Stjørnucrush (35)
Karolina við K er ein púra vanlig genta úr einum púra vanligum staði, sum verður forelskað í einum púra vanligum dreingi, á „tvingsilskampingtúri” við ommuni. Hugsa tær um títt 'crush' brádliga var kendasti persónur í landinum? Tað verður til forelskilsi, fyrsta mussin og nógvar fløkjur. Stjørnucrush er fyrsta bókin í stjørnusjeikatríverkinum: 1. Stjørnucrush 2. Stjørnusjeikur 3. Stjørnugossip
Stjørnusjeikur (28)
Tey hava bíðað við tí besta til síðst. Eingin ivi. Hinir luttakararnir úr Noregi eru longu presenteraðir, men nú kemur „Dreymadrongurin hjá øllum Noregi” sendandi inn frá síðuni, og eg fái púrasta andaneyð av tankanum um, hvussu øll hini hundrað túsundatals fólkini, sum sita og hyggja at honum beint nú, halda, at hann sær út. Tí hann sær ótrúliga gott út. Hann er sólbrúnur og hevur langan frunt, júst sum á plakatunum, og er í eini kritahvítari blusu og kovboyjakka.
Stjørnuslatur
Stravaganza . Grímubýurin
Styrki - Karanabreytin, loggbók 1 (35)
Rúmdarskipið hjá Sagu er sorlað sundur og farið púrasta av kós, og nú skrivar hon sínar frásøgur, áðrenn hon noyðist at fara í ævigan dvala. Hvør er hon, og hvaðani er hon? Hvat var tað, sum hendi, tá tey fremmandu av Kamenia hertóku hennara gongustjørnu? Hon mátti taka á seg at fara ímóti máttmikla fúrstanum og synum hansara. Sjálvt um hon onga Styrki hevði. Bókin er um styrki og veikleika, tað góða og tað ónda í menniskjum, stríð um vald, svikaráð og kærleika.
Sum rótskot
Hvat gert tú, tá fólk látast sum einki, meðan heimurin verður týndur? Og hvat gert tú, tá ein sjúka hóttir við at taka tína bestu vinkonu frá tær? Tú hugsar kanska sum Pax: hygg her, eg eri 16 ár, ókey, chill, men tá tú veruliga, veruliga hevur fingið nokk av bullshitinum? Hvat tá
Suphaya
Solveig er 16 ára gomul og gongur í 10. flokki. Tað er júst blivið liðugt millum hana og Helga og hon hevur tað ógvuliga ringt av hesum. Men hon roynir at láta sum einki, livir lívið og fjastast við mannfólki. Tá ið hon fær illvarning av at hon kanska er uppá vegin, gevst hon at ganga í skúla. Hon hevur tað sera ringt, men hevur eina vinkonu at tosa við og skilir at hon má fáa skil á lívi sínum.
Svart fílabein
Huglagið er als ikki skemtiligt í bókini til unga og vaksna lesaran. Bókin gevur eina sterka lýsing av einum parti av Afrika, har mannalív hevur minni virði enn ein kolafløska, og har børn læra at drepa, áðrenn tey duga at súkkla ella lesa.
Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur
Savn við tíggju nýggjum og spennandi søgum. Um flennandi húðarklæddar skøltar, um ungan mann í hamferð, um gult, slímut, blóðsprongt eygað, um smsboð, ið boða frá ófrættum og mangt, mangt annað óhugnaligt. Set teg í ein góðan stól okkurt kvøldið, tá ið vindurin ýlir og tað oysir niður. Far og les… um tú torir.
Svørðberin
Eftir vanlukkuna vaknar Leda - Svørðberin - í ókendum heimi, har hon noyðist undir eina stravna og hættisliga uppgávu. og samstundis liggur Signý í tungum svøvni á sjúkrahúsinum, og eingin veit, um hon nakrantíð vaknar aftur.
Tað nýggja Atlantis
Vit liva í eini tíð, har vit nærum hvønn dag uppliva stór tøknilig framstig. Áhugavert er tí at lesa stuttsøgur, har kendir rithøvundar longu tíðliga í 19. øld lýstu verk, ið menniskjan framdi við sínum hugflogi og síni neyvu vitan um náttúrufrøði og tøkni. Ofta má lesarin ásanna, at vísindaskaldskapurin ikki altíð er veruleikafjarur.
Tanka - strok, Nr. 2 - 2011
Hópur av stuttligum uppgávum og spennandi høvuðsbrýggi kryddað við spennandi krimisøgu og gaman, sum fær teg at ringja teg saman í skellilátri.
Tann tvíeggjaði knívurin
Tólv ára gamli Will hevur dripið ein mann. Púra einsamallur í verðini ætlar hann at finna sannleikan um, hví pápin hvarv. Hann fer ígjøgnum eitt vindeyga og kemur í ein annan heim. Her hittir hann Lyru, og saman fara tey upp í tornið Torre degli Angeli, har ein gripur liggur fjaldur, sum fólk vilja drepa fyri at fáa hendur á. Hesin lutur, skal vísa seg at fáa avgerandi týdning fyri lagnuna hjá øllum mannabørnum.
Tex
Hann eitur Tex og er 15 ára gamal. Hann er lættur í sinni, gáloysin og líkatil. Honum dámar alt og øll, helst pápan, sum altíð ferðast, rossið Negrito og systir Johnny, Jamie. Hann upplivir nakrar ógvusligar hendingar, sum broyta hann. Hann byrjar at skilja onnur. Bókin er um fólk, sum liva líviå, og um sterkar kenslur.
Tey gávaðu, tey evnaríku og eg (13)
Fimtan ára gamli Sam er eingin víðagitin vloggari, hann er ongantíð farin viralt, og hann hevur ongan hug at gerast Tað Næsta Stóra. Satt at siga er hann púra vanligur og errin av tí. Og tað var ikki nakar trupulleiki fyrr enn babba gjørdist ríkur, og mamma fekk alt húskið at flyta til London. Nú gongur Sam á Norðurlondonska Akademiinum fyri tey Gávaðu og Evnaríku har øll eru upptikin av at leggja Hollywood-ætlanir ella av at stovna alt-metal-sinnisrúmkandi tónleikabólkar.
Tey, sum ikki eru til
Pappírleys menniskju búgva alla staðni; tey, sum ikki eru til. Samuel veit, hvat tað vil siga at lata alt frá sær við vón um eitt nýtt og betri lív í Evropa. Hann hevur gjørt tað fyrr; tá ið hann flýggjaði úr Vesturafrika til Kanariuoyggjarnar. Ta Tað ferðina royndi Emilia at hjálpa at hjálpa.Kortini varð hann funnin og sendur aftur.Tað seinasta, Emilia gav honum, áðrenn hann varð noyddur av stað,var ein pappírslepi við bústaði hennara á. Nú stendur Samuel uttanfyri húsini,har hon býr í Bærum.















