Gladiator drongurin 1. Hetja á
Torir tú at fylgja Decimusi, tá ið hann verður tikin av ránsmonnum? Hevði tú yvirlivað á teirri ræðuligu deyðsarenuni? Hoyr um dystirnar, sum óndi leikstjórin letur hetju okkara Decimus Rex luttaka í.1 bók um Decimus, gladiatordrong í gamla Rom.
Hundurin
Hundurin er um Rúnar og pápan, sum eftir hjúnaskilnað leita til Kanariuoyggjarnar at halda jól. Á Kanariuoyggjunum hitta teir Marjuna og Nannu – og ein hvínandi og svangan hund, sum tey vilja hjálpa. Rúnar og Marjun kalla hann Ninja og ansa eftir honum. Tey vilja hava hann heim við sær. Men ber tað til?
Kári og serliðið
Reytt er kærleiki
Turbo verður forelskaður
Hvassi 5 - Berjist ímóti
Sig tað við onkran -Tey í sætta b
Pál dansar
Pápi Pál eru ikki sum pápar flestir. Hesaferð hevur hann keypt Páli dansiskógvar, tí at hann vil hava, at Pál lærir at dansa. Og so hevur hann einki ímóti sjálvur at hjálpa dansilæraranum at læra børnini …
Hin klóka æðan
Myndabók, ið er grundað á eina sanna søgu úr Hesti. Um eina fitta ommu, ið hjálpir tveimum oljudálkaðum æðum.
Mannajagstrarin 3
Ezra, Selina og Luka leita eftir Veiðumannabókini. Teir skulu forða greivanum at sleppa einum dreka leysum á jørðini. Og tað er ein kapprenning við tíðina.
Huckleberry Finn, skreytútgáva
Ein hin kendasta bókin eftir Mark Twain. Spennandi, stuttlig og verður av nógvum roknað sum klassikari í nýggjum amerikanskum bókmentum.
Vencil á enskum
Serútgáva - Vencil á enskum
Huckleberry Finn
Ein hin kendasta bókin eftir Mark Twain. Spennandi, stuttlig og verður av nógvum roknað sum klassikari í nýggjum amerikanskum bókmentum.
Mina
Mina er ein høna, sum býr saman við fimm øðrum hønum. Ein dagin ýlir vindurin, og við eitt tekur hann Minu á flog við sær – av trygga bønum, sum er heim hennara, til trøðna, har ærin Æsa og lomb hennara halda til. Men Mina vil sleppa heim ...
Vinir
Vinir er fitt søga um vinmenninar Nils og Silas, sum eru vinir og sita saman í skúlanum. Teir eru samdir um, at teir eru góðir vinir, og at teir vilja spæla saman, men tað er ikki altíð so lætt at semjast um, hvat teir skulu spæla ...
Tummas og tjóvurin
Søgan er um Tummas, sum ikki torir at leggja seg at sova, tí hann hoyrir eitt ljóð. Tað ljóðar, sum onkur gongur á gólvinum. Man tað vera ein tjóvur? Ella grønir menn frá Pluto?















