Seint í novembur (31)
Mumifamiljan tykist ikki vera við hús.Tey, sum eru samankomin í tóma húsinum, mugu royna at búgva og liva saman sum frægast. Tað eru Filifjonkan og Heimilin, Mymlan, Gubbabloytan og lítli homsin Toft. Langt burturi kemur Mumrikur til gongu aftur í dalin, har hann hevur mist okkurt ógvuliga týdningarmikið. Úti í urtagarðinum liggur bláa glaskúlan á steyranum og speglar stórar broytingar, meðan mjørkin gerst tjykkri rundan um tey.
Pápin og havið (25)
Oyggin var øðrvísi. Hon var nakað heilt annað enn Mumidalur, har alt var, sum tað skuldi. Satt at siga sá tað út til at fara at gerast heilt vandamikið á oynni. Hetta var um at broyta alt - uttan Lítlu Mý. Og orsøkin var havið, sum ikki fekst greiði á. Tað, sum neyðugt var, var ein stormur, eitt bjargingarbragd og at vitin aftur varð tendraður. Havið hevði kanska vánaliga muru, men tað var ein fittur fíggindi …
Horvin - Gátuførar hendingar
Loyndarmálið í New York, BFL
Lat eisini meg
Drós er ein genta, ið verður illa happað í flokkinum. Hvør dagur er eitt stríð at koma ígjøgnum. Ein dagin kemur ein nýggj genta í flokki, sum torir at taka sjálvstøðugar avgerðir og at velja hvønn hon vil at vera saman við. Henda gentan og Minomman, sum Drós vitjar, tá vónloysi er størst, verða bjargingin hjá henni.
Loyndarmálið í Angkor, BFL
Dávur og tey eru í Kambodja. Tá sera virðismiklar standmyndir hvørva úr Angkor, setir politiið mammuna í fongsul og skuldsetir hana fyri stuldur, og børnini mugu stríðast við náðileysar skálkar, óvuliga svangar krokodillur og mutraðar politistar.
Tá ið tú ikki eigur orð
Hóast Kristian livir íi at síggja til normalari familju, hevur hann leingi havt pínu í búkinum, tí pápin noyðir hann at spæla mannafólkaspøl - og hann torir ikki at siga nøkrum frá hesum. Týðandi bók um eitt torført evni: insest og kynsligan ágang.
Loyndarmálið hjá Gudmundi
Bókin er um Gudmund, sum eitt summarið hittir tvíburagentuna Jóhannu. Jóhanna vísir Gudmundi á eitt loyndarmál í skóginum. Tað verður loyniliga staðið hjá teimum báðum í skóginum og saman vitja tey staðið nærum hvønn dag og lata hugin reika.
Gevist so við hasum
Herviligi Henry rokkar
Innrásin hjá Herviliga Henry, Genturnar sova hjá Droyu Drós, Sjálvsævisøgan hjá Herviliga Henry, Herviligi Henry rokkar.
Loyndarmálið í Luxor, BFL
Dávur og familjan ferðast í Egyptalandi. Men tað hugtakandi vertshúsið vísir seg at vera eitt stað, har nógv hættisligt fer fram - og børn verðin hildin fangar í einum umfatandi løgnum kvetti.
Tað ósjónliga barnið
Í bókini eru níggju yndisligar, stuttar frásøgur um øll í Mumidali.
Gladiator drongurin 6 - Logandi
Torir tú at stríða teg ígjøgnum villini gongirnar undir deyðsarenuni? Hvussu skalt tú fáa søguliga svørðið frá ódjórinum í hellinum? Fá greiðu á, um Decimus Rex fremur uppgávu sína ...
Gladiator drongurin 5 - Bjargi
Hvat hevði tú gjørt, um vinir tínir vórðu brúktir sum agn fyri at lokka teg at taka eina uppgávu upp á teg? Torir tú at fara niður í katakomburnar undir deyðsarenuni at leita eftir teimum? Man Decimus fara at megna at bjarga vinum sínum?
Loyndarmálið í Venezia - BFL
Dávur fer við familju sínari at ferðast til Venezia. Tey hitta eini løgin, gomul hjún, sum Dávur fer at forvitnast eftir. Hann fer aftaná teimum og hoyrir at tey tosa um málningin Svimjigenturnar á strondini hjá Picasso.
Snjóhvíta
Ónda drotningin ætlar at drepa Snjóhvítu, men hon sleppur undan við lívinum og fer at búgva hjá sjey dvørgunum. Men drotningin roynir seg enn einaferð, og hesuferð eydnast.















