Pápi Pál eru ikki sum pápar flestir. Hesaferð hevur hann keypt Páli dansiskógvar, tí at hann vil hava, at Pál lærir at dansa. Og so hevur hann einki ímóti sjálvur at hjálpa dansilæraranum at læra børnini …
Mina er ein høna, sum býr saman við fimm øðrum hønum. Ein dagin ýlir vindurin, og við eitt tekur hann Minu á flog við sær – av trygga bønum, sum er heim hennara, til trøðna, har ærin Æsa og lomb hennara halda til. Men Mina vil sleppa heim ...
Vinir er fitt søga um vinmenninar Nils og Silas, sum eru vinir og sita saman í skúlanum. Teir eru samdir um, at teir eru góðir vinir, og at teir vilja spæla saman, men tað er ikki altíð so lætt at semjast um, hvat teir skulu spæla ...
Søgan er um Tummas, sum ikki torir at leggja seg at sova, tí hann hoyrir eitt ljóð. Tað ljóðar, sum onkur gongur á gólvinum. Man tað vera ein tjóvur? Ella grønir menn frá Pluto?
Í Føroyum er nógvur heiðafuglur. Ein stórur partur av honum er flytifuglur. Flytifuglur er bara í Føroyum um summarið, tá ið hann reiðrast. Um veturin flýgur hann til heitari lond at vera.Les um, hvat eyðkennir heiðafugl, um sansir og bygnað, og hvat vaðfuglur, búfuglur, flytifuglur og støðufuglur er.
Henda áhugaverda bókin sigur frá líðingum og lívsvilja hóast nógva mótgongd og nemur við trælahald eisini á okkara døgum. Aftast í bókini er tíðarlinja, sum byrjar 1750 fyri okkara tíðarrokning, og endar á okkara døgum.
Sakarias hevur føðingardag. Hann er bæði spentur og stúrin, tí hetta er fyrstu ferð, at pápin kemur at vitja, eftir at foreldrini eru skild. Hvat nú, um tey fara at skeldast? Bókin er í fjórða torleikastigi og er violettur krabbi.
Ein søga um sorg, einsemi og happing. Søgan er um gentuna Mo, sum kemur nýggj í ein flokk; í staðin fyri at siga frá, hvaðan hon kemur og hvat hon hevur upplivað, byrjar hon at lúgva og finna uppá søgur.
Metbókin hjá Rúnu lýsir gerandisdagin hjá børnum, sum hava foreldur, ið drekka; søgan er skrivað úr sjónarhorninum hjá barninum. Bókin er í fjórða torleikistigi og er violettur krabbi.
Í Sakarias og pápin fara faðir og sonur útferð, har teir skulu búgva í tjaldi. Hetta er ikki nakað, ið hóvar Sakariasi serliga væl. Bókin er til fjórða torleikastig og er violettur krabbi.
Veiða Vind er eitt tónleikaævintýr um trý systkin, tær fýra árstíðirnar, ein dreka, eina álvagentu og eina bjørn. Ævintýrið er eisini um hugflog og veruleika í einum skapandi meldri. Á bókini er ein QR kota, har Annfinnur Heinesen lesur ævintýrið, og Føroya Symfoniorkestur við Bernharði Wilkinson sum orkesturleiðara spælir tónleikin, sum Kári Bæk hevur gjørt.