Ronaldo er ein av heimsins bestu fótbóltspælarum. Fótbólturin hevur gjørt hann ríkan. Men visti tú, at hann fekk skurðviðgerð í hjarta sum smádrongur? Les um Ronaldo, málini og lívið uttan fyri vøllin.
91 mál. So nógv mál skoraði Messi í 2012. Tað er heimsmet. Les um málini hjá Messi og um Messi sum barn. Og fá at vita, hvussu nógv reyð kort Messi hevur fingið.
Ger vinir tínar bilsnar við hesum frálíku kynstrum við kortum.Vegleiðingarnar, sum eru lættar at fylgja, vísa, hvussu tú finnur fjald kort, avdúkar fýra ess á rað, letur eitt útvalt kort leypa út úr kortunum og mangt, mangt annað.Bókin lærir teg teir týdningarmestu grundsteinarnar í gykli við kortum. Tey lumpisligu blandini,at taka snildisliga av og at geva fimi.Tú kanst lesa um nakrar av heimsins kendastu gyklarum og fáa prei um,hvussu tú kanst gera framførðslur tínar minniligar hjá áskoðarunum.
Í bókini eru 17 fitt, smá rím: Mánaferðin hjá Lítluni - Allir seyðamenn í Hesti - Veltipetur - Knút - Trapputrinis og mong onnur skemtilig rím.
Í gráu skýmingini hoyrir Teseus hin villa láturin. Barnið fer at skelva av ljóðinum. Teseus reisist og fer út. Eitt hart ljóð fær hann at hyggja aftur um seg.Aftan fyri hann stendur hin størsta súgvin, hann nakrantíð hevur sæð.Hon er meira enn tríggjar ferðir so stór sum hann sjálvur.Eyguni lýsa reyð. Langar tøkutenn stinga út út kjaftinum. So hoyrir hann aftur hin ónda láturin.Hann hyggur at Gráu.Hon situr á nakkanum á súnni.Hon líkist einum deyðum, sum hevur ligið leingi í grøvini.
Tað tykist, sum tað aldri fer at eydnast fátæku Cosette at flýggja frá teimum harligu Thénardier-hjúnunum. Hon er bara átta ára gomul, men tey noyða hana at arbeiða nógv og hart hvønn dag. Jean Valjean hevur lovað mammu hennara, at hann skal bjarga gentuni, men Javert, løgregluovasti, er í hølunum á honum. Fer tað at eydnast tí ágangandi ovastanum at fongsla Jean Valjean? Og um hann fer í fongsul, man so Cosette nakrantíð fáa frælsið?
Farbróður David Balfour, tann óreini og grammi Ebenezer Balfour, selur David sum træl og vónar harvið at vera sloppin undan honum fyri allar tíðir. Men David fær hjálp frá Alan Breck, ið er friðleysur og uppreistrarmaður, at krevja sín rætt og fáa hendur á góðsinum, Shawhúsinum, ið farbróðirin hevur stolið frá pápa Davidi. Hetta er søgan um ein lágskota og ein háskota og ótrúliga ævintýr teirra....
Henda bókin er til tey ungu, sum vilja vita meira um alt, sum hevur við kroppin, kenslur og kynslív at gera. Bókin er um kroppin, útsjónd, kærleika og tað, sum kann vera pínligt at tosa um. Bókin er ein faktabók, men eisini ein bók um tað, sum tú hevur inni við teg sjálva/n, og um hvat er rætt fyri teg.
Tvær heilar vikur sunnanfyri. Hvítur sandur, bláur sjógvur. Tað kitlar í búkinum á Beintu, og Sára er glaðari, enn hon hevur verið leingi. Nú verður alt ørvísi!
Malja sleppur ikki inn í holuna hjá dreingjunum. Teir siga, at hon luktar. Karin heldur dreingirnar vera óreinar. Hon heldur tað verða synd í Malju. Men so ger Malja nakað býtt. Nú veit Karin nóg illa, hvat hon skal halda. Er tað framvegis synd í Malju?
Jóal og Ina møtast ein dagin. Tey hava ikki sæð hvørt annað fyrr. Tey gerast vinir. Ógvuliga góðir vinir. Kanska betri enn góðir vinir. Jóal ig Ina er ein vøkur søga um vinalag, kærleika - og um at onkuntíð eru tey vaksnu bara til fortreð.
Visti tú, at kaninir eru í øllim heimspørtum? At kanin kann snara nøsini í allar ættir, og tá ið hon trampar við afturbeinunum, ávarar hon aðrar kaninir um, at vandi er á ferð? Flest øll elska kaninir. Tær eru hugnaligar, spælisjúkar og lættar at ansa. Men um tú vilt hava eina kanin, mást tú vita, hvussu tú skalt ansa hesum fitta dýrinum.
Hvussu loypur krokodilla á? Hví berjast áarross? Og hvussu drepur eiturkoppur fong sín? Í hesi bókini finnur tú svarini og fært nógva aðra spennandi vitan um vill og vandamikil dýr. Dýr kunnu vera vandamikil av ymiskum orsøkum. Tey kunnu vera bangin, svong ella royna at verja familju sína. Nøkur dýr eru bara vandamikil fyri onnur dýr, og nøkur eru eisini vandamikil fyri fólk.
Tað er myrkt. Gutti hevur lisið um eina hvíta hond. Eina hvíta hond, sum sveimar í myrkrinum. So tekur ein hond í hann.
Símun eigur nakrar óhugnaligar skortar. Hann kløkkar Atla. Tað er stuttligt. Men so fer hurðin upp...
Pál hjálpir pápa sínum. Teir skulu seta eina song saman. Eina heilt nýggja song. Men okkurt er galið.