Heystið hjá ommu
Anna omma er sjúk. Hon gloymir lætt. Anna omma hevur Alzheimersjúkuna. Paula fortelur, hvussu tað er at búgva saman við ommuni og um alt tað sum omman dugir best av øllum hóast alt.
Leikur í talvi
Gimsteinagátan -
Onkur stjelur diamantar hjá gullsmiðinum Muhammed Karat. Alt bendir á, at talan er um eitt av starvsfólkunum - Siv Flennander, Tóra Díki ella Líggjas Klikk. Løgreglan stendur á berum. Tí noyðist hon at senda boð eftir ungu detektivunum Lassa og Maiu.
Mín Jólabók 2005
Adventssøgunar hevur Ella Smith Clementsen skrivað. Annars eru søgur eftir m.a. Minu reinert, Rakel Helmsdal, Sólrún Michelsen og Oddvør Johansen. Nógv stuttligt ítriv er í bókini.
Kitlar í búkinum klumpur í hálsinum
Viktor fer beina leið yvir til Alvu. Og so ger hann tað. Hann mussar hana á kjálkan. beint framman fyri øllum flokkinum. Alva og Viktor eru fegin um at hittast aftur eftir summarfrítíðina. Men tað er strævnari at vera saman nú, enn tað var í triðja flokki. Kann kærleikin enda? Og hvussu skalt tú siga øðrum frá tí? Hetta er framhaldið av bókini: Reytt hjarta Bláur firvaldur
Trøllið hjá pápaleysa
Seyðagrísurin Babe
Um ein grís, sum endar á garðinum hjá Hoggett og verður seyðagrísur. Babe kemur á garðin hjá Hogget hjúnunum, og ætlanin er sjálvandi, at hann skal enda í einari frystiboks og síðani á døgurðaborðinum, men søgan tekur aðra vend, tá ið tíkin Fly verður var við evnini hjá Babe at reka seyð.
Reytt hjarta Bláur firvaldur
Eg skal hava ein hund
Helena ynskir sær so inniliga at fáa ein hund, men mamman og pápin siga kortanei. Helena finnur tí uppá ein ósjónligan hund, sum hon kallar Hussie.
Ein halastjørna er komin
Yrkingar til børn. Yrkjarar úr Danmark, Finnlandi, Føroyum, Íslandi, Noregi og Svøríki hava skrivað yrkingarnar. Aftast í bókini er ein fløga, har tú kanst hoyra yrkjararnar lesa nakrar yrkingar á sínum egna máli.
Dýrgripur Tu Ducs
Julia og Jónas fara saman við foreldrum sínum til Vietnam. Pápi Jónas er tíðindamaður og mamma Juliu er myndakvinna. Julia og Jónas fara á kanningarferð, sum verður ikki sørt vandamikil. Tað verður ein ferð, tey ikki gloyma í bræði.
Drongurin við silvurhjálminum
Jón hevur eina serliga lítlasystur. Hon hevði veingir, tá ið hon var fødd. Pápin og mamman vilja ikki kennast við hana, og ein dagin, hann kemur úr skúla, er systirin horvin. Frá sær sjálvum heldur Jón avstað at leita eftir systrini. Óvæntað fær hann ein løgnan hjálparmann, Mitchum, ið ikki fírir fyri nøkrum.
Leiku liva ... og stuttleika s
Onnur bókin í røðini um leikuni, sum liva, tá ið eingin sær. Í hesi bókini stuttleika leikuni sær óført, og tey fáa eisini ein nýggjan vin. Tá ið tey einaferð eru í Gøtu og vitja ommu Torkil, hitta tey Nikkolinu.
Kuffi
Kuffi er sera sjáldsamur fiskur, ið svimur í Suðurhøvum, ein kuffertfiskur. Ein dagin hendir sonn vanlukka fyri kuffertfiskaættina, ið næstan verður avoydd. Nú eru góð ráð dýr, men lukkutíð veit Mekuffalem gamli hyggjuráðini.
Leiku liva tá eingin sær
Ýr
ýr er ein fitt, 5 ára gomul genta, sum býr saman við mammu, pápa, tvíburabeiggjunum Rólvi og Grana og stórusystrini Drós onkustaðni í Føroyum. Ýr hevur óføra gott hugflog, og tú fert ikki at keða teg saman við henni, tá ið hon spælir við Dúnhild, dunnuungan, sum pápin finnur í garðinum eitt kvøldið, ella Røskvu vinkonuna, sum kemur at ferðast í grannahúsunum.















