Lykilin
Minni enn ein mánaður er farin síðan sorgarleikin, sum fór fram í fimleikarhøllini í studentaskúlanum í Engelsfors, men Tær útvaldu fáa nóg illa tíð at koma fyri seg aftur Skjótt vendist verð teirra upp og niður aftur. Loynidómar skulu avdúkast og óndskapurin steðgast. Tíðin er um at renna út, og Tær útvaldu kunnu bara vera vissar í einum - at alt fer at broytast.
Herviligi Henry og kykt (75)
Veitst tú, hvar oyruni sita á eini grashoppu? Hvussu halda býflugur seg heitar? Hvat kykt erut fongin? Eru Mariuhønur veruliga eitrandi? Undarligt og undrunarvert, hugtakandi og herviligt. Herviligi Henry fortelur tær alt, sum tú vilt vita um kykt. Eisini tað, ið tú helst ikki hevði viljað vita...
Erebos
Tá ið 16 ára gamli Nick fær ein pakka, undrast hann á, um pakkin kann forklára løgna atburðin hjá floksfelgunum fyri tíðina. Í pakkanum er gátufulla telduspæli Erebos. Spælireglurnar í Erebos eru strangar: spæl altíð einsamallur, ikki snakka um spælið og sig ongantíð nøkrum tín kallinavn.Forvitni vinnur á Nick, og hann verður skjótt bundin at spælinum. Men Erebos veit nógv um tey, sum spæla og fer at manipulera lív teirra.
Anton, mær dámar teg!
Anton er heilt einfalt fullkomin! Men so við og við kemur fyri ein dag, at alt ruggar ikki rætt. HVØR ER ANTON Í VERULEIKANUM? Og hvat er tað, sum er so gátuført við honum? Anton, mær dámr teg er um lívið hjá børnum – um skúla, systkin, foreldur, floksfelagar og fótbóltsvenjing. Men mest av øllum er hon um vinalag og stór loyndarmál. Tá ið spurningarnir um Anton rúgva seg upp, verður lesnaðurin so spennandi, at illa ber til at leggja bókina frá sær.
Lokaða landið
Børnunum í 5. B dámar væl í smáttuni á Ternuryggi, men ein dagin síggja tey sigarettstubbar í einari skál á borðinum. Hvør hevur verið har? Tí tey kenna ongan, sum roykir. Tá hetta endurtekur seg mugu tey fara at fáa greiðu á, hvat hetta er. Samstundis fáa børnini ein hvøkk, tí Jóhanna svímar ein dagin, tey eru og svimja. Hon verður innløgd fyri etingarólag, og onkur má hjálpa teimum at skilja, hvat hetta er, og hvussu tey kunnu hjálpa Jóhannu.
Ferðin til Amerika
Søgan er um tey bæði systkini Sean og Annie, sum líða hungur og hall í Írlandi. Pápi teirra er farin yvir til Amerika og skuldi geva boð frá sær aftur, men tey hava onki hoyrt. So verður gjørt av, at børnini skulu sjálv av stað, tí mamman kann ikki fara við teimum.Frásøgan er tí um vandamiklu ferðina hjá børnunum yvir til Amerika, hvussu tey bjarga sær yvir um amerikansku preriuna saman við góðum og minni góðum fólki, og at enda koma fram og uppliva nakað heilt óvæntað.
SimmSalaBimm
Søgan er um drongin Kaspar, sum keðir seg so óalmindiliga illa, og tað kenna nógv børn til. Hann fer upp á ovasta loft og finnur eina eskju. Á eskjuni stendur: Simmsalabimm - kom og ganda! Hvør kann tá halda seg aftur? Í hvussu so er ikki Kaspar, og lesarin fær at síggja, at Kaspar og gandastavurin taka púrasta ræðið á einum annars keðiligum heystardegi.
Klemmiligi Klæmint & Vinir
Lita, legg putlispæl, kenn mun á og anað gott. Meira enn 100 klistrimerki fylgja við. Ein ítrivsbók á tremur við gaman. Aftur
Søgan um blóðreyða súreplið
Eitt løgið skip
Regndropar falla við viðbreknum smellum. Við eini feiandi rørslu tekur Elo skipið fram aftan bak og rættir tað upp móti Súsannu. - Halt kipp, altso! Súsanna fer eitt fet aftur eftir hæli og hevur aðra hondina fyri bringuna. Gráir regnblettir breiða seg á tí hvíta seglinum. - Hetta hevur tú ikki sjálvur gjørt, ha? Súsanna hyggur tortrúgvin at Elo. - Alt sum tað er. Stoltleikin bukar í kroppinum. Hon ristir á høvdinum. - Tað er heilt ótrúliga vakurt, Elo!
Loyndarmálið í Sydney, BFL
Dávur og familjan verða hótt eftir lívinum, og tey mugu flýggja so langt burtur, sum til ber - heilt til Sidney. Men tað vísir seg at vera tað býttasta, tey kundu finna uppá. Har, tey minst vænta tað, bíðar ein deyðsfella.
Barsakh
Barsakh er søgan um tvær verðir, sum koma saman. Um fimtan ára gomlu Emiliu úr Noregi og átjan ára gamla Samuel úr Ghana. Emilia er og ferðast við familjuni á Kanariuoyggjunum, og ein dagin, hon er farin at renna, sær hon ein bólk av flóttafólkum umborð á einum báti. Hetta eru menniskju, sum hava ofrað alt fyri at kunna byrja eitt nýtt og betri lív í Europa. Eitt av hesum fólkunum er Samuel. Skjótt skal lív teirra broytast fullkomiliga.
Rani-ein nýggj byrjan
Rani flytir út á bygd saman við mammuni og systrini. Pápin og mamman eru skild, og nú skal Rani byrja av nýggjum á heilt øðrum staði og finna sær aðrar vinir. Hetta er ikki lætt, tí at fleiri av nýggju floksfelagunum hyggja ikki at honum við blíðum eygum.Tað hevur við sær, at samstundis sum Rani skal berjast við longsulin eftir pápanum og sorgina yvir, at foreldrini ikki longur eru saman, skal hann eisini stríðast við at fóta sær í spildurnýggjum umhvørvi.
Og Mamma!
Omma er farin í song, og hon er fúkandi ill við meg, tí tú hevur oyðilagt henni troyggjuna í vaskimasinuni. So tú vekir hana IKKI, segði abbin, og nú var fremstifingur beint við nevið á Morgunfríða. Hasin hundurin hjá tær er ikki ov klókur. Hann hevur ikki hønuvit og mamma.Er mamma tín eisini tollut? spurdi abbin.Ein rúgva av misskiljingum, ein rúgva av hugflogi og ein sera skemtilig søga!
Bukkarnir brúsi í baðilandi
- Kunnu vit ikki heldur fara har? spyr Miðlinga Brúsi. - Tað er so keðiligt uppi í feitilendinum. - Please, sigur Minsti Brúsi. - So noyðast vit ikki at ganga yvir um brúnna heldur. Tað er so keðiligt við hasum trøllinum. Størsti Brúsi játtar, og bukkarnir Brúsi fara í Baðilandið. Men heldur tú, at teir sleppa undan trøllinum? Ein stuttlig myndabók um bukkarnar Brúsi sagt og teknað á øðrvísi hátt.
Teknispælið
Teknispælið er til tín, sum hevur hug at leita eftir skattakistum og dýrgripum, bjarga stjørnufiskunum og villast ígjøgnum eina spennandi verð. Tekna við blýanti ella reika við tínum fingrum fram við stórum sniglum, vandamiklum fiskum og øllum møguligum øðrum stuttligum og undarligum verum.















