Palli Pumm og húsið í Pumsarlá
Hungangshungrandi spælibjørnin, Palli Pumm. Bæði ung og gomul fara at stuttleika sær saman við Palla Pumm, Kristoffuri Róa, Purkili, Kaninusi, Uglasi, Asnari, Kengu og lítla Ru, tá ið tey fara á ævintýrferð í hundrað metra skóginum. Í hesi bókini finnur Tikári út av, hvat tikárum dámar, og Purkil ger eitt satt bragd. Asnar finnur Gulasastovu, og Uglas flytur í hana, og Kristoffur Rói og Pumm finna eina álvalund. Ein kærkomin bók at lesa fyri børnum.
Agnas og ljósið
Allahalgannadag fara Agnas, pápin og stóribeiggi hennara Martin í kirkjugarðin at tenra ljós á grøvini hjá mammuni, sum doyði fyri nøkrum árum síðan. Ljósið fer at brenna í fimm dagar, og Agnas ger av at fara hvønn fimta dag til nýggjárs. Men onkur annar ger eisini tað. Bókin snýr seg um sterkar kenslur, sorg og lívsgleði. Ein innilig bók við humor, álvarsemi, veruleika og hugflogi.
Dalurin fagri
Um drongin Páll, ið veksur upp millum tey sjúku á bróstsjúkrahúsinum í dalinum fagra - Hoydalar.
Baby Blues
Jimmy situr inn ímóti garðinum, hendur í favn. Eg veit ikki, um hann er illur við meg ella okkurt. Hann sigur einki. Eg veit ikki, hvussu leingi vit sótu soleiðis. Og eg hugsi, hvussu ber tað til, í áðni var alt so gott, og nú er alt av hundanum til. Eg eri køld, og skelvi.
Krossorð
Hin útvaldi
Tá ið Kol er 12 ára gamal, verða tey rakt av skalvalopi, og bæði foreldur og vinfólk hjá Koli doyggja. Tey, ið eftir eru, gera av at flyta. Kol syrgir, men gentan Aya hjálpir honum burtur úr sorgini.
S P ella K
Tá ið Nora byrjar í sætta flokki, er onki longur, sum tað plagar at vera. Sabina, sum hevur verið besta vinkona hennara, síðan tær vóru smágentur, vil nú bara vera saman við Fanný og teimum hørðu í flokkinum. Karin vil vera saman við Noru. Men vil Nora vera saman vil Karini?
Vit báðir Vitri II
Rúseitur og skøkjulevnaður eru partur av gerandisdegnum hjá Lenu. Men Virgar og Vitri báðir gera av at hjálpa henni - og teir bakka ikki, tá ið teir eru farnir at stríðast fyri tí, teir halda verða rætt.
Markus og Diana
Tað er ikki óvist, at Markus Simonsen, 13 ár er heimsins ræddasti drongur. Lítli Maðkurin, við jørpun hári og tjúkkum brillugløsum, ræðist næstan alt, sum til ber at ræðast í hesi verð. Hann ræðist hæddir, myrkrið, súkklur og gentur. Allarmest ræðist hann at vera Markus Simonsen. Men tá ið hann skrivar til øll tey kendu og biðjur um undirskrift teirra, er hann ikki Markus longur.Tá er hann ein dopingdømd ítróttarstjørna,ið iðrar seg um sínar gerðir,ella ein gomul,blind omma.
Lív heldur á
Pápi Páll fer burtur í haga og kemur aftur við eini ær, ið hann leggur við ketlin at fáa hita. Páll fær hana ikki úr huganum og fer at hyggja til ærina um morgunin, og tá sær hann eitt pinkalítið lamb standa á gólvinum.
Advent
Advent er søgan um seyðamannin, Benadikt, sum hvørja advent leggur til brots inn millum fjøllini at leita eftir seyði, sum hevur ligið eftir á rakstrinum. Á hesum vandaferðum hevur hann tveir fylgissveinar, hundin, Leo, og geldseyðin, Eitil, ið er slóðarin góður.Á 27.undi ferðini kemur kavarok og stormur av tí frekasta á hann, so tað stendur um lív. Meistarliga greiðir høvundin frá, hvat ið rørist í huga Benadikts uttan at fella í fátt berjist fyri lívinum í stormi og dungaroki.
Meistarin og teir fýra skrivararnir
Hvør er Jesus? Hvør er boðskapurin hansara? At fáa hesar spurningar svaraðar, mást tú fáa greiði á, hvat teir fýra evangelistarnir í Nýggja Testamenti siga, og av og á sammeta teir. Tað er júst tað, sum rómverski drongurin, Titus, fær høvi at gera. Fyrst hittir hann Markus í Róm og fær sum uppgávu at flyta eitt bræv frá honum til Matteus í Jerúsalem.
Systir mín er ein eingil
Systir Ulf er besta systir, sum til er. Hon er ikki herskut og roytir ongantíð, og hon er rættiliga vill, tí hon hevur onga uppaling fingið. Men hon kann eisini vera friðarlig og fitt. Hon er ein eingil.
Agnas Silja
Løgna kenslan av at onkur hugdi at sær, nær kendi hon hana fyrstu ferð? Tað visti Nora ikki.
Drekar og annað valafólk
Fýra søgur um drekar, har alt gongur við fullari ferð millum drekar, ræður, ferføtlur og annað valafólk og ein søga um eitt lítið barn, sum við reinlyndi bjargar sær undan tí illa.















