, ,

7-9 ár: Ferðin til Kongurvág

Ólavur hatar at fara í song, tí hvørja einastu nátt hevur hann ta somu ræðuligu marruna. Hann verður eltur av slímutum verum, sum umskapast til eld og jagstra hann ígjøgnum myrka hellið, líka til hann dettur út av eggini …

Men eina náttina broytist marran. Ólavur endar í Kongurvág, í ríkinum hjá eiturkoppunum, og saman við einum eiturkoppi má hann ferðast víðari inn í Kongurdal og gera enda á marruni hjá sær. Tað er einasti máti at sleppa av við hana.

Ferðin til Kongurvág er ein spennandi, ævintýrkend søga um vinalag, ótta og dirvi.  

Upprunaføroysk bók: Urd Johannesen hevur skrivað, og Silja Eystberg hevur myndprýtt. ­

180,00 kr. 225,00 kr.
Kemur skjótt
, ,

3-6 ár: Tjørnin

Tá Fípa og Spógvi finna eina ókenda kullu mitt í garðinum, broytist alt. Trantklukkur og túsundbein, ein óstýrilig kópakonustandmynd, eitt loyndarfult spøkilsisbarn og frekir grannar eru bara nøkur av teimum undrunum, sum koma undan kavi, tá vinirnir taka spakarnar fram.

 

Tjørnin er ein botnleys og hugtakandi søga um forvitni,óansni, leiðslu og manglandi leiðslu, men ikki minst um okkara samband við okkara egnu ætt og øll hini, sum vit deila nærumhvørvið við.

Hetta er ein bók til náttúrubørn í øllum aldri.

139,00 kr. 175,00 kr.
Kemur skjótt
, ,

0-2 ár: Hvar er flogfarið?

Pætur elskar sítt flogfar, og hann hevur tað við sær allastaðni. Men nú er flogfarið horvið. Hvar man tað vera? Kom og hjálp Pæturi at leita!

 

Upprunaføroysk bók: Guðrið H. Jacobsen hevur skrivað, og Gunn S. Müller hevur myndprýtt.

119,00 kr. 149,00 kr.
Kemur skjótt
, ,

10+ ár: Ódjórini

Abdi (13) og lítlasystirin Alva flýggja ígjøgnum skógin.Tey flýggja undan ókendum ódjórum, sum drepa uttan ávaring, og undan menniskjum, sum eru sinnað at gera næstan hvat sum helst fyri at yvirliva.

Hvønn kunnu tey líta á?

Og hvussu skulu tey finna eitt trygt stað at vera?

159,00 kr. 199,00 kr.
Kemur skjótt
, , , ,

Summarið, tá alt hendi

Eyguni á Abbas skyggja ímóti mær. Tey eru allarvakrast seinnapartin, tá ljósið ikki er so bjart. Tá sært tú, hvussu grøn tey eru, sum smaragdar ella vaskipulvur.

199,00 kr. 249,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Surr

Upprunaføroysk bók: Dánial Hoydal hevur skrivað, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt.



Hon kennir seg øðrvísi og hevur ilt við

at savna tankarnar í skúlanum og heima.

Teir surra sum vespur. Men hon dugir

at tekna sum ongin annar. Tá hon teknar,

gerast vespurnar til firvaldar.

 


179,00 kr. 225,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Ásgarður

Hevur tú hoyrt søguna um, hvussu Óðin skræddi sítt egna eyga úr? Ella hana um Loka, sum setti høvdið í veð? Veitst tú, hvør Fenrisúlvurin er, og hvat hendi, tá jørðin gekk undir í ragnarøkum? Og torir tú at vitja gudinnuna Hel niðri í Helheimi?

 

Kom við á ævintýraferð millum æsir, jatnir og undur. Tað verður spennandi, stuttligt og óhugnaligt. Vælkomin til Ásgarð!

190,00 kr. 238,00 kr.
Legg í kurv
, , ,

Hvar er hvíti?

Seyðir eru floksdýr.

Tað merkir, at teir gera tað sama samstundis. Teir eta saman og sparla í senn. Teir sova, droyma og renna saman. Og teir hyggja at tokinum fara framvið.

Tað gera teir hvønn dag. Allir samlir. Ikki so, Hvíti?

