Heini býr á einum vøkrum, gomlum garði langt burtur frá øðrum. Heini er vanliga ein glaður drongur, sum tolir alt, men í dag hevur Heini mist mótið. Hann heldur, at alt gongur illa. Hann heldur seg vera ein øgiliga, øgiliga lítlan drong.
Ægeus ristir syrgin við høvdinum.Eg fái ikki frið á mær, fyrr enn tú ert aftur her. Eg fari at sita úti á klettunum hvønn dag og bíða. Erebos fer at vera eygu míni. Hann fer at siga mær frá, tá ið skipið hjá tær kemur aftur. Brúka tey hvítu seglini, um tú ert á lívi. Sigur hann mær, at seglini eru svørt, tveiti eg meg í havið. Eg komi aftur. Lít á tað. Tú veitst, at Poseidon er við mær. Teseus mussar gamla pápa sín.
Prógv í hundraðtali finnast á gerningsstøðum. Nøkur eru greið og sjálvsøgd so sum fótaspor í kavanum ella ein hamari, sum er nýttur at bróta ein rút. Onnur eru næstan ósjónlig fyri mannaeygum.Morð er ein ræðulig brotsgerð, og rættarlæknar eru ein týdningarmikil partur í leitanini eftir sannleikanum um tað, sum hent er.Teir skulu finna út av, hvør deyði persónurin er, sjálvt um fleiri ár eru gingin. Teir skulu neyvt kunna siga, nær persónurin er deyður.
Ger vinir tínar bilsnar við hesum frálíku hvørviskynstrunum.Vegleiðingarnar, sum eru lættar at fylgja og læra,vísa,hvussu tú stig fyri stig fært til dømis eina mynt at hvørva og koma til sjóndar aftur eina heilt aðra staðni. Í bókini ery gykl við djórum, tannsteytarakynstur, stuttlig kynstur við krógvaðum lutum og mang annað spennandi.Tú kanst eisini lesa um kendar meirstarar í gykli umframt fáa góð prei um, hvussu tú kanst gera framførðslu tína hugtalandi við klæðum,o.ø
Hvítabjørnin er størsta ránsdjór, sum livir á landi. Hon heldur til í Arktis. Í bókini kanst tú lesa um veiðu, ungar og kendar hvítabjarnir. Les eisini um, hví tann stóra hvítabjørnin er eitt hótt djór.
Dronur flúgva við bumbum og halda eyga við ódnum. Dronur bjarga fólki í neyð og taka vakrar myndir. Les meiri um dronur í hesi bókini.
Eirikur setur seg á sletuna.Hann setir frá við beinunum og fer av stað. Við fullari ferð. Hann má blunda. So rakar hann okkurt. Okkurt, sum ýlir og fer upp í loft, áðrenn tað dettur niður aftur á brekkuna. So verður alt kvirt.
Trý systkin Linus, Maja og Oskar. Átta, tíggju og tólv ár. Ein útferð við familjuni. Eitt nýtt tjald. Eitt skríggj, sum hoyrist sum ekkó yvir vatnið.
Ja, men tað man Teseus fara at klára. Tú sigur hann vera ein raskan stríðsmann? Nú er røddin á Medeu aftur spotsk. Men ein sovorðin hetja er hann kanska ikki? Linos skundar sær inn aftur í kamarið. Teseus, tey fara at senda teg út eftir hinum hvíta tarvinum við Maraton. Á vegnum skalt tú drepa ein stóran risa, sum eitur Sinis. Tað er Medea, sum hevur lagt upp ráð, og..."
Stóribeiggin larmar, og Inga vil hava frið at lesa. Hon fer við blaðnum inn á vesið. Endiliga kann hon lesa í frið. Men so sløkkir stóribeiggin ljósið. Og Inga fær ikki vesihurðina upp aftur. Nú er tað ikki stuttligt longur.
Leivur ynskir sær ein mammubeiggja. Ein kulan og stuttligan mammubeiggja eins og Einar og Ívar hava. Men skal Leivur fáa ein mammubeiggja, má mamman fáa ein beiggja. Og um mamman skal fáa ein beiggja, má omman fáa....?
Hetta er søgan um eitt foreldraleyst barn. Eina móður-og faðirleysa gentu, sum er víðagitin. Vit lesaherum glaðu, reyðhærdu ,,Annu, sum endar við a. Hon kemur púra óvæntað á Grønafløtt, og frá tí degi verður lívið ongantíð aftur tað sama.
Teseus fer út á sandin. Hinumegin stendur Arion. Vøddarnir eru sum tog undir húðini. Hann hyggur vanvirðisligaat Teseusi. Latið dystin byrja, sigur kongurin.
Hvussu kann mest eftirlýsti persónur í einum landi gerast størsti leiðari tess? Les ótrúligu søguna um Nelson Mandela og lívlanga stríð hansara fyri frælsi.
Tey siga, at tað spøkir i skúlanum. Alda ætlar at prógva, at tað passar ikki. Tá ið flokkurin skal sova í skúlanum, lokkar hon Gudný við sær oman í ta stongdu gongina. Tað skuldi hon ongantíð gjørt!
Pápi Idu og Eli dámar so væl tey villu dýrini. Nú skal øll familjan á safari í Afrika! Tað kundi verið ein góður túrur - um bara pápin ikki var so býttliga djarvur. Áðrenn tey vita av, hevur hann lopið hvøkk á sebrurnar og fingið eina gorillu at koma eftir teimum. Og tað er bara byrjanin....