Grund 2
Gulleygað
Gullregn
Tá ið blikkeskjan fyrstu ferð verður grivin niður, er hon tóm. Aðru ferð eru 800.000,- kr. í. Fýra børn finna blikkeskjuna. Tey gera av at krógva hana, til tey frætta, hvussu nógv verður latið í finnngarløn. Men tað er torført at semjast um eina ætlan og at goyma pengarnar. Heldur ikki er tað lætt at halda seg burtur frá einum manni, sum, ið hvussu er, ikki er løgreglumaður....
Gylta svørðið
Triðja bókin í røðini um lítlu gentuna Petité, sum varð rænd av víkingum og nevnd Ása. Nú er hon ung genta og er vorðin væl við høvdingasonin Torfinn. Hann fer á víkingaferð, veturin líður, og eingin drongur kemur aftur. Øll halda hann vera deyðan, men so ein dagin daga skipini úti í havsbrúnni.... og Ása er eydnurík. Undanfarnu bøkurnar í røðini eru: Drekaskipið og Gylta svørið.
Hagasóljusangur
Hugtakandi søga um eina illsinta og ólukkuliga gentu. Gerda hevur mist pápa sín á sjónum, og systirin Siv, sum var við pápanum lagnudagin, er merkt av hendingini, men vil ikki tosa um tað. Bókin er ein viðkomandi søga um sorg, øvundsjúku og vinalag.
Halastjørnan kemur
Bøkurnar um mumitrøllini og øll hini, sum vitja ella búgva í Mumidali, eru vorðnar heimskendir klassikarar. Í hesari er alt eitt sindur spennandi og óhugnaligt, tí øll vænta eina halastjørnu fara at koma, og tað dámar ongum sjálvandi
Hanus og Hansina
Ein søga um tvey børn, sum hitta ein hval og saman við honum fara at ferðast til onnur lond.
Harry Potter 2, heft og kamarið við loynidómum
Harry er heima hjá fosturforeldrunum. Hann er í summarfrítíð og upplivir ringasta føðingardagin nakrantíð. Harry hevur aldrin havt tað gott hjá Dursley fólkunum. Har hendir ymiskt løgið - og stuttligt.Onkur er,sum roynir at forða Harry at fara aftur. í Hogwarts. Tað er tað ringasta, ið kann henda, tí ikki fyrr enn Harry frætti frá gandaskúlanum og fekk at vita um sín egna uppruna, hevur hann varnast, at tað eru fólk, ið eru góð við hann.
Harry Potter 3
Ein brotsmaður er rýmdur úr fangatippinum, Azkaban, og óhugnaligu fangavørðarnir í Azkaban eru bidnir um at koma til Hogwarts og ansa eftir næmingum, lærarum og skúla. Harry fær at vita um foreldrini hjá sær og umstøðurnar, tá ið Voldemort drap tey.
Harry Potter 3 v/myndum - og fangin úr Azkaban(6)
Ein brotsmaður er rýmdur úr fangatippinum, Azkaban, og óhugnaligu fangavørðarnir í Azkaban eru bidnir um at koma til Hogwarts og ansa eftir næmingum, lærarum og skúla. Harry fær at vita um foreldrini hjá sær og umstøðurnar, tá ið Voldemort drap tey.
Harry Potter 4 og eldbikarið
Heimsmeistararskapurin í quidditch er í Onglandi. Í Hogwarts er ein loyndarfull kapping í gongd. Brátt snýr alt seg um kappingina, og samstundis gera Voldemort og hansara fólk alt meira um seg.
Harry Potter 5
Fimta árið í Hogwarst gerst hvørki lætt ella gott. Gandamálaráðið trýr hvørki Harry ella Dumbledore, at Voldemort er afturkomin. Ráðið setur umboðsfólk, ið skal hava eftirlit í skúlanum og fáa Harry at tiga - og avleiðingarnar eru skelkandi.
Harry Potter 6
Sætta árið hjá Harry Potter í Hogwarts, fær eina óvanliga byrjan, nú tað rennur saman millum heimarnar hjá muglarum og gandafólkum.
Harry Potter 7
Sjeynda og seinasta árið hjá Harry Potter á Hogwarts. Hann hevur nú fingið ta døpru, hættisligu og eftir øllum at døma ógjørligu uppgávu at skula finna og beina fyri seinasta horcruxunum hjá Voldemort.
Harry Potter Gandaálmanakkin
Sveima avstað til gandaheimin hjá Harry Potter. Uppliv ótrúlig støð, granska gandastavslæru, møt undursomum djórum og lær um gandafólkini, sum livdu. Frá flokkingarhattinum til rúnaristing, alt finnur tú her! Hvussu nógvar trappur eru í Hogwarts? Hvør hevur ein svan sum patronus? Hvat hevur Hagrid í lummanum? Hvar kanst tú keypa eina pygmepístru?















