Sonur Mariu, drongurin
Ein ung genta sigur mammu síni, at ein fremmandur maður hevur verið inni har, meðan hon var einsamøll. Hin fremmandi segði henni, at hon skuldi eiga son, og navn hansara skuldi hon kalla Jesus. Mamman verður uppskakað, og pápin í øðini. Sum so ofta hevur verið, tá ið genta kemur soleiðis fyri, senda foreldrini Mariu eitt skifti í aðra bygd, langt heimanífrá. Hon skal ikki verða fyri mannarópum
Sonur Mariu, maðurin
Í seinnu bókini hjá Cecil Bødker – úr Nýggja testamenti – er Jesus tilkomin maður. Hann arbeiðir á verkstaðnum hjá Jósefi, men hugur hansara stendur ikki til arbeiðið. Hann hevur fingið eitt kall, og hann er kallinum lýðin. Mariu dámar lítið, hon skilur hann iki. Yngsta dóttir Mariu skal skjótt giftast; men hon fer frá øllum at fylgjast við Jesusi. Hon lagar tað eisini soleiðis, at Maria er hjástødd seinastu ræðuligu stundirnar í Jesu forldarlívi.
Spøkilsið sum flenti
Savn við fimtan spøkilsissøgum á øllum átta málunum í Norðurlondum. Søgurnar, ið umboða Føroyar eru: Ver ikki bangin eftir Sámal Kristian Jacobsen og Óvitar eftir Sólrún Michelsen. Allar søgurnar eru prýddar við tekningum, ið listafólk úr øllum Norðurlondum hava gjørt.
Spøkilsisjagstrari
6. bókin í røðini Krýnikur úr døkkari fortíð. Torak undir seinastu ævintýraferðina. Hann noyðist saman við Renn og Úlvi niðan á Spøkilsisfjallið at vinna á Eostru. Torak má taka eina trupla avgerð. Megnar hann tað?
Stolni steinurin
Lítli kubbin Píl verður send út á eina vandamikla ferð saman við gákandi og braneggjaða rókinum Olla. Fylg Píl og Olla í royndunum at finna Friðarsteinin og bjarga vinum sínum úr avgrundardýpinum!
Stórveldisins Arvingar 1. Rænd (46)
Alice og Elias búgva saman við foreldrunum í einum býlingi uttan fyri Uppsala. Eitt kvøldið hvørvur mamman, og løgreglan tekur pápan og misteinkir hann fyri at hava okkurt við tað at gera. Alice og Elias fara út í Lunsenskógin at leita eftir mammuni, men tey finna nakað heilt annað. Har úti hitta tey Brock, ein azkalor frá rúmdarskipinum Kvirruni, sum leitar eftir einari av manningini, sum er horvin. Tað vísir seg skjótt, at Brock og systkini hava ein felags fígginda.
Stórveldisins Arvingar 2. Jarnrósan (46)
Alice og Elias ferðast gjøgnum stjørnubreytina saman við manningini umborð á rúmdarfarinum Kvirruni. Tey leita eftir tí kraoaraskipinum, har mamma teirra verður hildin til fanga. Á rúmdarstøðini Jarnrósuni eydnast tað teimum at finna fíggindaskipið. Trupulleikin er bara, at hundraðtals kraoarakrígsmenn verja tað. Elias og Alice vilja kortini gera alt fyri at bjarga mammuni. Tey gera eina bjargingarætlan og eru væl í gongd við at seta hana í verk, tá alt knappliga verður vent á høvdið…
Stórveldsins Arvingar 3. Gravgongustjørnan
Alice og Elias og vinirnir á rúmdarskipinum Kvirruni eru dottin niður á Umbezra, sum er gravgongustjørnan hjá tí gamla stórveldinum. Har reika bara tey deyðu. Sigst. Men so fáa tey eitt neyðsignal frá mammuni. Hon tykist eisini at vera á Umbezra. Tey royna at finna hana, og tá fíggindar elta tey, verða tey noydd niður í tær elligomlu katakomburnar, har óhugnaligar verur og ræðuligar uppdagingar bíða eftir teimum...
Stríðið um kelduna
Í tveimum smáum býum er lívið sera einfalt. Har eru einføld amboð og vápn úr jarni, men onki krút og ongar maskinur. Í lendinum er geislavirkið burturkast, og íbúgvarnir eru eftirkomarar av fólki,komu undan einari kjarnorkuvanlukku. Tá ið fólki í býunum fer at keglast um rættin til einastu keldu við reinum vatni, fær stríðið eina sovorðna vend, at burturkastið kemur upp ígjøgnum svørðin og er um at oyðileggja dalin, har tey búgva.
Suðureftir
Svans á listasavninum
Tá ið listasavnið í Svipstrup skrivar út eina listakapping, verða tey í 3. A øgiliga spent, tí ímynda tær, at teirra flokkur vann? Men Foxy og Mikkjal varnast, at onkur snýtir, og at kanska sjálvur borgarstjórin er uppií. Tí leggja tey eina snilda ætlan um at bróta inn á savnið. Tað kann sjálvandi bara ganga galið - og tað ger tað í ólukkumáta ...
Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur
Savn við tíggju nýggjum og spennandi søgum. Um flennandi húðarklæddar skøltar, um ungan mann í hamferð, um gult, slímut, blóðsprongt eygað, um smsboð, ið boða frá ófrættum og mangt, mangt annað óhugnaligt. Set teg í ein góðan stól okkurt kvøldið, tá ið vindurin ýlir og tað oysir niður. Far og les… um tú torir.
Svim fyri lívinum
Tá ið hann læt eyguni upp aftur,lá fiskurin og hugdi at honum við sorgarbundnum eygum. Har var ongin ivi. Toskurin kendi eisini hann aftur. Ove skundaði sær at oysa vatn á hann við eyskarinum. So tók hann eina tilju burtur og oysti meiri sjógv inn í bátin. Toskurin skuldi ikki doyggja í bátinum.
Systursonur Gandakalsins
Tá eg varð rænd aðru viku í juni (40)
Eitt ógvisligt og skeivt ævintýr um knappliga at enda í eini aðrari familju. Og hvør veit, tað er kanska ikki so galið, sum tú heldur? Tað kundi hent, at tað er tað stuttligasta, sum er hent tær í langa tíð! Familjan hjá Vilju vil onki stuttligt gera í summarferiuni. Tað stuttligasta, sum hendir, er, at tey skulu fara við bilinum at vitja ommuna. Og tað er ávegis hagar, at tað hendir. Ein rænarabilur forðar teimum á vegnum.
Tá ið tú ikki eigur orð
Hóast Kristian livir íi at síggja til normalari familju, hevur hann leingi havt pínu í búkinum, tí pápin noyðir hann at spæla mannafólkaspøl - og hann torir ikki at siga nøkrum frá hesum. Týðandi bók um eitt torført evni: insest og kynsligan ágang.















