Alvi skjýtur. Jákup er í mál. So komi Fríði og Suffía. Tey vilja spæla við. Man Suffía duga at sparka?
Karin og vinkonurnar spæla mussispæl saman við dreingjunum í pútirúminum. Karin vil fegin mussa Leiv, men ikki fríggja, soleiðis sum Julia ger. Men knappliga kemur Stóri-Andras upp í spælið, og nú heldur Karin ikki, at tað er so stuttligt longur...
Líkist heilin á dreingi heilanum á gentu? Hvat hendir, tá ið tú verður forelskað/ur? Hvussu minnist vit? Hvat hendir hvar í heilanum, og hvussu virkar tað? Í hesi bókini kanst tú lesa um alt tað fantastiska,sum hendir í heilanum, kryddað við stuttligari teknirøð, tekningum og myndum. Skrivað hava Espen Dietrichs, sum er professari í nervafrøði, og Eirik Newth, sum er serfrøðingur í stjørnualisfrøði.
Elsa er flutt til ein annan bý. Hon saknar gomlu vinir sínar og følir seg einasamalla. Elias livir á eggini og ger tað, sum honum lystir. Hann kemur frá einum heimi við misbrúki og er á veg út í kriminalitet. Elsa og Elias siga søguna úr tveimum sjónarhornum. Tey bæði ungu liva heilt ymisk lív, men ongin teirra trívist í skúlanum, og ein dag hittast tey á einum bonki. Kanska hava tey meira í felag, enn tey halda ...
Ida og Uni eiga eina kanin, sum eitur Dís. Ein dagin verður Dís vekk.
Alvi og Jákup sparka. So skorar Alvi. Sjálvmál. Hvør hevur vunnið? Alvi ella Jákup?
Alvi og Jákup sparka. So kemur ein hundur. Hann rennur av stað við bóltinum. Hundurin skorar mál. Nógv mál.
Gjøgnum alla mannasøguna hava verið fólk, sum hava leitað sær til tað ókenda. Hesir ævintýrarar eru ofta komnir í ógvusliga mótgongd og ófatiligar vandar, men tey hava sett lív sítt í váða fyr at finna nýggj og fjarløgd støð. Bókin sigur okkum ferðirnar hjá nøkrum av teimum kendastu ævintýrarunum. Vit hoyra um fólk, sum hava víst øgiligt dirvi, miðvísi og áræði. Vit hoyra eisini um støðini, tey hava vitjað og hvørjar avbjóðingar, tey hava havt.
Inni í skóginum er ein gomul smátta. Hon sær næstan út sum eitt spøkilsishús. Men hvør hevur tveitt alt burturkastið har? Tað er eitt mál fyri Katlu og Stinu. Hesaferð fáa teir báðir detektivarnir í 'Tær smáu bláu' hjálp frá einari gamlari konu. Men tað er okkurt løgið við henni. Hvør man hon verða?
Karin erforelskað í Búgva. Hon hevur keypt honum eina gávu. Ein dagin fær hon eitt sms frá Búgva. Hann spyr, um tey skulu ganga saman. Karin verður glað. Men so fær Ria eitt sms við sama spurningi. Tá so Julia eisini fær sama sms, verður alt ein ruðuleiki.
Dávur er heima í vetrarfrítíðini, og hann keðir seg. So kemur ein nýggjur og ókendur málningur hjá Munch undan kavi. Tað vísir seg at vera øgiliga býtt, ja, í veruleikanum lívshættisligt há Dáva at royna at finna út av, hvaðani málningurin er.
Sjúrður gleðir seg til dystin. Í dag sleppur hann at spæla í álopinum. Men so sær Sjúrður, at hann hevur gloymt fótbóltsskógvarnar heima ...
Karin og Ria eru hjartavinkonur. Tær hava eitt vinkonuhálsband, og tær skulu báðar vera prinsessur á grýluveitsluni í frítíðarskúlanum,men so kemur Julia at ganga í flokkinum, og tá verður alt øðrvísi ...
Beinta veit, hvat Sára hevur verið fyri, men hon er tann einasta, sum veit, og hon hevur lovað einki at siga. Men kann hon halda lyftið um einki at siga, tá ið talan er um so álvarsligt mál?
Í fyrru søguni fáa Hanna og Emma vitjan av einum súrum gesti, hvat skulu tær gera? Í seinnu søgunihava tær fingið eina loyniliga uppgávu. Uppgávan er eisini sera trupul, men tíbetur hava tær Sjúrð og Heina at hjálpa sær.
Tað hendir so nógv ónt í London. Ein hóttandi skapningur, sum eitur Edward Hyde, gongur runt í gøtunum. Hann leggur á kvinnur, trampar uppi á einum barni og drepur eisini ei eldri mann. Men hvør er Hyde? Og er samband millum hann og væl umtókta læknan, Henry Jekyll?