-20%

7-9 ár: Ferðin til Kongurvág

180,00 kr. 225,00 kr.

Ólavur
hatar at fara í song, tí hvørja einastu nátt hevur hann ta somu ræðuligu
marruna. Hann verður eltur
av
slímutum verum, sum umskapast til eld og jagstra hann ígjøgnum myrka
hellið, líka til hann dettur út av eggini …

Men eina
náttina broytist marran. Ólavur endar í Kongurvág, í ríkinum hjá
eiturkoppunum, og saman við einum eiturkoppi má hann ferðast víðari inn í
Kongurdal
og gera
enda á marruni hjá sær. Tað er einasti máti at sleppa av við hana.

Ferðin
til Kongurvág
er ein spennandi, ævintýrkend søga um vinalag, ótta og dirvi.
 

Upprunaføroysk
bók: Urd Johannesen hevur skrivað, og Silja Eystberg hevur myndprýtt.

­

Rithøvundur: Urd Johannesen

Fleiri upplýsingar

Undir tittul: Ferðin til Kongurvág

Frágreiðing:

Evni:

Teknari: Silja Eystberg

Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags

Útgávuár: 2026

Síður: 0

Myndir: Ja

Bókaklubba: Ja

ISBN:

: Útselt 10619