Málverjin og havið (30)
Ein nýggjur fótbóltsvenjari ger lívið trupult fyri tólv ára gamla málverjan Lenu Líð. Í grannahúsunum hugsar Trilli um, hvussu hann skal fáa ta nýggju gentuna í flokkinum at varnast seg. Og á sjónum baksast abbin sum vant uttan at hugsa um, at hann er blivin gamal. Hetta árið mugu tey stríðast, Lena, Trilli og abbin, bæði við seg sjálv og við náttúrukreftirnar. Bókin er sjálvstøðugt framhald av Vafluhjørtu
Vitello gongur við knívi
Vitello dámar at síggja filmar um skrappar fýrar í undirtroyggju, sum tosa ljótt við øll og ikki eru bangnir fyri nøkrum. Harðar bananir við knívi. Vitello er eisini ein hørð banan, hann letur seg í undirtroyggju, nubbar ein av Mammusa knívum og fer út í verðina at tosa ljótt við onnur ...
Djarvi Djóni (20)
Í hesari bókini hevur Djóni trupulleikar av ymsum slagi. Tað kann vera í forskúlanum, á spæliplássinum ella heima. Hetta eru trupulleikar, sum børn uppliva í gerandisdegnum. Les bókina saman við barninum og lær at loysa trupulleikan eftir lítlari løtu við at hugsa øðrvísi. Djarvi Djóni er ein bók, har børn kunnu læra seg, hvussu einfalt tað kann vera at handfara svárar kenslur við at hugsa á ein nýggjan hátt.
Luddi and Lundisa
Two little pufflings see the light of on a summer morning. The poke their heads out of their burrows, and see the world open up to them.
Ríman um sangfuglar og slangur
Tað er morgunin, tá ið heystingin skal vera, sum skal seta tíggjundu hungursleikirnar í gongd. Í Capitol ger 18 ára gamli Coriolanus Snow seg til reiðar at verða vegleiðari í leikunum. Tann einaferð so mæta Snow-ættin hevur mist sína tignarstøðu, og lagna teirra hongur í einum kønum tráði, sum ger, at Coriolanus noyðist at seta alt upp á spæl fyri at vinna í hungursleikunum.
Loftar tú mær? Trý systkin, plakat, A3
Herviligi Henry og flúgvarin
Søgurnar um Herviliga Henry eru: Herviligi Henry og flúgvarin - Herviligi Henry broytir søguna - Herviligi Henry stjelur pallin - Herviligi Henry og deyðsrusjibanin
Herviligi Henry og kannibalbanningin
Søgurnar um Herviliga Henry eru : Bakarameistarin Herviligi Henry - Herviligi Henry og kannibalbanningin - Eyka herviliga leiðbeiningin hjá Herviliga Henry til Rullkomin foreldur - Herviligi Henry og illavorðna bókin.
Bókin um Dust - annað bind (12)
Bókin um dust er eitt tríverk, sum er um tíðina áðrenn og eftir hendingarnar í tríverkinum Myrkursins frumevni, sum kom út á føroyskum 2004-05. Í tí fyrsta bindinum La Belle Sauvage er tíðin sett 10 ár undan hendingunum í Myrkursins frumevni. Henda onnur bókin í nýggju røðini útbyggir og breiðkar episku parallellverðina hjá Philip Pullman. Tað er eitt máttmikið ævintýr um, hvat tað vil siga at kenna teg sjálva/n, at vaksa upp og fáa skil á heiminum rundan um teg.
Tvøri og Tvassa (27)
Ein søga um ta umvendu verð, har flest allir leiklutir eru vendir á høvdið. Børnini klára alt sjálv. Tey keypa inn, gera mat og ansa eftir foreldrunum. Í Tvøra og Tvassalandi sært tú hús liggja á liðuni, bilar flóta á sjónum og bátar uppi í luftini. Men kortini líkist gerandisdagurin okkara.
Álvur Ákason, sniðskorin (30)
Álvur Ákason er ein kendur og høgt elskaður vinur úr bókaverðini. Í hesi fittu, sniðskornu pappbókini kunnu tey yngstu børnini hitta Álv, vinir og familju hansara. Álvur smíðar, pápin lesur, Fía fastir bakar og rokast, og Virgar spælir við bilar.
Eftirgjørdur intelligensur
Hvussu læra verkfrøðingar robottar at hugsa?Er nakað,sum intelligentir robottar ikki duga?Hvar í heiminum eru robottar við eftirgjørdum intelligensi longu settir at arbeiða?Fara maskinur nakrantíð at verða klókari enn menniskju?Heldur tú,at maskinur ikki eru so intelligentar sum fólk? Henda bókin fær teg at hugsa te um.Les um,hvussu intelligentar maskinur-frá snildfonum til bilar við ongum førara-loysa alskyns uppgávur,frá at kanna rúmdina og til at duga at spæla-og vinna-eina rúgvu av spølum.
Bukað
Pápi Odu trillar súkkluna hjá henni inn í bilhúsið. Oda sleppur ikki at súkkla meiri. Hon dettur so lættliga. Hetta er søgan, sum Oda sigur teimum, sum spyrja. Men sannleikin er ein annar. Ein sannleiki, sum Oda ikki vil siga. Ikki pápanum. Ikki læraranum. Ikki besta vininum, Milad.
Merkilig met
Ein bók við nógvum merkiligum og stuttligum metum. Les um heimsins minsta hund og heimsins hægsta torn. Um hann, sum var í bað við slangum, og um bjørnina, sum var ein soldatur.
Ghost - sum tjóvur á nátt
Eg strúki hondina eftir blanka leðrinum á kuffertinum. So trýsti eg á lásið, so tað fer upp. Eg hvøkki við, tá ið eg síggi tann hvíta búnan og grímuna. Hatta er hon. Gríman, ið maðurin, sum drap vinmannin hjá pápa, var í. Maðurin við teimum glóðreyðu eygunum.















