, , , , , , ,

Beint á barkan, KRB

Um náttina verða tey vakt av ræðuligum ljóðum, ella eru tað skríggj? Á veg oman á sandin um morgunin hoyra tey knurr og skav millum runnarnar. Gamla grannakonan sigur, at tað spøkir á oynni. Hesum ivast Tóra og Símun í, men óhugnaligt er tað. Nú tey bæði eru vorðin forvitin av hesi óloystu gátuni, skal hvør steinur vendast.

97,00 kr. 105,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Dracula

Ein elligamal óndskapur hungrar eftir nýggjum blóði. Kunnu Jónatan og vinirnir vinna á óndskapinum? Tað eru hálvt annað hundrað ár síðan, at søgan um Dracula varð skrivað. Hon er týdd til meiri enn 50 mál og er fleiri ferðir gjørd til film. Tað var Bram Stoker, sum doyði fyri meiri enn 100 árum síðan, sum upprunaliga skrivaði søguna. Søgan hjá Stoker greiddi frá ymiskum um vampýrar, til dømis at teir eru bangnir fyri hvítleiki og vígivatni.

91,00 kr. 98,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Skúlating stinka

Stina gongur í fjórða flokki. Hon ger altíð skúlating. Alt er í lagi, tá hon lesur hart heima, men í skúlanum fløkjast orðini, og alt verður so øgiliga trupult. Pápin er í London, og mamman skilir ikki, hvat Stina upplivir í skúlanum, tí alt gongur so væl heima, men tíbetur eigur Stina eina vinkonu, sum eitur Tóna, og hon skilir Stinu.

121,00 kr. 132,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Hin Froya

Froya er og ferðast í Svøríki saman við mammuni og systrunum, har tær sigal við kano. Men tær eru ikki einsamallar. Út úr mjørkanum kemur Frank. Hann átti ikki at verið har. Tí hann varð settur fastur. Hann hevði roynt at drepa Froyu. Men Frank er hermaður. og hann gevst aldri.

98,00 kr. 106,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Bara vinir/Snild ætlan

Hanna og Emma eru bestu vinkonur. Tær eru saman um alt. Hetta er bók við tveimum spennandi søgum úr gerandisdegnum. Bara vinir Tá ið sjeikurin ger tað liðugt, er gott at hava eina hjatavinkonu. Hanna hevur Emmu, og vinkonur kunnu líta á hvørja aðra, ella hvussu? Snild ætlan Hanna og Emma vilja hevna seg inn á Silju, sum gongur og lýgur um tær. Nú mugu tær bara leggja eina snilda ætlan.

119,00 kr. 130,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Beinta 2-Einki er, sum tað var

Nú verður skúlaveitsla, og Beinta og Sára hava glett seg og lagt ætlanir í mánaðir. Men nú tímir Sára knappliga einki longur, og Beinta skilir ikki, hví so er. Hvat er tað Sára hevur verið fyri, sum hon ikki vil siga?

78,00 kr. 84,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Tann stóri bresturin

At vita sær, at henda dynamittstongin kundi senda teir høgt upp til himmals og niður aftur, sendi ein óhugnaligan skjálvta gjøgnum teir fýra dreingirnar. Teir vita, at tað er vandamikið, teir tora illa, og kortini gera teir tað: Festa í fjúsið og tveita dynamittið í eitt ruskílat. Einki hendir, og teir rýma. Men so kemur ein lítil drongur gangandi ...

97,00 kr. 105,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Frankenstein

Vit fara við Frankenstein ígjøgnum ymisk fjallalendi og yvir fryst høv. Klárar hann at steðga framferðini hjá tí fjandans drápsmanninum? Er hann til reiðar at gera tað, ið ódjórið biður hann um? Tað er Mary Shelley, ið upprunaliga hevur skrivað, og Gill Tavner, sum hevur umskrivað søguna.

87,00 kr. 94,00 kr.
Legg í kurv