 

Ein stuttlig søga (og leitibók) um ein seyð,

sum ikki altíð fylgir fjøldini.

159,00 kr. 199,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Kann eg sita í miðjuni?

„Kom, vit fara at lesa eina bók!“ rópar barnið

og skjótt sita øll í sofuni:

sebran, kettan, barnið, hamstrarin og leyvan.

Nú kunnu vit byrja.

„Bíða!“ gneggjar sebran. „Storkurin manglar!“

Har kemur hann.

Soleiðis, nú kunnu vit byrja – ella kunnu vit?

 

Ein stuttlig og rokalig søga um løtuna, tá vit lesa saman.

115,00 kr. 145,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Heimalambið Nella

Heimalambið Nella kemur í húsið hjá Bettu og Jóhann at vera. Nella fær eitt lítið stykki niðan fyri húsið at vera og eta gras, men tað gongur ikki so væl. Hon vil hvørki vera innibyrgd ella einsamøll. Hon berjist sum fyri lívinum fyri at sleppa út, rennur eftir hundum, óruddar í kjallaranum, órógvar á rættini, í hoyna og allastaðni, har hon er, og so er hon eisini so veðursjúk.

„Á, Nella, Nella, tú ert ein gella!“ sigur Betta.

Les stuttligu søguna um Nellu, sum Betta á Dalinum hevur skrivað, og Jana Jonhardsdóttir hevur myndprýtt.

180,00 kr. 225,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Sukurvatt

Hjálp, kom og hjálp mær!" hoyrir hann tað runga niðri úr vaskinum, so tað ekkóar um allan kjallaran. Hvør er hatta sum rópar soleiðis? Hann lirkar eitt eyga upp og skeitir niður í vaskið. Hann sær bara skínandi, blankt stál. So lirkar hann eitt eyga upp aftrat. Jú, har er okkurt niðri á botninum. Jú, mín sann! Ein tvísterta, sum hann ongantíð hevur sæð fyrr, stendur har púra einsamøll mitt niðri í vaskinum.

159,00 kr. 199,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Norðlýsi 3 - Krákusystrarnar

Gátuføra fjallafólkið tekur væl ímóti Sonju, Bjarnari og Lottu. Bygdin er á tremur við hentum gandi og vinaligum fólkum. Allíkavæl fær Sonja frænir av, at teirra leiðari, Ravdna, fjalir eitt myrkt loyndarmál.

Norðlýsi-bøkurnar hava ligið ovast á metsølulistunum líka síðani fyrsta bókin kom í 2018. Tann bókin vann ikki minni enn tríggjar virðislønir, Arks barnebokpris, Pondus-prisen og Barnas bokpris.

Malin Falch er úr Tróndheimi, men býr nú í Oslo. Hon hevur fyrr útgivið Norðlýsi bók 1 - Ferðin

til Jøtundalin, Norðlýsi bók 2 - Víkingarnir og oraklið og Bjarnar.

149,00 kr. 189,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Norðlýsi 4 - Trøllaríkið

Inn í trøllaheimin
Sonja, Espen og Lotta fara á eina vandamikla ferð inn í trøllafjallið. Ein óvæntaður hjálpari kemur við, men hóast allar góðar kreftir, ber tað so til at vinna á risastóru trøllunum og sleppa livandi út aftur úr fjallinum?

Malin Falch (f.1993) hevur skrivað og teknað røðina Norðlýsi við íblástri úr norskum ævintýrum.
Trøllaríkið er fjórða bókin í røðini.

149,00 kr. 189,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Fantus nú roksar tú, fílur

Tað er nógv stuttligari at busta føtur enn at busta tenn. Skógvarnir rigga nógv betur á hondunum – og skal blæan altíð vera á rumpuni? Hygg undir klaffarnar og síggj, hvussu Fílur roksar allan dagin.

Ein stuttlig peikibók við stórum klaffum á øllum síðum!

99,00 kr. 125,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Fólk og dólgar í Kardamummubýnum

Les um dólgarnar, Kaspar, Jaspur og Jónatan, um Suffíu mostur, Bastian politimeistara og mong onnur í hesum frálíka klassikara. Aftast eru løgini til sangirnir, sum sungnir verða í Kardamummubýnum.

110,00 kr. 140,00 kr.
Legg í kurv