Tobias
Av og á roynir Tobias at lokka Jákup at siga søgur. Soleiðis er eisini í kvøld. Tobias vil fegin hoyra eina søgu og gevur størri lyfti enn hann er førur fyri at halda. Men eitt orð er eitt orð – sjálvt um tú bert er 9 ár. Tí noyðist Tobias at fáa sær fatur á sletuni, spenna hundarnar fyri og fara um tann frysta fjørðin á náttartíð.
Træhúsið í 104 hæddum (23)
Andy og Terry búgva í einum træhúsi í 104 hæddum (einaferð vóru bara 13, men fyri hvørja bók byggja teir 13 afturat). Í træhúsinum er mangt og hvat. Nú kanst tú blaka við køliskápum, gera pengar við pengamaskinuni (sum eisini ger hunang), ganga í teimum óendaligu trappunum, spæla bolla-kríggj, fara í rop-bankan, fløkjast inn í eina stóra fløkju ella vitja stóra skansan, sum er styrktur við eyka sterkum skansa-styrkjara. Íðan, hvørjum bíðar tú eftir? Kom við upp!
Træið
Hilbert og Bob eru vinir. Men Hilbert er ein snedigur snigil, og Bob veit ikki ordiliga, um hann skal trúgva øllum, sum Hilbert sigur...
Tummasar smátta
Bókin elvdi til kjak, tá ið hon kom út á fyrsta sinni í 1852 og fleiri ferðir síðani, serliga í sjeytiárunum, tá ið vaksandi medvitið um støðu teirra svørtu í USA gjørdi sítt til, at spurnartekin vórðu sett til tær ymsu myturnar um svørt.
Úlvur Lítli fær navn
Búflarnir eru farnir av slættlendinum. Úlvur Lítli og hansara fólk eru á veg á onnur veiðilendi undir fjøllunum, har sólin fer undir. Úlvur Lítli hevur einaferð sæð slóð eftir úlvi har. Og kanska hann aftur sær hin stóra, svarta úlvin har. Eyguni í honum lýsa í myrkri ...
Um kríggj var í Norðurlondum
ímynda tær, at tað er kríggj - ikki í Afganistan ella Sýria ella í onkrum øðrum landi langt burturi - men í Evropa, í Føroyum, hjá okkum. Við bókini bjóðar Janne Teller lesarunum av at gera eina hugaroynd. Við at venda sjónarhorninum á fær hon okkum at skilja, hvat tað í veruleikanum merkir at verða flóttarfólk.
Undurfullir heilar (20)
Vit hava øll ein heila. Hann vísir okkara meiningar, persónsmensku, tað, sum okkum dámar og ikki. Tað finnast ikki tveir eins heilar í øllum heiminum! Vit skulu skilja munirnar í okkara heilum og fagna teimum. Hendan inkluderandi bókin leggur tann neurodiversa heimin fram fyri børnum og eggjar teimum til at fevna um allar undurfullar munir.
Undursom djór og har tey eru (10)
Rannsaka tey villu undrini í gandaverðini í hesum stásiliga verki um gandadjór, sum víða gitni gandadjórafrøðingurin, Newt Scamander, hevur greitt úr hondum.
Vættrarok
Her eru uppgávur, tekningar og mangt annað stuttligt ítriv.
Vaktari Vísdómsins
Tá ið Vaktari vísdómsins er deyður, og ein nýggjur Vaktari skal tilnevnast, verður ruðuleiki í lítla staðnum við Grønavatn. Tær fýra ættirnar, træleyparar, stjørnusavnarar, kubbar og heygsfólk vilja hvør í sínum lagi sleppa at ráða yvir Grønavatni.
Vampýrur
Cornelius van Helsing er vísur í at Dracula er endurrisin og saman við hjálpara sínum, Gustavi de Wolff, fer hann at leita eftir honum. Bókin er full av loynidómum og undarligum lutum, sum liggja goymdir her og har í bókini.
Veður og tíðindi í Føroyum
Sagt verður, at føroyingar tosa nógv um veðrið, og í heyst kemur út ein bók við hagtølum um veðrið í Føroyum í 120 ár. Saman við hagtølunum, sum eru fingin til vega, mánað fyri mánað í einum ári, eru tíðindastubbar og myndir,sum onkusvegna mánaðirnar og árini. Forvitnislig og áhugverd bók fyri fólk, sum hava áhuga fyri veður og vindi og afturlítandi tíðindum Finnbogi Ísakson stóð fyri tíðindapartinum Allan Brockie fekk myndirnar til veg
Vencil á enskum
Serútgáva - Vencil á enskum















