Ein beiggi ov nógv (20)
Sára orkar ikki at vera fitt við Steinar. Hann er alt ov lítil og so ræðuliga troyttandi og forkelaður. Men eftir at mamma hansara doyði, flutti hann inn hjá Sáru og teimum. Knappliga fær Sára at vita, at hon hevur fingið ein beiggja. Hann er har alla tíðina og oyðileggur alt, sum fyrr hevur verið gott. Sára orkar hetta ikki. Familjan kann ikki hava tað soleiðis. Tað er tá, at hon fær eitt genialt hugskot, sum kanska fer at broyta alt.
Mín jólabók 2020 (20)
Mín jólabók er ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt. Ein bók við fittum søgum og tekningum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman - børn og vaksin - í køldu, myrku tíðini upp undir jól.
Dinosauravinir 2 - Svimjikappingin (20)
Rasmus Rex er á sandinum saman við allari familjuni og sínum besta vinmanni, Trygva. Rasmus dugir ikki so øgiliga væl at svimja, so tað er nokk so strævið, tá stóribeiggin, Regin, bjóðar Rasmusi og Trygva av í svimjikapping. Mamma Rex sigur, at eitt risastórt sjóskrímsl er í vatninum, og at teir ikki sleppa at svimja út til oynna. Hetta verður ein spennandi svimjikapping við nógvum nýggjum dinosauraupplivingum.
Dinosauravinir 1 - Eggið (19)
Tíðliga ein morgunin verður Rasmus Rex vaktur av besta vinmanninum Trygva Troodoni. Trygvi hevur stórtíðindi: Eggið hjá mammu hansara fer skjótt at klekja! Rasmus og Trygvi fara eftir sniðgøtuni ígjøgnum Mýriskógin fyri at náa at síggja tað. Men var tað nú so snilt? Í skóginum møta teir nøkrum nokk so óhugnaligum dinosaurum, og tá teir koma vegin fram, verða teir rættiliga bilsnir av tí, sum kemur úr egginum …
Heimsins vandamiklasta harkalið 2 (24)
Heimsins vandamiklasta harkalið er aftur her! Killer, Kryvjarin og Skrappi hava sligið seg saman við Vampýrrósuni. Tey gera øll í grannalagnum hjartkipt og liggja í einum hørðum tvídrátti við Ræðuliga dreingjaharkaliðið. Les fýra nýggjar søgur um HVH. Veruligir brotsmenn koma í Illaskóg, og tað á føstulávint!
Vitello gongur við knívi
Vitello dámar at síggja filmar um skrappar fýrar í undirtroyggju, sum tosa ljótt við øll og ikki eru bangnir fyri nøkrum. Harðar bananir við knívi. Vitello er eisini ein hørð banan, hann letur seg í undirtroyggju, nubbar ein av Mammusa knívum og fer út í verðina at tosa ljótt við onnur ...
Træhúsið í 78 hæddum
Nú hevur træhúsið fingið eitt krutlihøli, eitt ovurstórt, óklakt egg og ein útibiograf, sum sýnir teirra egna træhúsafilm! Andy og Terry ætla sær nevnliga at gerast stórar kanónir í filmsheiminum. Men tað er ikki bara bara at gera film. Andy sleppur ikki at spæla leiklutin sum Andy, tí ein apa spælir leiklutin meira sannførandi. Og so eru nakrar lúnskar njósnarakýr eisini farnar at gera um seg … Íðan, hvørjum bíðar tú eftir? Kom við upp!
Træhúsið í 65 hæddum
Ótrúliga træhúsið hjá Andy og Terry hevur nú fingið eina kelidjórasalong, eitt føðingardagsrúm, har tú altíð hevur føðingardag (sjálvt tá tú ikki fyllir), eitt rúm fult við brestandi eggum, ein sleikisneisahandil, eitt kar við kyksendi, ein meyrugarð , eina tíðarmaskinu og Træhúsatíðindastovuna, sum sigur frá øllum teimum nýggjastu tíðindunum úr træhúsinum. Andy og Terry koma í neyð, tí Terry gloymdi at biðja um byggiloyvi, og nú hóttir Bløðruplast umsjónarmaður við at skræða húsið niður.
Herviligi Henry og kannibalbanningin
Søgurnar um Herviliga Henry eru : Bakarameistarin Herviligi Henry - Herviligi Henry og kannibalbanningin - Eyka herviliga leiðbeiningin hjá Herviliga Henry til Rullkomin foreldur - Herviligi Henry og illavorðna bókin.
Merkilig met
Ein bók við nógvum merkiligum og stuttligum metum. Les um heimsins minsta hund og heimsins hægsta torn. Um hann, sum var í bað við slangum, og um bjørnina, sum var ein soldatur.
Hulda pyntar seg
Í bókini eru tvær stuttligar søgur um Huldu, heimsins løgnastu heks, og frensin Brúsa. Í Sirkus Huldu ger Hulda sítt egna sirkus, tí hon vil vera yndisligur línudansari. Í Kapprenning fyri grýlur pyntar Hulda seg til eina kapprenning fyri grýluklødd, men tað gongur ikki heilt sum ætlað...
Øll telja við (20)
Lukkutíð eru øll fólk so ymisk. Hendan bókin er yðjandi full av fólki. Tú kanst telja tey, fylgja teimum, dáma tey og leggja til merkis, hvussu søgur teirra flættast saman. Her eru fleiri smá og stór loyndarmál at avdúka hjá einum, sum er forvitin og og hevur gløgg eygu. Og hyggur tú ordiliga væl, finnur tú kanska teg sjálva/n. Norska Kristin Roskifte hevur skrivað og myndprýtt bókina, og í 2019 fekk henda bókin tað stóru Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
Jørundur og drekin (20)
Lurta eftir hjartanum og ger tað, ið tað ræður tær til. Við hesum ráðnum fer Jørundur út í verðina at leita eftir sínari dreymaprinsessu. Ein dagin finnur hann hana, og hon er alt, hann nakrantíð hevur droymt um. Men í ríki hennara ræður ein óndur dreki, sum hvønn mána etur eina ungmoy. Kongurin hevur lovað tí, sum eydnast at drepa drekann, alt, hann eigur ... Hóskar væl til upplestur.
Varaprinsessa Andersen
Summi børn eru friðarlig, og teimum dámar ikki at tosa hart, at standa á einum palli, ella tá øll hyggja at teimum. Soleiðis er Lisa Andersen. Hon stúrir fyri síðsta skúladegi og sjónleikinum, sum flokkurin skal framføra. Tíbetur skal hon einki siga, tí hon skal bara vera afturparturin á einum hesti. Men so hendir tað, sum ikki má henda. Helena fær heilaskjálvta. Og Lisa, sum er varaprinsessa, noyðist at spæla prinsessa í sjónleikinum.
Klukkustríðið (30)
Úr einari loyniligari vistfrøðiskipan í frumskóginum ætlar Lucretia Cutter at sleppa óreinskapi leysum í verðini. Um Darkus, Virginia og Bertolt ikki megna at finna ein máta at steðga henni, fer hon at savna ein her av risavaksnum frankensteinklukkum , sum fer at gera, at jørðin ongantíð verður tann sama aftur. Menniskju eru hótt. Framtíðin er treytað av trimum børnum og teirra klukkum …
Mín jólabók 2019 (21)
Mín jólabók er ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt. Ein bók við fittum søgum og tekningum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman - børn og vaksin - í køldu, myrku tíðini upp undir jól.















