Útskot
Í Útskoti er Torak foreldraleysur og einsamallur og flýggjar undan fólki, tí hann er dømdur at vera útskot. Øll hava rætt at taka hann av lívi, tí hann er vorðin yvirtikin av sálarátara, sum ger, at hann ikki kann vera saman við hinum.
Útskotini
Søgan um útskotini er bæði harðrend og kensluborin og lýsir væl ein part av amerikanskum ungdómi. Um tey, sum eru øðrvísi. 14 ári gamli Ponyboy sigur frá um útskotini. Ein søga um vinalag og samanhald. Ein ógvuslig søga um samanbrestir við hini úr fína býarpartinum.
Vættrarok
Her eru uppgávur, tekningar og mangt annað stuttligt ítriv.
Vafluhjørtu (41)
í bókini fylgja vit Trilla og Lenu gjøgnum lív og vafludeiggj í eitt heilt ár. Mangan gongur tað vilt fyri seg í lítlu víkini, har tey búgva.Tey gera rennistrong millum húsini, spæla annan veraldarbardaga og framføra ónleik á gøtuni. Tá er gott, at tey hava sovoriðin sum abban og tey at fáa skil á øllum aftur. Men hvat nú, um okkurt er, sum ongin fær skil á aftur?
Vaktari Vísdómsins
Tá ið Vaktari vísdómsins er deyður, og ein nýggjur Vaktari skal tilnevnast, verður ruðuleiki í lítla staðnum við Grønavatn. Tær fýra ættirnar, træleyparar, stjørnusavnarar, kubbar og heygsfólk vilja hvør í sínum lagi sleppa at ráða yvir Grønavatni.
Vakurleikin og ódjórið
Tá ið pápi Bellu hentar eina rósu í urtagarðinum á einum slotti, møtir hann einum ræðuligum ódjóri. Djarva Bella setir sær fyri at bjarga pápanum... men hvat bíðar henni á gandaða slottinum?
Vampýrur
Cornelius van Helsing er vísur í at Dracula er endurrisin og saman við hjálpara sínum, Gustavi de Wolff, fer hann at leita eftir honum. Bókin er full av loynidómum og undarligum lutum, sum liggja goymdir her og har í bókini.
Vandamikið hásummar (34)
Eldgoysandi fjallið kvaklast við og Mumidalurin er hóttur av einari vatnflóð. Tá ið bara tað ovasta á Mumihúsinum er uppi yvir vatnskorpuni, noyðast tey at flýggja.
Vandamikil djór
Hvør ormur bítur si, at tú doyrt eftir fáum sekundum? Hvat fær leopardar at gerast ræðulig veiðidjór í náttarmyrkri? Er tikarahávur hættisligari enn ein bóghvítuhvalur? Hvar sært tú vandamestu eiturkoppar í heiminum? Vandamikil djór ymsar staðir á jørðini kunnu vera alt frá tropiskum hávi til pinkulítið skordýr við drepandi biti.ì hesi bókini lesur tú um ótrúlig eiturevni,vápn og sansir,ið fáa summi djór frá náttúrunnar hond at verða fødd drápsdjór.
Vandamikil dýr
Hvussu loypur krokodilla á? Hví berjast áarross? Og hvussu drepur eiturkoppur fong sín? Í hesi bókini finnur tú svarini og fært nógva aðra spennandi vitan um vill og vandamikil dýr. Dýr kunnu vera vandamikil av ymiskum orsøkum. Tey kunnu vera bangin, svong ella royna at verja familju sína. Nøkur dýr eru bara vandamikil fyri onnur dýr, og nøkur eru eisini vandamikil fyri fólk.
Vandamiklar rannsóknarferðir
Gjøgnum alla mannasøguna hava verið fólk, sum hava leitað sær til tað ókenda. Hesir ævintýrarar eru ofta komnir í ógvusliga mótgongd og ófatiligar vandar, men tey hava sett lív sítt í váða fyr at finna nýggj og fjarløgd støð. Bókin sigur okkum ferðirnar hjá nøkrum av teimum kendastu ævintýrarunum. Vit hoyra um fólk, sum hava víst øgiligt dirvi, miðvísi og áræði. Vit hoyra eisini um støðini, tey hava vitjað og hvørjar avbjóðingar, tey hava havt.
Vandamiklar rýmingar
Fólk, sum sita í fongsli ella sum fangar í legum ella aðrastaðni, hava altíð roynt at rýmt. Tað kunnu vera fólk, sum hava framt brotsgerðir og sita í fongsli, sum verða hildin at vera ógjørlig at rýma frá, fangar, sum eru tiknir í kríggi av fíggindanum ella politiskir fangar, sum eru settir í fongsul av tí, teir trúgva uppá.
Vanja og Villi
Vanja gongur í 8. flokki og Villi er nýggi drongurin í flokkinum. Bókin er um vinskap og ta ráu happingina, sum gongur fyri seg innan skúlans gátt og uttanfyri. Vanja er ein, sum ikki góðtekur happing, og tað fær hon at føla.
Vanvarði -Tóra II (20)
Huldufólk eru at finna í íslendskum og føroyskum tjóðminnum. Tey eru yvirnatúrligar verur, sum liva í náttúruni. Tey síggja út og bera seg at sum menniskju, men liva í einum parallellum heimi. Tey hava evnini at gerast ósjónlig, tá tey hava hug. Vanvarði er onnur bók í røðini um Tóru og hennara stremban eftir at finna útav, hvør hon sjálv er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til.
Vár - meldurbók
Eftir vetur kemur vár. Í góðveðrinum eru bæði fólk og dýr úti: í urtagørðum og á bóndagørðum uttan fyri býin, á torginum og á gøtunum, í handlum og í viðarlundini. Rotraut Susanne Berner brúkar myndir at vísa nógvar smáar søgur, sum fara fram ein sovorðnan dag.
Varaprinsessa Andersen
Summi børn eru friðarlig, og teimum dámar ikki at tosa hart, at standa á einum palli, ella tá øll hyggja at teimum. Soleiðis er Lisa Andersen. Hon stúrir fyri síðsta skúladegi og sjónleikinum, sum flokkurin skal framføra. Tíbetur skal hon einki siga, tí hon skal bara vera afturparturin á einum hesti. Men so hendir tað, sum ikki má henda. Helena fær heilaskjálvta. Og Lisa, sum er varaprinsessa, noyðist at spæla prinsessa í sjónleikinum.















