Anja biddarabarn í Moskva
Anja býr úti á bygd hjá ommu sínari. Ein dagin kemur eitt par at vitja. Tey gera seg til og bjóða vodka, og morgunin eftir vaknar Anja á dúrkinum í einum bili á veg móti Moskva. Bókin er um stríðið hjá Anju fyri at sleppa heim aftur til ommu sína.
Anna 1 - Nýggj genta í flokkinum
Anna er súr og troytt av øllum. Serliga, tí hon skal í nýggja skúlan aftan á frítíðina. Hon saknar síni gomlu hús og bestu vinkonu sína, Áslu.
Anna á Grønafløtti
Hetta er søgan um eitt foreldraleyst barn. Eina móður-og faðirleysa gentu, sum er víðagitin. Vit lesaherum glaðu, reyðhærdu ,,Annu, sum endar við a. Hon kemur púra óvæntað á Grønafløtt, og frá tí degi verður lívið ongantíð aftur tað sama.
Anna Frank - krabbabók
Anna Frank er bók um trettan ára gomlu Annu, sum saman við familju sínari goymdi seg á einum lofti undan týskarunum undir seinna heimsbardaga. Bókin er í 7. torleikastigi.
Anngannguujuk
Anngannguujuk varð rændur úr heimi sínum, men pápin og andamanarin funnu hann aftur inni í landinum hjá teimum stóru dorsetfólkunum. Teir flýddu og komu heim aftur við dreinginum í øllum góðum.
Annika í Dímun
Henda nýskrivaða søgan byggir á kendu søgnina um Anniku í Dímun, sum var søkt á Havnarvág í 16. øld, tí hon var skuldsett fyri at hava beint fyri dímunarbóndanum.
Anselmo
Í bókini fylgja við systkjunum Anselmo og Lucindu, sum verða rænd av geriljahermonnum, tá ið teir leypa á bygdina, har børnini búgva í Mosambik. Hon og lýsir tíðina, tá ið borgarakríggj herjaði har. Søgan er um tann drúgva vegin aftur til frið.
Antin ella 100 truplar tvístøður
Antin ella? Hvat vilt tú helst? Tvístøður eru ógjørligar at loysa! Hvat vilt tú heldur: gera tvey kilo av oyravoksi ella tvey kilo av snoribollum um vikuna? Stuttligt og gott, tá ið tú skalt bjóða vinunum av!
Anton hevur lím undir skónum
Kom upp í træið! Vinirnir hjá Antoni sita ovast í trænum. Anton vil fegin upp hagar, men hann torir ikki. Hann hevur fingið lím undir skógvarnar.
Anton, mær dámar teg!
Anton er heilt einfalt fullkomin! Men so við og við kemur fyri ein dag, at alt ruggar ikki rætt. HVØR ER ANTON Í VERULEIKANUM? Og hvat er tað, sum er so gátuført við honum? Anton, mær dámr teg er um lívið hjá børnum – um skúla, systkin, foreldur, floksfelagar og fótbóltsvenjing. Men mest av øllum er hon um vinalag og stór loyndarmál. Tá ið spurningarnir um Anton rúgva seg upp, verður lesnaðurin so spennandi, at illa ber til at leggja bókina frá sær.
Antonia mitt í verðini
Antonia og Morgunstjørnan
Arhuaco
Hetta er ein sonn frásøgn úr Columbia í Suðuramerika um Arhuacoindiánar, sum hava tikið framtíðina í egnar hendur.















