Jákup og bønastongin - Pixi
Jákup og bønastongin er eitt enskt ævintýr. Elsta niðurskrivaða útgávan, vit vita um, er frá 1807. Men søgan er nógv eldri enn tað.
Keisarin og náttargalin - Pixi
Keisarin og náttargalin er grundað á eina søgu eftir Hans Christian Andersen. Hann búði í Danmark í 19. øld og skrivaði mong víðagitin ævintýr.
Mowgli - Pixi
Enski rithøvundurin Rudyard Kiplingskrivaði Mowgli ( The Jungle Book) fyri meira enn 120 árum síðani. Søgan gongur fyri seg í India, har Kipling búði sum barn, og sum hann elskaði til sín doyggjandi dag.
Øskufía - Pixi
Søgan um Øskufíu er millum kendastu ævintýrini. Tað finnast nógv ymisk frábrigdi kring allan heimin.Henda útgávan er grundað á Øskufíu ella Tann lítli glasskógvurin hjá Charles Perrault. Elsta frábrigdið, fólk vita um, er frá sættu øld f.Kr. og er um eina grikska trælkvinnu, ið giftist við konginum ó Egyptalandi.
Prinsessan á ertrini - Pixi
Hans Christian Andersen skrivaði ævintýrið Prinsessan á ertrini í 1835. Hann var sonur ein skómakara og eina vaskikonu og gjørdist ein tann kendasti ævintýrarithøvundurin í heiminum.
Snjóhvíta og teir sjey smáu dvørgarnir - Pixi
Søgan um snjóhvítu er yvir 700 ár. Hendan útgávan er grundað á eina endursøgnhjá Jacob og Vilhelm Grimm, sum livdu í Týsklandi fyrst í 19. øld. í 1937 gjørdi Walt Disney søguna til ein tann kendasta ævintýrafilmin nakrantíð.















