á hillini!
Emil í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd
Hevur tú nakrantíð hoyrt um Emil í Lønnibergi, hann sum búði á garðinum Kattholti í Lønnibergs sókn í Smálandi? So-o ikki! Men tað skal eg siga tær, at í Lønnibergi var einki menniskja, sum ikki hevði hoyrt um kúllin hjá bónda - fólkunum á Kattholti, Emil, sum gjørdi fleiri skálka - brøgd enn dagar eru í árinum. Tá ið hann hevði gjørt okkurt skálkabragd, varð hann settur í træsmiðjuna, og har sat hann ofta og telgdi smáar træmenn.
Voffurin verður bangin (40)
Skuggar, fremmand, tora og snarljós! Onkuntíð verður voffurin bangin. Ikki vera bangin, voffur. Lítlabarnið er her.
Fyrstu hundrað orðini (20)
Í bókini eru nógv væl kend fyribrigdi úr gerandisdegnum hjá barninum og nógvir lutir at tosa um. Til ber eisini at telja djór og seta saman djór og lutir. Og so kanst tú eisini leita eftir einari gulari dunnu á hvørjari mynd.
Fjallaklintrarin (30)
At klintra í trøum er ikki tað sama sum at klintra í fjøllum, sigi eg. At klintra í fjøllum er ... Eg tigi. Hvussu skal eg kunna greiða Lýdiu og Syrsu frá? Trø vilja, at tú skalt klintra í teimum, men fjøll stoyta teg frá sær. Tú kanst ongantíð gerast vinur við eitt fjall, tú mást vinna á tí."















