Mín jólabók 2015
Jólabókin í ár er full av søgum og ítrivi, og sum altíð hava nógvir ymiskir myndprýðarar sett sín dám á bókina. Adventssøguna eigur Ingun Christensen. Hon eitur Sparijól og er um hesa ørskuna,sum vit verða fangað í um jóltíðir, at vit noyðast at keypa og keypa og keypa.Ein søga ella eitt ítriv er til hvønn dagin líka fram til jólaaftan.
Eitt jólaævintýr (14)
Scrooge er ein natin og óvinarligur maður. Hann heldur als ikki, at tað er neyðugt at hugsa um onnur. Men so fær hann vitjan av andum, sum vísa honum, hvussu menniskju liva. Og so broytir Scrooge hugsan. Hetta er klassiska jólaævintýrið hjá Dickens, sum Roberto Innocenti so meistarliga hevur myndprýtt.
Mín jólabók 2014
Í bókini eru nógvar nýskrivaðar søgur, sum bæði royndir og óroyndir rithøvundar hava skrivað. Bókin er ein kalendarabók, har antin ber til at lesa eina søgu ella gera eitt ítriv til hvønn einstakan dag, somuleiðis er ein framhaldandi adventssøga. Bókin er myndprýdd øll, sum hon er.
Eitt løgið skip
Regndropar falla við viðbreknum smellum. Við eini feiandi rørslu tekur Elo skipið fram aftan bak og rættir tað upp móti Súsannu. - Halt kipp, altso! Súsanna fer eitt fet aftur eftir hæli og hevur aðra hondina fyri bringuna. Gráir regnblettir breiða seg á tí hvíta seglinum. - Hetta hevur tú ikki sjálvur gjørt, ha? Súsanna hyggur tortrúgvin at Elo. - Alt sum tað er. Stoltleikin bukar í kroppinum. Hon ristir á høvdinum. - Tað er heilt ótrúliga vakurt, Elo!
Mín jólabók 2013
Í bókini eru nógvar nýskrivaðar søgur, sum bæði royndir og óroyndir rithøvundar hava skrivað. Bókin er ein kalendarabók, har antin ber til at lesa eina søgu ella gera eitt ítriv til hvønn einstakan dag, somuleiðis er ein framhaldandi adventssøgu . Bókin er myndprýdd øll, sum hon er.
Jólagávan hjá Monu
Mona veit, hvat hon skal gera, hon finnur bara eina kettu sjálv. Men tíverri gongur ikki alt, sum hon ætlar. Kettan hvørvir, men Mona hevur fingið eina súkklu í jólagávu, so hon kann bara fara at leita eftir kettuni við súkkluni.
Børn á markinum
Bókin snýr seg um børn, ið eru á markinum til eitthvørt og ikki altíð av egnum ávum. Og stendur tú á markinum, hevur tú eitt val: hvønn veg fert tú? Tað valið kanst tú sum lesari gera, meðan tað er verri hjá børnunum, ið her verða lýst.
Onki
Pierre Anton fer ein dagin upp í eitt træ og noktar at koma niður aftur. Hann byrjar at tveita blommur eftir floksfeløgnunum og rópa at onki hevur týdning. Agnas og hinir floksfelagarnir mugu savnað prógv um, at okkurt hevur týdning.
Barnasálmabókin (17)
Í bókini er eitt úrval av upprunaføroyskum og týddum sálmum við vøkrum myndprýðingum. Ætlanin við bókini er, at børn skulu fáa gleði av sálmunum, og at teir kunnu gerast ein felags mentanararvur hjá komandi ættarliðum.
Mín Jólabók 2012
Góðar og nýskrivaðar søgur og yrkingar umframt spennandi ítriv at gera til jólar. Jólabókin er familjubók við hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur í tíðini upp undir jól.
Flúgv, jólaeingil, flúgv!
Kornelius hevur hug at reypa sær eitt sindur fyri jólaeinglinum Lukretiu.
Ein jólaeingil vitjar
Tummas hvøkkur við, serliga tí at hann býr á aðru hædd. Hann heldur tað vera bæði ein tjóvur ella ein vampýrur, men so vísir tað seg at vera ein eingil, og hann grætur.
Snjóhvíta
Ónda drotningin ætlar at drepa Snjóhvítu, men hon sleppur undan við lívinum og fer at búgva hjá sjey dvørgunum. Men drotningin roynir seg enn einaferð, og hesuferð eydnast.
Mín jólabók 2011
Ítrivini er soleiðis, at tað helst ikki skal kosta ein harragarð at gera tey, og saman við øllum teimum nýskrivaðu søgunum er jólabókin í ár ein heildaruppliving sum kann gera bíðitíðina fram til jóla eina spennandi og hugnaliga tíð.
Hundurin
Hundurin er um Rúnar og pápan, sum eftir hjúnaskilnað leita til Kanariuoyggjarnar at halda jól. Á Kanariuoyggjunum hitta teir Marjuna og Nannu – og ein hvínandi og svangan hund, sum tey vilja hjálpa. Rúnar og Marjun kalla hann Ninja og ansa eftir honum. Tey vilja hava hann heim við sær. Men ber tað til?
JólaStrok, fløga
Tað er okkara væl kenda Meyla, sum syngur. At hjálpa sær við tónleikinum hevur Meyla fingið fatur á teimum vælsvingandi Molunum. 9 løg eru á fløguni. Summir av sangunum eru væl kendir, onkur spildurnýggjur og aðrir eru týddur úr enskum.















