Herviligi Henry og skrímslafilmurin (80)
Fýra søgur eru í bókini: Herviligi henry og skrímslafilmurin . Herviliga vikuskiftið hjá Herviliga Henry . Herviligi Henry og sómakortið . Olympisku leikirnir hjá Herviliga Henry .
Rani-vár og vónir
Hóast avgerðin um at skifta fótbóltslið er ring at taka, er Rani spakuliga við at fóta sær í nýggja heimstaðnum og saman við nýggjum vinum. Men honum leingist eftir pápanum, sum er nú er fluttur saman við nýggjari konu og børnum. Tað kann vera trupult bæði hjá hinum og systrini at góðtaka. Hetta er framhald av bókini, Rani- ein nýggj byrjan.
Loyndarmálið í Oslo, BFL
Dávur er heima í vetrarfrítíðini, og hann keðir seg. So kemur ein nýggjur og ókendur málningur hjá Munch undan kavi. Tað vísir seg at vera øgiliga býtt, ja, í veruleikanum lívshættisligt há Dáva at royna at finna út av, hvaðani málningurin er.
Pax 2. Grimurin (36)
Eitt beist herjar um næturnar í Mariefred og loypur á fólk í býnum. Beiggjarnir Viggo og Alvi mugu steðga tí, áðrenn fleiri verða skadd. Men hvussu skalt tú berjast móti einum slíkum beisti? Teir leita sum ørir í bókasavninum eftir ráðum um, hvussu teir kunnu basa ódjórinum.
Beint á barkan
Um náttina verða tey vakt av ræðuligum ljóðum, ella eru tað skríggj? Á veg oman á sandin um morgunin hoyra tey knurr og skav millum runnarnar. Gamla grannakonan sigur, at tað spøkir á oynni. Hesum ivast Tóra og Símun í, men óhugnaligt er tað. Nú tey bæði eru vorðin forvitin av hesi óloystu gátuni, skal hvør steinur vendast.
Herviligi Henry og kykt (75)
Veitst tú, hvar oyruni sita á eini grashoppu? Hvussu halda býflugur seg heitar? Hvat kykt erut fongin? Eru Mariuhønur veruliga eitrandi? Undarligt og undrunarvert, hugtakandi og herviligt. Herviligi Henry fortelur tær alt, sum tú vilt vita um kykt. Eisini tað, ið tú helst ikki hevði viljað vita...
Anton, mær dámar teg!
Anton er heilt einfalt fullkomin! Men so við og við kemur fyri ein dag, at alt ruggar ikki rætt. HVØR ER ANTON Í VERULEIKANUM? Og hvat er tað, sum er so gátuført við honum? Anton, mær dámr teg er um lívið hjá børnum – um skúla, systkin, foreldur, floksfelagar og fótbóltsvenjing. Men mest av øllum er hon um vinalag og stór loyndarmál. Tá ið spurningarnir um Anton rúgva seg upp, verður lesnaðurin so spennandi, at illa ber til at leggja bókina frá sær.
Loyndarmálið í Sydney, BFL
Dávur og familjan verða hótt eftir lívinum, og tey mugu flýggja so langt burtur, sum til ber - heilt til Sidney. Men tað vísir seg at vera tað býttasta, tey kundu finna uppá. Har, tey minst vænta tað, bíðar ein deyðsfella.
Rani-ein nýggj byrjan
Rani flytir út á bygd saman við mammuni og systrini. Pápin og mamman eru skild, og nú skal Rani byrja av nýggjum á heilt øðrum staði og finna sær aðrar vinir. Hetta er ikki lætt, tí at fleiri av nýggju floksfelagunum hyggja ikki at honum við blíðum eygum.Tað hevur við sær, at samstundis sum Rani skal berjast við longsulin eftir pápanum og sorgina yvir, at foreldrini ikki longur eru saman, skal hann eisini stríðast við at fóta sær í spildurnýggjum umhvørvi.
Skipsvrak-Gátuførar hendingar
Seint í novembur (31)
Mumifamiljan tykist ikki vera við hús.Tey, sum eru samankomin í tóma húsinum, mugu royna at búgva og liva saman sum frægast. Tað eru Filifjonkan og Heimilin, Mymlan, Gubbabloytan og lítli homsin Toft. Langt burturi kemur Mumrikur til gongu aftur í dalin, har hann hevur mist okkurt ógvuliga týdningarmikið. Úti í urtagarðinum liggur bláa glaskúlan á steyranum og speglar stórar broytingar, meðan mjørkin gerst tjykkri rundan um tey.
Pápin og havið (25)
Oyggin var øðrvísi. Hon var nakað heilt annað enn Mumidalur, har alt var, sum tað skuldi. Satt at siga sá tað út til at fara at gerast heilt vandamikið á oynni. Hetta var um at broyta alt - uttan Lítlu Mý. Og orsøkin var havið, sum ikki fekst greiði á. Tað, sum neyðugt var, var ein stormur, eitt bjargingarbragd og at vitin aftur varð tendraður. Havið hevði kanska vánaliga muru, men tað var ein fittur fíggindi …
Horvin - Gátuførar hendingar
Loyndarmálið í New York, BFL
Lat eisini meg
Drós er ein genta, ið verður illa happað í flokkinum. Hvør dagur er eitt stríð at koma ígjøgnum. Ein dagin kemur ein nýggj genta í flokki, sum torir at taka sjálvstøðugar avgerðir og at velja hvønn hon vil at vera saman við. Henda gentan og Minomman, sum Drós vitjar, tá vónloysi er størst, verða bjargingin hjá henni.
Loyndarmálið í Angkor, BFL
Dávur og tey eru í Kambodja. Tá sera virðismiklar standmyndir hvørva úr Angkor, setir politiið mammuna í fongsul og skuldsetir hana fyri stuldur, og børnini mugu stríðast við náðileysar skálkar, óvuliga svangar krokodillur og mutraðar politistar.















