, , , ,

Ævintýr 1

Í hesi bók eru 8 ævintýr: Dávur neytadrongur Risin, ið krógvaði hjarta Rósalítla Skógmaðurin Deknurin og gandakallurin Køtturin Fylgismaðurin Sigursteinurin

18,00 kr. 20,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Ævintýr 5

Í hesi bókini eru 4 ævintýr, tey eru: Tann kvennræddi kongasonurin Lindormur prinsur Andras veiðimaður Vakurleikin við slørinum

18,00 kr. 20,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Ævintýr 6

Í hesi bók eru 6 ævintýr, tey eru: Drongurin og oksin Tríggir skillingar Tey fýra ynskini Mjávond kongadóttirin Jákup og Ku havamaðurin Strokasálin

18,00 kr. 20,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Ævintýr- teknirøðir

Í bókini eru átta ævintýr eftir brøðrunum Grimm, sum Rotraut Susanne Berner sigur á heilt nýggjan hátt. Ævintýrini eru: Froskakongurin, Huldan, Tummillítli, Vársalat, Jórinna og Jóringil, Eydnuríki Hanus, Hanus Tindasvín, Kýsareyða.

95,00 kr. 145,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Ævintýrabókin (11)

Í Ævintýrbókini eru 25 av teimum allarbestu, klassisku ævintýrunum. Her eru bæði tey meira kendu, so sum „Snjóhvíta“, „Hans og Greta“ og „Teir tríggir Bukkarnir Brúsi“ saman við teimum minni kendu, so sum „Prinsessan á glasfjallinum“, „Drongurin, sum vildi læra ræðsluna at kenna“ og „Soria Moria slottið“.

240,00 kr. 288,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Afgansku synirnir (36)

Rebekka er akkurát byrjað at arbeiða á sambýlinum. Hon hevur verið á innleiðslu­ skeiðinum og fylgir øllum reglunum, sum standa í mappuni. Hvønn dag møtir hon Ahmed, sum dansar við lendunum, Hamid, sum hevur eitt bræv frá Útlendingastovuni liggjandi á náttborðinum og Zaher, tann nýggjasti á sambýlinum, sum flytur seg kvirt eftir gongunum í sínum glitrutu sandalum. Rebekka roynir at halda eina fjarstøðu ímillum seg og dreingirnar, ikki koma ov tætt uppá.

220,00 kr. 245,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Agnas og ljósið

Allahalgannadag fara Agnas, pápin og stóribeiggi hennara Martin í kirkjugarðin at tenra ljós á grøvini hjá mammuni, sum doyði fyri nøkrum árum síðan. Ljósið fer at brenna í fimm dagar, og Agnas ger av at fara hvønn fimta dag til nýggjárs. Men onkur annar ger eisini tað. Bókin snýr seg um sterkar kenslur, sorg og lívsgleði. Ein innilig bók við humor, álvarsemi, veruleika og hugflogi.

25,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Agnas Silja

Løgna kenslan av at onkur hugdi at sær, nær kendi hon hana fyrstu ferð? Tað visti Nora ikki.

38,00 kr. 30,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Áh Óh

Ein dagin er knappliga eitt egg í holuni. Mamman og pápin eru so forlipt. Hvar er hetta eggið komið frá? Tað veit Lundapisan ikki. Hon veit heldur ikki, hví mamman og pápin eru so forlipt, og henni dámar hetta einki. Men ein dagin tímir Lundapisan ikki meir. Hon er ill og sparkar eggið. Tað fer rullandi úr holuni, oman eftir bakkanum og steðgar ikki fyrr enn heilt úti á eggini. ÁH ÓH! Hvat nú?

68,00 kr. 79,00 kr.
Vís meira
, , , , ,

Áh Óh - mánin!

Lundapisurnar Stóra og lítla spæla í fjøruni. Knappliga er okkurt stórt og gult har. Stóra veit væl, hvat hetta er – tað er mánin! Og hann flýgur av stað við lítlu. Nú eru góð ráð dýr!

68,00 kr. 79,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Aladdin - Pixi

Aladdin er eitt ævintýr úr Miðeystri. Tað er úr einum kendum savni við søgum úr Miðeystri, sum eitur Túsund og ein nátt.

20,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Aldrinstíð! segði Álvur Ákason

Eitt fitt søga um Álv, sum er so treiskur, sum eg veit ikki hvat!

68,00 kr. 98,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Alex Dogboy

Tað er, tá ið foreldur Alex svíkja, at hann flytur út á gøtuna. Ein hjartanemandi søga um tilveruna hjá gøtubørnum og um, at tað hóast alt ber til at hava vónir fyri framtíðina.

120,00 kr. 140,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Álit - Karanabreytin, loggbók 2 (20)

Saga er farin til gongustjørnuna Kamenia, har Almaz fúrsti ræður fyri borgum, og saman við henni eru omman og sendiboðið frá Samveldinum. Tey koma við boðunum um dómin hjá Tí ovasta Sirklinum til ráðandi fúrstan: Gevst við hersetingini av Hvítoynni, ella verður tú revsaður. Tíverri gongst ikki eftir ætlan, fúrstarnir eru fíggindaliga sinnaðir, og Saga flýggjar við lívinum í vanda á einari fremmandari gongustjørnu. Er tað nakar av teimum trúføstu tænarunum hjá fúrstunum, ið vil hjálpa henni?

248,00 kr. 275,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , ,

Álopin av áarrossinum og aðrar spennandi søgur um dýraálop

Tá ið hann vaknaði aftur, var hann umgirdur av sera ringum lukti. Alt var myrkt rundan um hann, og hann helt, at hann var vorðin blindur. Men tað kendist so løgið, tí beinini vóru í vatni, men kroppurin kendist turrur. Turrur, men fullur í slími. Okkurt tungt trýsti á búkin og um at vita, hvat var hent, og hvar hann var, eydnaðist tað honum at lyfta hondina og føla, hvat tað var, ið var hent. Hann var fangaður í kjaftinum á áarrossinum!

130,00 kr.
Legg í kurv