Sangbók til skúlabrúks
Í bókini eru nakrir av okkara kendastu barnasangum, 78 í tali, bæði eldri klassiskir sangir sum t.d. Hans A. Djurhuus hevur skrivað og nýggir sangir: T.d. Eg átti mær ein grønan bil, Góða mamma, eg vil sova, Snar, Í ánni siglir skipið mítt, Másin sigur pli, pli, pli, Veturin kom við kulda og kava o.m.a.
Sanna í summarfrí
Sanna og Jákup, sum búgva í Havn, fara út á bygd at ferðast í summarfrítíðini. Har hoyggja tey, dyrgja, eru í grind og mangt annað. Ein bók, ið er skjót at lesa!
Sanna og Marjun, heft
Um Marjun, sum kemur til Havnar at vitja og halda ólavssøku og Jákup, sum byggir smáttu úti á bønum. Marjun, sum er systkinabarn Sannu, kemur at vitja í Havn og at halda ólavsøku. Beiggi Sannu, Jákup, er skóti og vit hoyra um, tá ið hann og vinmenninir byggja smáttu úti á bønum. Onnur bókin um Sannu.
Sannleikans stund
Frida líður av álvarsamari eygnasjúku og ger av at flýggja frá øllum. Hon ferðast til Italia at síggja tað vakrasta í verðini. Her hittir hon listanørdin Jákup, ið lærir hana at síggja við nýggjum eygum.
Sáttmálin mikli 1, heft
Oddmar á Steig hevur savnað tilfar eftir læraran Poul Olsen, sum var føddur á Eiði í 1896 og doyði í 1933. Í savninum eru týdd ævintýr eftir H. C. Andersen og smáar søgur og sangir.
Selma
Hetta er fín, lítil gávubók til tann vaksna. Ein ær verður spurd um, hvat hon heldur vera eydna. Ærini nýtist ikki langa tíð at grunda yvir henda so týðandi spurning. Hetta er ein stuttlig bók, sum eisini kann nýtast sum gáva.
Sig mær eina søgu 1, heft
Søgusavn við upprunaligum og týddum søgum, sum hava staðið í Barnablaðnum. Fimtan søgur eru í savninum. Átta upprunasøgur, sum hesir hava skrivað: Jákup M. Kjeld, Bjarni Joensen, Jacob Olsen, Mikkjal á Ryggi, Theodor Hansen, l. Hansen, Bjarni Holm og Svenning Tausen.
Sig mær eina søgu II, innb.
Savn við serliga týddum søgum Í savninum eru tvær upprunasøgur, onnur eftir Oddmar á Steig og hin eftir Jens Paula Heinesen
Siggi Jønsson og handan Andrea
Ræðist Siggi Jønsson gentubasillur? Okkurt má vera, tá ið hann ikki vil seta seg hjá Andreu, sum øll í flokkinum hava lovað at taka væl ímóti. Andrea er nýggj í flokkinum, hon er út einum øðrum landi. Men andrea vil heldur ikki sita saman við Sigga, men hetta gevur honum okkurt at hugsa um. tó hugsar hann ikki leingi um hetta, tí skjótt hendir so nógv rundan um hann, at sjálvt ikki hann hevði kunnað funnið uppá tað. Og Siggi er heimsmeistari í at finna uppá.
Silas og svarta ryssan
Um drongin Silas, sum hittir hestasølumannin Bartolin, sum lovar honum ta villu ryssuna, um tað eydnast Silasi at temja hana. Vit hitta drongin Silas á fyrsta sinni, tá ið hann fer rekandi við streyminum oman eftir einari á hann fer í land og hittir hestasølumannin Bartolin, sum lovar Silasi, at eydnast tað honum at fáa tamarhald á og ríða á teirri villu ryssuni, skal hann sleppa at eiga hana.
Silvurfirvaldurin
Hvíta lynghønan (John Steinbeck), Ein vøkunátt (Mark Twain), Silvurfirvaldurin (Pearl S. Buck),Barnagildið (Graham Greene), Neytadrongurin (Mihail Sjolokov) Valstríð (Charles Dickens).
Silvurknívurin, heft
Ótrúligt er tað; men kortini eru allar hendingarnar ið skrivaðar eru í hesi bók, farnar fram í okkara tíð. Hvør hevur ikki hoyrt um Hitler, einaræðisharra Týsklands í 1933-1945, og um hansara nazistar. Teir blakaðu heimin út í ræðuligasta og blóðugasta bardaga, mannaættin hevur sæð, og teir fóru fram við ókendari grimd móti mótstøðumonnum. Søgan er sonn.
Skipið Zanzibar
Ein spennandi og hugtakandi bók, sum fer fram á Scillyoyggjum um aldaskiftið 1800. Vetrastormarnir fara illa við oynni, summarið er vánaligt og nógv húski ætla sær at rýma inn á meginlandið. Men so gevur ódnarstormurin oynni óvæntaðan fong.
SKOMM, sesong 1: Eva
Í hesi bókini eru senur, sum ongantíð vórðu tiknar upp, samrøður, ið seinni vórðu tiknar burtur, umframt viðmerkingar og hugarok hjá Juliu Andem, leikritahøvundi. Hetta er handritið til fyrstu sesong av SKOMM, júst sum tað upprunaliga varð skrivað.
SKOMM, sesong 2: Noora
Í hesi bókini eru senur, sum ongantíð vórðu tiknar upp, samrøður, ið seinni vórðu tiknar burtur, umframt viðmerkingar og hugarok hjá Juliu Andem, leikritahøvundi. Hetta er handritið til aðru sesong av SKOMM, júst sum tað upprunaliga varð skrivað.
SKOMM, sesong 3: Ísak
Í hesi bókini eru senur, sum ongantíð vórðu tiknar upp, samrøður, ið seinni vórðu tiknar burtur, umframt viðmerkingar og hugarok hjá Juliu Andem, leikritahøvundi. Hetta er handritið til triðju sesong av SKOMM, júst sum tað upprunaliga varð skrivað.















