Lokaða landið
Børnunum í 5. B dámar væl í smáttuni á Ternuryggi, men ein dagin síggja tey sigarettstubbar í einari skál á borðinum. Hvør hevur verið har? Tí tey kenna ongan, sum roykir. Tá hetta endurtekur seg mugu tey fara at fáa greiðu á, hvat hetta er. Samstundis fáa børnini ein hvøkk, tí Jóhanna svímar ein dagin, tey eru og svimja. Hon verður innløgd fyri etingarólag, og onkur má hjálpa teimum at skilja, hvat hetta er, og hvussu tey kunnu hjálpa Jóhannu.
Bara vinir/Snild ætlan
Hanna og Emma eru bestu vinkonur. Tær eru saman um alt. Hetta er bók við tveimum spennandi søgum úr gerandisdegnum. Bara vinir Tá ið sjeikurin ger tað liðugt, er gott at hava eina hjatavinkonu. Hanna hevur Emmu, og vinkonur kunnu líta á hvørja aðra, ella hvussu? Snild ætlan Hanna og Emma vilja hevna seg inn á Silju, sum gongur og lýgur um tær. Nú mugu tær bara leggja eina snilda ætlan.
Beinta 2-Einki er, sum tað var
Nú verður skúlaveitsla, og Beinta og Sára hava glett seg og lagt ætlanir í mánaðir. Men nú tímir Sára knappliga einki longur, og Beinta skilir ikki, hví so er. Hvat er tað Sára hevur verið fyri, sum hon ikki vil siga?
Tann stóri bresturin
At vita sær, at henda dynamittstongin kundi senda teir høgt upp til himmals og niður aftur, sendi ein óhugnaligan skjálvta gjøgnum teir fýra dreingirnar. Teir vita, at tað er vandamikið, teir tora illa, og kortini gera teir tað: Festa í fjúsið og tveita dynamittið í eitt ruskílat. Einki hendir, og teir rýma. Men so kemur ein lítil drongur gangandi ...
Frankenstein
Vit fara við Frankenstein ígjøgnum ymisk fjallalendi og yvir fryst høv. Klárar hann at steðga framferðini hjá tí fjandans drápsmanninum? Er hann til reiðar at gera tað, ið ódjórið biður hann um? Tað er Mary Shelley, ið upprunaliga hevur skrivað, og Gill Tavner, sum hevur umskrivað søguna.
Rustur sum viður og vindur
Rustur sum viður og vindur er ikki bara ein stuttlig bók, men eisini ein bók á tremur av gløggum eygleiðingum. Og í hvussu nógvum føroyskum skaldsøgum hevur høvundurin samrøðu við standmyndina av Rasmusi Effersøe á Tinghúsvøllinum um at blíva pakkaður inn í wc-pappír og mangt annað?
Ferðin til Amerika
Søgan er um tey bæði systkini Sean og Annie, sum líða hungur og hall í Írlandi. Pápi teirra er farin yvir til Amerika og skuldi geva boð frá sær aftur, men tey hava onki hoyrt. So verður gjørt av, at børnini skulu sjálv av stað, tí mamman kann ikki fara við teimum.Frásøgan er tí um vandamiklu ferðina hjá børnunum yvir til Amerika, hvussu tey bjarga sær yvir um amerikansku preriuna saman við góðum og minni góðum fólki, og at enda koma fram og uppliva nakað heilt óvæntað.
SimmSalaBimm
Søgan er um drongin Kaspar, sum keðir seg so óalmindiliga illa, og tað kenna nógv børn til. Hann fer upp á ovasta loft og finnur eina eskju. Á eskjuni stendur: Simmsalabimm - kom og ganda! Hvør kann tá halda seg aftur? Í hvussu so er ikki Kaspar, og lesarin fær at síggja, at Kaspar og gandastavurin taka púrasta ræðið á einum annars keðiligum heystardegi.
Klemmiligi Klæmint & Vinir
Lita, legg putlispæl, kenn mun á og anað gott. Meira enn 100 klistrimerki fylgja við. Ein ítrivsbók á tremur við gaman. Aftur















